seg upp aftur í 1. deild beinanvegin, veldst um so nógv, men at tað verður málið fyri 1999, er lítið at ivast í. Millum glottarnar á Tvøroyri er, at 4. deildarliðið vann sær uppflyting til 3. deild, og sostatt [...] leikbanni. Royndin at fáa Eyðun »Gullok« Svalbard aftur frá Royn miseydnaðist eisini, men spurningurin er, um Gullok hevði gjørt tann stóra munin leygardagin. Spældu fyri javnleikinum Útgangsstøðið hjá TB var [...] aftur á miðjuna, og sum á Tvøroyri spældi í verjuni, setti í netið. 1-0 til GÍ, og TB kundi nú gloyma alt um defensiva spælið. Men tað gekk illa, og heimaliðið hevði í roynd og veru bert ein kjans allan
harmast um, at ov lítið flog er yvir føroyskari kjakmentan, tí vit sambært honum førka okkum ov langt frá klassiskum mentanum. Allir hava teir rætt í, at tað er ein vanlukka fyri eitt fólk, um tað verður [...] sum ein einvegis samtykt úr Keypmannahavn, og um hetta var gott ella ringt, er ein spurningur, sum má svarast eftir politiskari sannføring. Men ein veruleiki er tað, at frælsisvindarnir úr Fraklandi, ið kíndu [...] Christian Svabo seg um 1790 noyddan at skriva tað upp. Ikki fyri at geva fólki orðabøkur, men fyri at minna eftirtíðina á eitt mál, hann væntaði fór at doyggja út. Ongin ivi er um, at tað, at føroyingar
Petersen á kunningarstovuni í Fuglafirði, heitti hann á meg, um at skriva eina frágreiðing frá túrinum í Íslandi, og ætli eg at royna tað, hóast nú er tíð fráliðin. Orsøkin til at eg var við, var tann, at leiðarin [...] túr yvir til Íslands, og blíðskapurin umborð á flogfarinum var góður, sum hann altíð er í føroyska flogfarinum. Vit komu til Reykjavíkar og vóru móttikin av tí brosandi Dávídi Samuelssyni, sum er hálvur [...] Har kann eg nevna, at sonur Hans í Andarisa, hesin Hans er heimasandsmaður, sum giftur er og býr á Seyðisfirði, var og tók ímóti okkum. Hann er borgarstjóri á Seyðisfirði. Á Seyðisfirði hava seyðfirðingar
løgtingsins fíggjarnevnd var í gjárkvøldið full semja um at taka undir við ríkislógartilmælinum, um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um fíggjarligt støðufesti, nú eitt fíggjarligt trygdarnet skuldi leggjast undir [...] trygdarváttanir, ið kunnu tálma óttanum, sum í løtuni stýrir atgerðum kapitalánaranna. Hvør tjóð er nú farin í kapping um at tryggja áhugamálini innan sítt politiska búskapar- og ábyrgdarøki. Føroyski búskapurin [...] eru samd um eina loysn, ið uttan iva verður mett skilabest fyri danska samfelagið, er als onki atlit tikið til føroyska búskapin og til føroyska fíggjarkervið. Minnilutin staðfestir, at tað er onki val
syngja um Dansen på Sunnanø. Og tað gera vit so, so tað ivaleyst hoyrist yvir á Drelnes, har Smyril nú er við at leggja at. Seinastu gestirnir koma, og farið verður undir næsta part á skránni, sum er at avdúka [...] stevnuhýrur er á fólki. Lagt er upp til eina hugnalig samkomu, og øll tykjst vera gjørd út upp á at lata sítt ískoyti til, at so verður. Økið er fríðkað við einum platt iniðan fyri húsið. Her er ikki endaliga [...] til bygdirnar við fjørðin. Í dag eru teir fluttir út um, so rúmligari gerst inni, og fólk fær so eisini betri umstøður at síggja teir, um áhugi er fyri tí. Tað skróvar í mikrofonini, og boðað verður frá
