At tann tíðin, tá TB var millum bestu liðini í Føroyum, er farin, varð endaliga staðfest á Sevmýri leygardagin, tá GÍ uttan nakað serligt hóvasták vann 5-1 á tvørámonnum.
TB hevur alla kappingina ligið niðast saman við Sumba og ÍF, og tá Sumba fyri tveimum vikum síðani fekk eitt stig burtur úr heimadystinum móti VB, gjørdist tað rættiliga greitt, at TB fór at fáa sera trupult við at sleppa av niðasta plássinum, sum ber beinleiðis niðurflyting til 2. deild við sær.
Ikki tí, í teimum seinastu tveimum dystunum undan tí móti GÍ vantaði lítið í hjá TB at fáa stig. Fyrst taptu teir 3-2 á Toftum, eftir at teir høvdu verið á odda langt inni í dystinum, og í næstseinasta umfarinum hildu teir 0-0 í Runavík fram til miðjan seinna hálvleik, tá NSÍ fekk einasta málið í tí dystinum.
Hetta var ikki árið hjá TB, og avrikið móti GÍ leygardagin hevði heldur ikki 1. deildarstøði yvir sær. Tað skal sigast, at á TB-liðnum vantaðu fýra av teimum, sum hava havt fast pláss á liðnum ? Óli Johannesen, Pól F. Joensen, Dan Mortensen og Jan Albinus sótu allir uttanfyri við leikbanni. Royndin at fáa Eyðun »Gullok« Svalbard aftur frá Royn miseydnaðist eisini, men spurningurin er, um Gullok hevði gjørt tann stóra munin leygardagin.
Spældu fyri javnleikinum
Útgangsstøðið hjá TB var varligt. Teir vóru eitt stig aftanfyri Sumba, sum á heimavølli spældi móti KÍ. Tvørámenn roknaðu ikki við, at sumbingar fóru at fáa nakað stig har, og teir kundu tí klára seg við javnleiki, tí teir høvdu betri málmun enn oyggjafelagarnar sunnanfyri. Tí løgdu teir størsta dentin á verjupartin og satsaðu upp á kontramøguleikarnar. 0-0 hevði eisini verið nøktandi hjá TB.
Men allar hesar ætlanirnar oyðilegði Søren Skov Jørgensen longu tá 40 sekund vóru farin av dystinum. GÍ fekk hornaspark, sum danin, ið at byrja við kom til GÍ sum áleypari, men sum seinni varð fluttur aftur á miðjuna, og sum á Tvøroyri spældi í verjuni, setti í netið.
1-0 til GÍ, og TB kundi nú gloyma alt um defensiva spælið. Men tað gekk illa, og heimaliðið hevði í roynd og veru bert ein kjans allan fyrra hálvleik, tá Bogi Johannesen, sum var komin upp úr Danmark til dystin, úr góðari støðu sendi framvið málinum.
Gøtumenn áttu allan fyrra hálvleik og fingu skjótt spælið at koyra. Síðurnar vórðu nógv brúktar, og tá hálvur tími var farin, spældu teir seg ígjøgnum í vinstru álopssíðu. Henning Jarnskor hevði seinasta fótin á, eftir at hann hevði lokkað Rolf til at blotta seg, og so var 2-0.
Stutt áðrenn hálvleik økti Rúni Justinussen til 3-0 eftir eitt gott spælt kontraálop, og so stóð skriftin á vegginum. TB, sum ikki mátti tapa, hevði 45 minuttir til at fáa í minsta lagi trý mál, men spælið í fyrra hálvleiki vísti, at tað var ógjørligt.
Seinni hálvleikur var eisini júst settur í gongd, tá Magni Jarnskor rann inn um TB-verjuna og fekk fatur á einum langur diagonalbólti og økti til 4-0.
GÍ hevði framvegis møguleika fyri at taka fjórða plássið frá NSÍ og sostatt sleppa við í intertoto-kappingina komandi summar, og tað hevur eisini verið einasta gularótin hjá gøtumonnum, síðani teir taptu í Vági miðskeiðis í august mánaði. Fyri at røkka hesum málinum skuldu teir vinna á Tvøroyri, samstundis sum NSÍ tapti á Toftum, og gøtumenn gjørdu sína skyldu. Tað vóru eini tíggju minuttir eftir, tá Súni Olsen fekk fatur á einum innleggi úr høgru síðu og skoraði til 5-0, áðrenn Sasha Radosavljevic fekk pyntað um úrslitið fáar minuttir seinni.
Steðgurin
stuttur hesaferð
Men úrslitið var greitt, og fyri TB merkti tað, at teir næsta ár skulu spæla í 2. deild. Tað hava teir gjørt fyrr ? í 1989 og í 1997, so steðgurin í bestu deildini gjørdist stuttur hesaferð.
Liðið hevur verið nógv plágað av leikbannum í ár ? onkur segði, at teir høvdu fingið tilsamans 57 gul kort ? tað er trý í miðal hvønn dyst. Og so eru tey reyðu kortini ikki tald við!
Harafturat hava teir heldur ikki havt hepnið við sær, og tá verður tað sera tungt. Um TB megnar at spæla seg upp aftur í 1. deild beinanvegin, veldst um so nógv, men at tað verður málið fyri 1999, er lítið at ivast í. Millum glottarnar á Tvøroyri er, at 4. deildarliðið vann sær uppflyting til 3. deild, og sostatt verður lopið upp til fremsta liðið ikki so stórt næsta ár.
Fyri GÍ var leygardagin sera væleydnaður. Sum áður nevnt spældu teir fyri fjórða plássinum, og tá B68 í evstu løtu skoraði sigursmálið móti NSÍ á Toftum, fóru gøtumenn framum NSÍ á støðutalvuni. Tað merkir, at GÍ fær pláss í intertoto-kappingini komandi ár, og harafturat eru teir fremsta lið í Eysturoynni ? og tað hevur ikki so lítið at siga hjá teimum.









