Frændur finnast

Báta- og mentanarstevnan á Tvøroyri varð sett leygardagin klokkan 14.00. Men sjálv stevnan byrjaði tó við samkomu uttan fyri neystið hjá Naddoddi longu seinnapartin frígjadagin. Fólk vóru komin úr fleiri Norðanlondum, eins og hetlendingar og føroyingar eisini vóru hjástaddir

Bátastevna
Tvøroyri:Finnleif Guttesen, borgarstjóri, beyð vælkomin, og Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður setti stevnuna í miðbýnum á Tvøroyri leygardagin. Men áðrenn tað hevði stevnan longu vart í eitt samdøgur ella so.
Tað er nógv fólk á gongd innanlaga á Tvøroyri hendan dagin. Tey hava kós móti gamla pakkhúsinum á Tanganum, har bátafelagið Naddoddur í dag heldur til. Tað er har, Báta- og mentanarstevnan í dag fer at byrja, hóast hon ikki verður alment sett fyrr enn í morgin.
Fløggini eru vundin í húnar hátt, og rættiligur stevnuhýrur er á fólki. Lagt er upp til eina hugnalig samkomu, og øll tykjst vera gjørd út upp á at lata sítt ískoyti til, at so verður.
Økið er fríðkað við einum platt iniðan fyri húsið. Her er ikki endaliga liðugt, siga tey, tí ætlanin er, at hann skal gerast longri út í sjógvin, so hann gerst til eina rættiliga bryggju, sum leggjast kann at. Sum er endar hann við sjálvan sjóvarmálan, og so liggur ein flótibrúgv fest í, soleiðis at til ber at leggja bátar at her.
Har liggur Naddoddur sjálvur annar saman við einum donskum fýramans innriggara og bíðar eftir gestunum. Menn eru við at rigga til eitthvørt. Sum skilst ætla teir at rógva út í fjarðarmunnan, út móti Høvdanum, at taka í móti einum fylgi av bátum, sum koma skal norðan úr Havn.
Eisini verður bíðað eftir, at Smyril skal koma suður, tí har eru hetlendskir gestir við, og teir hava eitt føroyskt tíggjumanafar við sær. Tað er gamli kappróðrarbáturin úr Klaksvík, Klaksvíkingur, sum tey hava keypt í Hetlandi og har brúka at rógva í.
Tað legst til við fólki. Sólin skínur, og fólk eru í góðum lag. Hittast og práta. Onkur hevur hug at murra eitt lag, og lagt er upp til at her skal syngjast.
Vindeyguni á neystinum standa víðopin, og tað kennist so hugnaligur roykur av bakstri við lítla lotinum, sum liggur oman móti plattinum, vit standa á. Onkur einstakur tóni hoyrist fra einumhvørjum ljóðføri har inni. Tað eru spælimenninir, sum spæla skulu undir, tá felagssangurin verður fyri, sum eru farnir at stemma instrumentini.
Bátafelagi Naddoddur hevur fingið rættiliga fittlig høli, sum innrættað eru bæði sum neyst hjá Naddoddi sjálvum, eins og savn við slíkum, sum hevur og hevur havt við sjógvin at gera.
Her eru lutir, sum hava verið brúktir á skipabunka, eins og í øðrum sambandi í tí yrki, sum so ella so hevur havt við sjógvin at gera.
Og her eru eisini nakrir smærri bátar settir inn at goyma. Gamlir bátar, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til bygdirnar við fjørðin. Í dag eru teir fluttir út um, so rúmligari gerst inni, og fólk fær so eisini betri umstøður at síggja teir, um áhugi er fyri tí.
Tað skróvar í mikrofonini, og boðað verður frá, at vit fara t syngja. Spælimenn hava tikið støðu, og ein spelkin eldri maður er forsangari. Hann meinar tað í álvara, hatta við at syngja. Syngur av »karsken bælg« og hevur tað frálíkt. Slíkt smittar eisini av, so fólk hava hug at taka undir.
Vit syngja slíkar sangir, sum øll duga. Sangheftið hjá felagnum er sett við slíkum, sum eingin kann bera seg undan syngja við teirri grundgeving, at tey iki duga sangirnar.
