Ukraina og Russland skulu hittast í dag

Fundurin kemur dagin eftir, at Ukraina framdi eitt stórálop á hernaðarflogvallir í fleiri ymiskum russiskum regiónum

Umboð fyri Ukraina og Russland skulu eftir ætlan hittast í Istanbul í Turkalandi í dag.

 

Her skulu umboðini viðgera eina møguliga friðarætlan í krígnum millum Russland og Ukraina.

 

Fundurin kemur dagin eftir, at Ukraina framdi eitt stórálop á hernaðarflogvallir í fleiri ymiskum russiskum regiónum.

 

Norska kringvarpið veit í morgun at siga, at ukrainska sendinevndin er undir leiðslu av verjumálaráðharranum, Rustem Umerov.

 

- Russiska sendinevndin er undir leiðslu av ráðgevanum hjá Vladimir Putin, forseta, Vladimir Medinskij, verður lagt aftrat.