Í Washington var George W. Bush, forseti, fegin, tá hann frætti, at Uday og Qusay vóru deyðir í einum álopi í býnum Mosul har norðuri í Irak, og Tony Blair, forsætisráðharri, kundi heldur ikki dylja fyri, at hann var fegin um tíðindini.
-Hetta er ein stórur dagur fyri tað irakska fólkið, segði Blair. Uttanríkisráðharri hansara, Jack Straw, segði, at hetta er ein fráboðan til irakska fólkið um, at tað gamla stýrið kemur ikki aftur til valdið.
Tað var ein iraki, sum kunnaði amrikanararnar um, at Uday og Qusay vóru í einum húsum í Mosul. 200 amerikanskir hermenn vórðu sendir til húsini, samstundis sum ein tyrla setti kós ímóti húsunum. Tá tað ikki eydnaðist amerikansku hermonnunum at taka seg inn í húsini, tí mótstøðan var ov hørð, varð avgjørt at taka tyngri vápn í nýtslu. Stutt eftir var bardagin av.
Amerikanararnir vóna, at mótstøðan ímóti teimum fer at hasa av nú, men summir eygleiðarar halda ikki, at tað, sum hendi í Mosul, fær nakra stórvegis ávirkan á mótstøðuna ímóti amerikonsku hermonnunum.