Nýmálaði brandguli handilin stendur kroystur uppat vegnum. Tá hurðarnar inn í handilin latast upp, fært tú tó ikki eina kenslu av, at handilin hevur rundað tey hálvthundrað árini. Handilin er tykist vera nýggjari enn so, og dámurin inni er sum í einum hvørjum øðrum kolonial handli íHavn. Teir hava megnað at fylgt við tíðini, og handilin er tískil ikki avoldaður.
Tað, sum tú tó ikki grunar við fyrsta eygnakast, er, at hesin handilin hevur eina áhugaverdari søgu enn aðrir.
Hevði loyniliga uppskrift
- Pápi fór undir at handla fyrst í 30unum, og hetta vóru sera ringar tíðir í Føroyum og kring heimin. Tí var ofta sera tungt at fáa tað at mala runt, og fleiri handilsmenn vóru í Havnini tá, sigur Arne Andreasen.
Handilin helt til í fleiri ymsum húsum kring um í býnum, alt eftir hvar pláss var.
Handilsvirksemið var tó ikki nóg mikið til húsarhaldið, og tí mátti finnast uppá ráð. Onkur bað hann fara undir at gera ís og selja úti á gøtuni í býnum. Hetta vísti seg at vera eitt frálíkt hugskot, tí ísurin gjørdist væl umtóktur millum havnabúgvar.
- Pápi kom fram til eina sera góða uppskrift til ísin, so hann gjørdist sera vælsmakkandi. Hann helt hana tó loyniliga fyri øllum, og eingin fekk at vita, hvat tað var fyri evni, sum pápi nýtti fyri at fáa tann serliga smakkin, sigur Arne.
Tað hendi tó meira enn so, at fólk komu inn, meðan Johannes gjørdi ís fyri at sneyta eftir uppskriftini. Johannes var tó avgjørdur, og hann var altíð einsamallur, tá hann lat loyniliga innihaldið úti ísin.
Palle Bager lærdi Johannes at gera ísin, og tað vóru fleiri í Havn um tað mundið, sum eisini gjørdu ís heima. Sonurin Arne tók sær ofta av at gera ísin, og tað var ikki hvør maður, sum var førur fyri at gera ís, tí tað var tungt arbeiði.
- Eg kundi ikki torga at gera ís, tí tað er tað strævnasta og tyngsta arbeiðið, eg nakrantíð havi roynt. Tú mátti sita og vinda í næstan ein tíma, áðrenn ísurin var klárur at selja. Hetta gav eisini góða armstyrki, minnist Arne.
Tá ísurin var liðugur, varð hann trillaður á súkklu oman í miðbýin, har hann varð seldur. Onkran góðan dag kundi sølan vera eini tríggjar spannir av ísi. Ein spann var tað minsta, tey plagdu at selja.
Seinni fingu tey ein elektromotor, sum gjørdi arbeiðið, so tað slapst undan at sita og vinda. Hesin helt tó ikki leingi, tí stutt eftir fingu tey veksilstreym, og motorurin kundi bara nýtast til javnstreym.
Stutt eftir at handilin flutti út á Grønlandsvegin, góvust tey við at gera ís. Orsøkin var, at tollur varð lagdur á ísin, og eisini varð álagt, at øll innihaldsevnini vórðu uppgivin.
Fjakkarin Johannes
Handilin ber navnið hjá manninum, sum fekk handilin upp at standa. Johannes Andreasen var borin í heim í Hvalba í 1894, og fór til skips sum vanligt var tá á døgum bara 14 ára gamal.
- Pápi hevur havt eitt ótrúliga spennandi og hendingaríkt lív. Eg sigi tó ikki, at tað altíð var so hugaligt, men merkt av hørðum arbeiði, sigur Arne Andreasen, sonur Johannes.
Eftir trý ár á sjónum gekk leiðin út í heim. Danmark var fyrsti steðgurin, har hann arbeiddi í Hillerød. Hugurin um tað mundið lá tó longri úti í heimi. Í 1914 fór hann til høvuðsstaðin í Noregi, Oslo, sum tá kallaðist Kristiania. Haðani gekk leiðin við eini finskari fýra mastraðari bark til Melbourne í Australia. Eftir fýra mánaðar á sjónum rýmdi Johannes í land, og steðgurin var trý ár í landinum "Down Under".
