hugsandi at Løgtingið fer at finna seg í tí. ? Tað eigur Løgtingið í hvussu er ikki at finna seg í, sum hann málber seg. Hann sigur, at skal nøkur meining vera í politisku skipanini yvirhøvur, er einasti [...] kann endin gerast, at hann má víkja sessin í Fiskimálaráðnum. Samstundis er hann so misnøgdur við fiskivinnupolitikkin í síni heild, at hann fer at taka málið upp í samgonguni, tá ið tingið er komið saman [...] og umsitingarligu termologiini. Tað merkir í veruleikanum endaligt í hesum støðuleysa landi. ? Men tá ið ein samd landsstýrismálanevnd gjørdi úrskurð um at tað var ólógligt at geva Jógvani S. fiskiloyvi
málningar fram í Smiðjuni í Lítluvík. Dyrnar lata upp hósdagin 10. juli klokkan 15 og framsýningin heldur fram til 16. juli. Hetta er aðru ferð, at Harry Knudsen sýnur sínar málningar fram í Smiðjuni. Fyrstu [...] tveimum árum síðan, og sídan hevur hann eisini havt eina framsýning í Danmark í hølunum hjá fyritøkuni Crawford. Harry Knudsen býr í Danmark, og tað hevur stóra ávirkan á hansara listarliga arbeiði. - [...] heim til Føroya. Niðri í Danmark er alt ljóst ella myrkt. Her eru so nógvir ymiskir litir ? líkamikið hvar tú vendir tær, fært tú nýggjar upplivingar ? serliga um summarið, tá dagur rínur saman við nátt
boðar frá Her stendur várt bakland og her liggur lendi í ótald árhundrað tey húsaðust her og øld eftir øld tað á grúgvunum brendi til dagin í dag her í okkara verð. Frá víkingasynum er rót vár at rokna og [...] skal verða. Ein varði um ogn og várt markatal bera so leingi vit her verja garð -------- Tað fløðir og fjarar at grávaksnum gjari, smátt skolar um grønlitta hellu og sker. Við strondina situr ein svartfuglaskari [...] Kvívíkin " hokna og valla í bræði hon fer. Vit eiga til felags at her er várt upphav og vøggan hon gekk yvir fjalunum her. Tann norrøna rót ið kom eystan av havi væl sprottin í okkum tann kvisturin er.
var einsamallur í bátinum. Sera tjúkt í toku var á leiðini. Tórshavn radio sendi eina lýsing út yvir VHF-in, har heitt bleiv á skip og bátar at hyggja eftir "Bjarnafossi". Løgreglan í Runavík fór at leita [...] og løgreglan í Klaksvík fór at leita fram við landi á Borðoynni. Brimil, ið var á leiðini, fór eisini at leita,eisini fór bátur úr Svínoy at leita. Ein eftirlýsing eftir bátinum bleiv send í útvarpinum kl [...] kl. 1220. Og stutt eftir hetta komu boð úr Árnafirði, at ein bátur, ið líktist "Bjarnafossi", var sæddur á fjørðinum um middagsleitið. Kl. 13:57 leygardagin fann Brimil bátin millum Lisshøvda og Heltnina
Serstakur dagur Eini 400 fólk vóru samankomin í Betesda leygardagin til hesa fyrstu brúðarvígsluna. Vegna samkomuna bjóðaði Victor Nielsen vælkomin og segði, at hetta ikki bert var ein serstakur dagur fyri [...] Hunangsmánaður Eftir vígsluna var kaffimuður í kjallaranum í Betesda, og um kvøldið var stór brúðarveitsla á Hotel Norð. Fyrstu hunangsdagarnir hjá Vígdis og Jógvani verða í Aberdeen, har tey fóru við flogfarinum [...] vóru tey fyrstu, sum blivu vígd í samkomuhúsinum, Betesda. Tey, ið hoyra til samkomuna, hava fyrr ikki havt møguleika at verði vígd har. Tí hava tey oftast leitað sær í býráðshúsið ella á politistøðina
