Fyri sløkum 14 døgum síðani fór søgulig hending fram í Klaksvík. Anna og Sankey Viðstein giftust, og tað, ið gjørdi dagin enn merkisverdari enn slíkur dagur altíð er, var at hetta var fyrsta ferðin, at borgarstjórin fekk í lut at standa fyri brúðarvígslu.
Lógin viðvíkjandi hjúnavígslu er broytt. Tá borgarligar vígslur áður hava verið, hevur sýslumaðurin ella fulltrúi hansara vanliga staðið fyri vígsluni.
Av tí, at reglurnar hesum viðvíkjandi enn ikki eru heilt klárar, var Jógvan við Keldu, borgarstjóri noyddur at søkja um undantaksloyvi. Jógvan við Keldu kannaði málið, tá parið heitti á hann um at víga tey, og svar kom skjótt frá ríkisumboðnum um, at einki var í vegin fyri, at vígslan fór fram.
Soleiðis gjørdist hesin søguligi dagur hjá Sankey og Onnu enn søguligari, tí tey eru fyrsta par, ið borgarstjórin hevur vígt. Og Jógvan við Keldu gjørdist sostatt eisini fyrsti borgarstjóri í Klaksvík, ið fekk hetta at víga fólk í sín lut.
Jógvan við Keldu heldur, at tá hetta nú er komið í, so kann ein rokna við, at hetta vindur upp á seg. Hann minnir á, at klaksvíkingar hava eisini so sera góðar umstøður í snotuligu býráðshøllini.
Starvsfelagarnir hjá Sankey á heilsøluni hjá J.F. Kjølbro gjørdu ikki sørt burturúr. Við einum vogni, ið vanliga verður nýttur at flyta vørur við, men sum henda dag var vakurt skrýddur, koyrdu teir parið ein túr í góðveðrinum.