Viðmerking mín til Johan Dahl og ikki minst til manglandi nýskipanina í nýskipanaruppskoti Sambandsfloksins fekk eftir øllum at døma umboð Sambandsfloksins at vakna við kaldan dreym. Ikki bert Johan Dahl svaraði aftur, men somuleiðis formaður Sambandsfloksins - Lisbeth L. Petersen. Eg fari hervið at gera nakrar viðmerkingar til aftursvar teirra.
Heimastýrisskipanin - eitt leikhús
Sum væntað vísa tey bæði á, at tað er Tjóðveldisflokkurin, ið "spælir sjónleik", meðan Sambandsflokkurin grundar alt á ?veruleikan". Okkurt skulu tey jú siga - men við hesum hava tey misskilt ta mynd, ið varð nýtt í undanfarnu grein míni.
Tá sipað varð til, at føroyingar fremja tann leiklut, ið okkum verður tillutað og at hetta gongur fyri seg í einum leikhúsi, har danska stjórnin er leikstjóri - ja, so myndar hetta tann søguliga veruleikan, ið hevur víst seg seinastu mongu árini.
Heimastýrisskipanin er sum eitt leikhús, har føroyingar meta seg hava nakað at siga, men í veruleikanum er hetta alt ein óveruligur sjónleikur. Tí tá á stendur er tað tann leikur og tann kós, ið danska stjórnin vil hava at føroyingar velja - ið vald verður.
Hetta varð eitt nú 1946 eitt dømi um, og er avlýsingin av fólkaatkvøðuni nýggjasta og greiðasta dømið um hetta.
Sambandsflokkurin fjalir veruleikan
Tá sambandsfólk vórðu umtalað sum klappandi áskoðarar í leikhúsinum varð hetta ein mynd av, at sambandsfólk - úr alskyns flokkum - taka undir við hesi gongd, har tað er danska stjórnin, ið setur dagsskránna, meðan føroyingar fylgja henni.
Og hesin leikur heldur áfram, so leingi valt ikki verður at fara út um heimastýrisskipanina - leikhúsið - og seta føtur undir egið borð. Tá kemur veruleikin til sjóndar.
Tann veruleiki - at føroy-ingar eru fult líka so væl fyri sum øll onnur sjálvstøðug fólk at leiða og taka ábyrgd av egnum landi. Hetta er ein veruleiki, ið Sambandsflokkurin ikki kann broyta - men roynir at fjala. Tí sambært Sambandsflokkinum er tað eftir øllum at døma betur fyri føroyingar at lata føroyska fullveldið til danir umsita. Óskiljandi.
Sambandshugburðurin
Sambandshugburðurin kemur ikki minst til sjóndar í aftursvarinum frá LP. Tí LP skrivar m.a. at tað er betur at danir umsita føroysku rættarskipanina tí annars verður rættartrygdin sett í vanda. Enn eitt dømi um sambandshugburðin, ið tykist at verða grundaður á, at onnur kunnu gera alt betur enn vit. Hetta er ikki sørt "fornermandi" mótvegis føroyingum.
Um Sambandsflokkurin ikki hevur álit á sær sjálvum og álit á, at føroyingar kunnu skapa teir karmar sum skulu til í einum framkomnum vælferðar- og rættarsamfelagi - ja, hvussu kann hesin flokkur tá bjóða seg fram at leiða eitt land ?
JD sigur at enda í grein síni, at " The show definetely need to go on - but with more serious players than the present." JD er vælkomin at halda áfram við framførslunum, tí sum sagt varð í fyrru viðmerking míni, so eru øll hini - ið hava alit á, at føroyingar klára at leiða hetta landið sjálvir - farin at taka leiktjøldini niður og fyrireika seg til eina sjálvstøðuga framtíð.
Hví rinda fyri danskt NATO-limagjald ?
Viðvíkjandi NATO-limagjaldinum, so vísir LP á, at vit áttu kanska at verið errin av, at vit eru við til at rinda okkara part. Her verður helst skipað til okkara part av danska limagjaldinum í NATO.
Men Lisbeth - tíbetur eru fólk, ið ynskja einar sjálvstøðugar Føroyar, ikki errin av hesum.
Tað hevði hinvegin glett okkum um leiktjøldini vórðu tikin niður og veruleikin kom til sjóndar. Tann veruleiki - ið vísir, at ríkisstuðulin, ið verður sendur landskassanum á hvørjum ári er ein nógv, nógv minni upphædd enn tann, ið vit missa við at vit ikki umboða okkum sjálvi í altjóða samfelagnum.
Hvør dagur er ein møguleiki
LP sigur at enda í grein síni, at "vit vilja ikki forkoma teim møguleikum vit hava og spæla við lagnu føroyinga."
Men hetta er tað júst tað, ið gjørt verður, tá føroyingar verða forðaðir, ið at velja millum teir møguleikar, sum øll sjálvstøðug lond hava, og so leingi "spælt" verður við lagnu føroyinga sum altjóða viðurkend tjóð.
Fyri hvønn dag vit bíða við at taka fulla ábyrgd og leiðslu í hesum landi - missa vit møguleikar og spæla við lagnu føroyinga.
Hinvegin eru vit í tí góðu støðu, at hvør dagur ein møguleiki at velja øðrvísi - at velja framburð, frælsi og framtíð framum ríkisrættarligt status quo og fortíð.