tað mundið, tá ið Sirius, Hundastjørnan, kagaði inn í ein glugga í einari av pyramidunum, fór Niláin upp um áarbakkarnar. Tað var sum áður nevnt ein egyptiskur ráðgevi hjá Juliusi Caesar, Sosigenes, sum [...] sólini. Fyrsti hundadagurin sigst vera heitasti dagur á árinum, og um veðrið verður annars sagt, at sum tað er fyrsta dagin, verður tað allar hundadagarnar. Í 16. øld fingu dagarnir latínska navnið Dies [...] Appolinaris. Sigst at hava verið ferðafelagi hjá ápostlinum Pæturi og varð av honum sendur til Ravenna í Italiu sum trúboðari. Her gjørdist hann fyrsti biskupurin, men varð fyribeindur umleið ár 75 av uppøstum
bera víðari. Eg sá niður í eina avgrund av ræðuleikum, ótta, niðranum og eyðmýkingum, ófatiligum máttloysi og vónloysi... ja, helviti á jørð. Hetta var í grundini nógv meira enn eg, í mínum viðkvæma standi [...] stað, har ið hæddarpunktini á degnum vóru sigarettir, kaffi og "Dagur og Vika" - breitt seg millum sjúklingarnar, at eg var samkyndur. Ein skuldi trúð, onkur hevði billa fólki inn, at eg var skriftaprestur [...] siga vera psykotiskan so.. men, eg fari at postulera, at ein ÓFATULIGA stórur partur av sálarsjúklingum, sum eru innløgd á Landssjúkrahúsinum í Føroyum eru tað - fyri so vítt - tí tey eru samkynd. Eg haldi
Í Washington var George W. Bush, forseti, fegin, tá hann frætti, at Uday og Qusay vóru deyðir í einum álopi í býnum Mosul har norðuri í Irak, og Tony Blair, forsætisráðharri, kundi heldur ikki dylja fyri [...] aftur til valdið. Tað var ein iraki, sum kunnaði amrikanararnar um, at Uday og Qusay vóru í einum húsum í Mosul. 200 amerikanskir hermenn vórðu sendir til húsini, samstundis sum ein tyrla setti kós ímóti húsunum [...] at hann var fegin um tíðindini. -Hetta er ein stórur dagur fyri tað irakska fólkið, segði Blair. Uttanríkisráðharri hansara, Jack Straw, segði, at hetta er ein fráboðan til irakska fólkið um, at tað gamla
Hjá mongum í landið okkara er tað ítrótturin, sum fær eitt sera stórt pláss í lívinum, og er tað eisini ítrótturin sum í ólavsøkuskránni hevur rúmar ræsir. Tað er ógvuliga vakurt at síggja ein stóran part [...] røtur í fólki okkara. Men hóast tað, so er og verður tað altíð ein persónlig avgerð ímillum Gud og tað einstaka menniskja. Vit mega í øllum førum taka eina persónliga avgerð yvirfyri lagnu okkara í ævinleikanum; [...] tjóðarstevnu okkara er tíðanbetur Guds orð ein fastur táttur í ólavsøkuskránni báðar dagarnar. Latum okkum takka Gudi fyri, at tað eru menniskju sum vilja, eins og Ólavur hin heilagi, hevja krossmerki hátt
num á hvørjum ári er ein nógv, nógv minni upphædd enn tann, ið vit missa við at vit ikki umboða okkum sjálvi í altjóða samfelagnum. Hvør dagur er ein møguleiki LP sigur at enda í grein síni, at "vit vilja [...] bíða við at taka fulla ábyrgd og leiðslu í hesum landi - missa vit møguleikar og spæla við lagnu føroyinga. Hinvegin eru vit í tí góðu støðu, at hvør dagur ein møguleiki at velja øðrvísi - at velja framburð [...] tey misskilt ta mynd, ið varð nýtt í undanfarnu grein míni. Tá sipað varð til, at føroyingar fremja tann leiklut, ið okkum verður tillutað og at hetta gongur fyri seg í einum leikhúsi, har danska stjórnin