Harry málar føroyska summarljósið

Framsýning
Evnið er sermerktað føroyska náttúruljósið, nú 27 ára gamli Harry Knudsen úr Runavík fer at sýna málningar fram í Smiðjuni í Lítluvík. Dyrnar lata upp hósdagin 10. juli klokkan 15 og framsýningin heldur fram til 16. juli.
Hetta er aðru ferð, at Harry Knudsen sýnur sínar málningar fram í Smiðjuni. Fyrstu ferð var fyri tveimum árum síðan, og sídan hevur hann eisini havt eina framsýning í Danmark í hølunum hjá fyritøkuni Crawford.
Harry Knudsen býr í Danmark, og tað hevur stóra ávirkan á hansara listarliga arbeiði.
- Tað er serliga ljósið, sum hugtekur meg, tá eg komi heim til Føroya. Niðri í Danmark er alt ljóst ella myrkt. Her eru so nógvir ymiskir litir ? líkamikið hvar tú vendir tær, fært tú nýggjar upplivingar ? serliga um summarið, tá dagur rínur saman við nátt, sigur hann.
Tá hann málar, lýsir Harry Knudsen hettar við at nýta sterkar liti. Hann málar náttúrmotivir í skýming og lýsing.
Harry Knudsen hevur góðar vónur um framsýningina.
- Eg havi puslað leingi við málningunum og verið rímiliga kritiskur, sigur hann og leggur aftrat:
- Eg haldi, at hon er nokkso egin. Tað merkir ikki, at eg ikki havi fingið íblástur frá øðrum listamálarum, ið mála føroysku náttúna ? tvørturímóti, so eri eg altíð so fullur av íblástri hvørja ferð, eg havi sæð málningar hjá eitt nú Kára Svensson ella Zacharias Heinesen, at tað slepst ikki undan, at okkurt liggur eftir, tá eg arbeiði við mínum egnu málningum, siger hann.
Sín serliga stíl metur hann vera, at hann málar abstrakt, men tó altíð so, at motivið sæst.
- Gentan hjá mær sær altíð, hvat motivið er, men vinirnir kunnu gott halda, at ein málningur ikki vísir nakað ávíst, fyrr enn eg vísi teimum á motivið - tað liggur á markinum fyri at vera heilt abstrakt ? tað er sera stuttligt at arbeiða á tann hátt, sigur hann.
Eftir Ólavsøku letur Harry Knudsen eina framsýning upp í Runavík í Piddasa Handli. Hendan sýningin varar frá 7. til 13. august.