Fremmandir gestir eru eisini, so okkurt má syngjast á norðurlendskum máli. Men tað er jú eingin trupulleiki. Føroyingar hava í eini 45 ár lurtað eftir norðurlendskum sjómansvísum og løttum dansitónum í kvøðuljómunum í Útvarpinum, so tað er bara at byrja, so syngja øll. Og vit fara á ferð við norskum vallarum og álendskum siglarum, sum eisini danirnir duga at syngja við til.
Men Smyril er seinkaður, og tað dregur út við at fáa hetlendsku gestirnar fram. Fyrireikararnir hava líkasum ikki hug at byrja tiltakið, fyrr enn øll eru komin. Men ráð eru fyri tí. So syngja vit bara víðari í góðveðrinum.
Og so eru tað sviarnir, ið mansterkir eru møttir á stevnu, sum hava tað hugskot, at nú skulu vit syngja onkra Evert Taube vísu úr sangheftinum. Teir hava spælimannin við, sum tekur guitaran og heldur, at nú vit eru í Suðuroy, og útlit eru til bæði dans og spæl, er hóskandi at vit syngja um Dansen på Sunnanø. Og tað gera vit so, so tað ivaleyst hoyrist yvir á Drelnes, har Smyril nú er við at leggja at.
Seinastu gestirnir koma, og farið verður undir næsta part á skránni, sum er at avdúka ein sonevndan víkingastein, sum stendur her vestan fyri neystið.
Talan er um ein stein, tiknan úr stabbagótinum í Froðba, sum í fjør varð fluttur á víkingastevnuna á ólavsøku, har høgd vórðu í hann rúnir og onnur prýði, brúkt vórðu i teirri tíðini, tá víkingarnir vóru uppi á døgum.
Steinurin er síðan fluttar aftur til Tvøroyrar og lagdur her uttan fyri neysti hjá Naddoddi.
Sagt verður frá at hann er fjaldur av einum klyvara, sum funnin varð í neystinum, meðan umvælt og innrættað varð. Hildið verður, at klyvarin er av Hamranesi, sum hoyrdi til á firðinum.
Tann 82 ára gamli fyrrverandi skiparin, Martin Eidesgaard, er biðin um at avdúka steinin. Hann hevur, sigur frásøgumaðurin, verið við til at brúkt nógv av tí, í dag verður goymt sum fornminni, og kennir eisini til brúk av klyvaranum.
Martin takkaði fyri heiðurin og dróg klyvaran av steininum, sum hann síðan handaði borgarstjóranum á Tvøroyri, Finnleifi Guttesen, at hava í varðveitslu.
Don Petersen, sum ættaður er úr grannalagnum, helt fyrilestur, har hann greiddi frá føroyska bátinum, og um søguna hjá Naddoddi. Bæði honum, sum her heldur til í dag, og honum, sum báturin er uppkallaður eftir. Føroyska víkinginum, ið sum tann fyrsti setti fót á land í Íslandi, hóast hann ikki búsettist har. Løtan uttan fyri endaði hátíðarliga við, at samkoman sang tjóðsangin.
Um somu tíð, sum endað varð uttan fyri neystið, kom flotin norðaneftir, inn eftir firðinum. Á odda sigldi Naddoddur við seglinum uppi. Síðan ein hampiliga fittur floti av nýggjari, meira nútímans palstikbátum við vimplinum hjá Bátafelagnum í Havn á stong.
Teir løgdu allir at og vórðu teggjaðir upp í flótibrúnna niðan fyri neystið, meðan fólk fóru upp á loftið at fáa sær kaffi og vaflur ella drýl, sum einum nú best lysti.


Myndir


Mynd 1 (høvuðsmynd) - Avdúking
Myndatekstur:
Martin Eidesgaard avdúkaði víkingsteinin vestan fyri neystið hjá Naddoddi


Mynd 2 - Sangur
Myndatekstur:
Felagssangur var, og eisini gestirnir sluppu fram at mikrofonini. Her er tað ein svenskur luttakari, sum syngur Evert Taube


Mynd 3 - Finnleif Guttesen
Myndatekstur:
Borgarstjórin á Tvøroyri beyð vælkomin, tá stevnan varð sett


Mynd 4 - Flotin kemur
Myndatekstur:
Flotin av grindabátum úr Vági, í fylgi við Johonnu, eru á veg inn eftir firðinum