arbeiðið jú vaks frá at snúgva seg um nøkur krisitin fólk úr Sibiria, til eisini at snúgva seg um børnini úr Tjernobyl, ið eru í størstu neyðini. ? Vit hava klædnabúðir, ið minna um "second-hand"-handlar. Soc [...] hundraðtúsund børnum var deyðin vísur, um eingin gjørdi nakað, og síðani bað ráðharrin um mína hjálp, sigur Bo Wallenberg ? Tá vaks ætlanin fram í hjartanum og eg segði; "Gud, er tað tú, ið kallar meg, so vil eg [...] 6 bussum. Ein bólkur er í Noreg, tríggir í Svøríki, tveir bólkar í Danmark og tveir í Føroyum. Børnini eru millum 8 og 16 ár, tí teimum yvir 8 leingist ikki so illa heim og tey yvir 15 - 16 byrja at hyggja
hvørt um annað. Her situr ein maður, sum allur heimurin hevur hoyrt ella lisið um. Tað vitnar eisini gestabókin, sum verður løgd fyri tey vitjandi, um. Her hava fólk úr øllum heiminum skrivað í, og nú er [...] na hansara er eisini at síggja á eini hill. Og á vegginum beint yvir skriviborði hansara hongur eitt stórt búfflahøvd og gløðir illsliga at tær. Eg biði um loyvi at taka tvær myndir. Tað er í lagi, men [...] matstovuni La Terraza, júst sum í bókini um tann gamla útróðrarmannin, Santiago, sum Ernest Hemingway gjørdi heimsgitnan. Og tað er einki petti løgið, tí tað er júst tann sama, gamla útróðrarmannin, vit
nógv. Í 1965 varð farið yvir til sjálvtøku, og so er handilin vaksin so hvørt. Í 1974 flutti familjan úr bygninginum, har handilin er, og bygdu eini sethús nærhendis. - Nógv er broytt síðan handilin lat [...] Umsetningurin mundi ofta verða um tær túsund krónurnar um mánaðin, sigur Arne. Arne tókst við ymiskt fyrifallandi arbeiði, inntil pápin aftur heitti á hann um at taka yvir eftir seg og reka handilin. Hetta [...] hálvthundrað árini. Handilin er tykist vera nýggjari enn so, og dámurin inni er sum í einum hvørjum øðrum kolonial handli íHavn. Teir hava megnað at fylgt við tíðini, og handilin er tískil ikki avoldaður. Tað
veðurlagið, sum er munandi harðbalari enn veðrið í londunum rundan um okkum. - Ja, tað er tað, sum fyritøkan er kend fyri. At menna vindeygu og hurðar til serliga føroyska veðurlagið er ein avbjóðing, og [...] fremst, tað er har, vit hava spesialiserað okkum. Men sjálvandi, nú hava vit ein øktan kapasitet, so nú høvdu vit sjálvandi ikki sagt nei, um fyrispurningar komu uttanlands frá. So tað er kanska nakað [...] á Mýruni, sum er sølustjóri í fyritøkuni. Men hóast tað, so tóku teir ikki langa tíð at hugsa seg um, tá tað stóð teimum í boði at yvirtaka H-DYGD. - Vit kendu jú fyritøkuna. Talan er um eina gamla og
fyri vist, er, at hann er føroyingaur. Tað eru fleiri ár síðani eg búði í Klaksvík, og nógv er broytt. Eitt tað fyrsta eg tí vil gera er at blíva kendur við fólkið. Konan og eg hava tosað nógv um hetta. [...] skjótt. Um hann verður tann fyrsti presturin í Føroyum við persónligari heimasíðu, veit hann tó ikki. Leggi egna kós Hans Eiler er greiðir yvir, at Henning Bøgesvang, sum var prestur í sóknini í yvir 20 ár [...] menniskju koma til trúgv á Jesus. Um hetta ikki er høvuðsendamálið, haldi eg ikki, at ein hevur nógv at fara við. Hevur longu royndir í prestastarvi Sjálvt um hetta er fyrsta starvið hjá Hans Eileri, hevur