Sovnaði umborð

Einsamalli maðurin við Bjarnafossi sovnaði umborð, og eftirlýsingin varð send út, men maðurin kom aftur í øllum góðum

SJÓFERÐSLA

Um hálvgum elluvutíðina leygarmorgunin fekk Sjóbjargingarstøðin boð um, at báturin »Bjarnafossur« KG 140, ið var farin av Havnini kl 05 leygarmorgunin á veg til Svínoyar, ikki var komin vegin fram. Fólk vóru tí blivin bangin um bátin og mannin, ið var einsamallur í bátinum. Sera tjúkt í toku var á leiðini.
Tórshavn radio sendi eina lýsing út yvir VHF-in, har heitt bleiv á skip og bátar at hyggja eftir "Bjarnafossi".
Løgreglan í Runavík fór at leita fram við landi á Eysturoynni, og løgreglan í Klaksvík fór at leita fram við landi á Borðoynni.
Brimil, ið var á leiðini, fór eisini at leita,eisini fór bátur úr Svínoy at leita.
Ein eftirlýsing eftir bátinum bleiv send í útvarpinum kl. 1220. Og stutt eftir hetta komu boð úr Árnafirði, at ein bátur, ið líktist "Bjarnafossi", var sæddur á fjørðinum um middagsleitið.
Kl. 13:57 leygardagin fann Brimil bátin millum Lisshøvda og Heltnina á Svínoynni.
Báturin lá og sigldi í ring. Tað vísti seg, at maðurin var sovnaður.
Brimil tók bátin og mannin umborð og sigldi á Havnina.