Eg eri diagnostiseraður skizofrenur. hálvárið ?96 - ?97 var eg innlagdur á psykiatrisku deildunum. Mest á deild 2.
Eg gjørdi eina óhugnaliga uppdaging í hesum tíðarskeiðinum. Tey uppliva ikki nógv, staklarnir, (ja, tvs. ikki nógv sum hevur við veruleikan at gera) so skjótt hevði slaturin - sum bara stóðst av relativt meinaleysum forvitni eitt stað, har ið hæddarpunktini á degnum vóru sigarettir, kaffi og "Dagur og Vika" - breitt seg millum sjúklingarnar, at eg var samkyndur. Ein skuldi trúð, onkur hevði billa fólki inn, at eg var skriftaprestur. Tey komu til mín við søgum, sum tey bóðu meg at svørja dýran eið ikki at bera víðari. Eg sá niður í eina avgrund av ræðuleikum, ótta, niðranum og eyðmýkingum, ófatiligum máttloysi og vónloysi... ja, helviti á jørð. Hetta var í grundini nógv meira enn eg, í mínum viðkvæma standi, toldi.
Men hvat søgdu hesi ólukkudýrini mær? Nú eru hetta orðini hjá einum menniskja sálarlæknar siga vera psykotiskan so.. men, eg fari at postulera, at ein ÓFATULIGA stórur partur av sálarsjúklingum, sum eru innløgd á Landssjúkrahúsinum í Føroyum eru tað - fyri so vítt - tí tey eru samkynd. Eg haldi, at tað eru tríggir stórir bólkar av sinnissjúklingum: Tey sum av eini ella aðrari orsøk "hava sett Harran Jesus í hálsin", tey sum eru vorðin - kynsliga ella á annan hátt - misbrúkt/-handla og so samkynd. Tað eru sjálvsagt eisini genetiskar orsøkir til, at eitt menniskja blívur sinnissjúkt. Men eg fari at seta eitt stórt ? við um tað er orsøkin í so stóran mun, sum viðgerarar halda. Ella, tað er tað ikki!
Hesi neyðars menniskju hava verið í slíkari neyð um sína "støðu", at tey at enda ikki hava megna at barst meira og nú sita brotin á psykiatrisku deildunum á landsjúkrahúsinum. Summi av teimum passiv og apatisk. Onnur irrationelt frustreraði og aggressiv. "Hu, hej, åh vilde dyr"! So liggja tey í belti og fáa sproytu í reyvina. Hvønn møguleika tey hava - hóast alt - at blíva heil menniskju aftur hongur fyri stóran part saman við hvussu ung tey blivu innløgd. Tí (um møguligt) er støða teirra - av fleiri orðsøkum - enn vónleysari á "Hotel Øregaard" enn í teimum gudsjammerligu korum, tey komu úr.
Viðgerðini á psykiatrisku deildunum eg var á, standa fyri størsta partin røktarar og sjúkrarøktarar fyri. Sálarlæknarnar er torført at fáa fatur á. Teir "gera entre" viðhvørt. Ganga "óuppnáiligir" - sum kongar og drotningar. fara so inn til deildarleiðaran og gera av hvør heiligvágur skal gevast. "Gjeikari psyko gjeikarason" verður spurdur um døgnrytmu, um umgang (ella manglandi) við onnur á deildini o.sl. Mett verður um hvussu "normalur" sjúklingurin sýnist. Men tann stóri spurningurin verður ikki spurdur - nevniliga: HVÍ???!!!!!!!
Tvs., tað eru nógvir sjúklingar á psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum, sum eru har tí, at tey koma frá einum umhvørvi har ið tað - so ella so - ikki ber til at vera samkyndur. Tey eru heilt einfalt samkynd! Og hetta eru ikki bara "skelettir í skápinum" hjá einari farnari tíð. Mong teirra eru "kroniskir sjúklingar" (sum tey ið eru fast innløgd verða kallaði) so tey verða - eftir øllum at døma - ikki hjálpt!?