Í 1917, tá fyrri heimsbardagi leið móti endanum, legði Johannes leiðina tvørturum Kyrrahavið til Amerika, har hann royndi at finna eydnuna. Aftur her fór hann av skipinum og í land, har hann var við einum sleipibáti í havnini í New York. Var í hesum arbeiði í fýra mánaðir, áðrenn hann fór til Minneapolis í statinum Minnesota.
Violinspæl hevði Johannes lært í Australia, og hesum helt hann fram við í Minneapolis. Her búði hann til 1921. Ein av hansara kenningum segði myndugleikunum, at Johannes ikki hevði loyvi at vera í landinum, og tí varð hann handtikin og sendur heim til Føroyar. Meðan Jóhannes búði í New York, fekk hann ein dagin vitjan úr Føroyum. Thorstein Arge, sum var bróðir Niels Arge, var farin til USA , og hann støkk einaferð inn á gólvið í íbúðini hjá Johannesi.
Finnir maka í Rotterdam
Eftir bara tvey ár í Føroyum fór Jóhannes til Danmarkar í 1923 at royna seg sum tónleikara á matstovum í Keypmannahavn. Hesum helt hann ikki leingi á við, men fór aftur út á hav at vinna til lívsins uppihald. Johannes var við fleiri skipum í hesum tíðarskeiðnum til 1931, tá hann møtir Hjørdis, sum var úr Noregi. Tey bæði funnu saman í Rotterdam, har hon arbeiddi á norsku sjómanskirkjuni. Tá Johannes fyrstu ferð kom til sjómanskirkjuna í Rotterdam, møtti hann Viggo Dahl Christiansen. Presturin bað Johannes fara avstað aftur, tí kirkjan var ikki opin tann dagin, men aftanfyri prestin stendur Viggo. Johannes hevði undirvíst Viggo í violinspæli, tá hann búði í Havn frá 1921-23. Teir høvdu tá ikki sæð hvønn annan í fleiri ár. Tá teir møttust aftur í Rotterdam, lupu teir um hálsin hvør á øðrum í berari gleði.
- Eitt av skipunum, ið pápi var við, kallaðist Kastelholm, sum varð minusprongt í 1942 vestanfyri Føroyar. Manningin kom øll inn á Sjómansheimið, og tá hann frætti tíðindini, fór hann við sjógv á bak oman at vita, um hann kundi hitta manningina. Teir vóru tá júst farnir út á ein enskan trolara, sum skuldi føra teir víðari. Pápi fekk at vita, at skiparin var tann sami, sum førdi skipið, tá hann sjálvur var við. Hann iðraði seg nógv um, at honum ikki eydnaðist at hitta skiparan, sigur Arne.
Johannes fór heimaftur til Føroyar í 1931, og hann giftist Hjørdis árið eftir. Johannes andaðist í 1968, meðan Hjørdis varð borin í kirkjugarðin í 1984.
Bygdi í Grønlandi
Johannes og konan gjørdu enn eitt rend út um landoddarnar beint eftir kríggið. Tey lótu handil upp í Danmark, men komu heimaftur í 1947. Trý ár seinni varð húsið bygt í Grønlandi. Tey høvdu handil og heim í sama bygningi tá.
- Pápi bardist fyri at fáa loyvi at byggja heilt út til vegin, sjálvt um býráðið noktaði fyrstu ferð. Tað var týðandi tá, at hava eina inngongd á gøtuhorninum. Tá varð ikki hugsað um, at bilar skuldu kunna setast uttanfyri, tí teir kundu kanska teljast á aðrari hondini, sigur Arne.
Gólvíddin í handlinum er nógv økt, síðan latið varð upp fyri 50 árum síðan. Um hugt verður uppundir loftið ber til at síggja, hvussu tey hava tikið fleiri og fleiri rúm við í handilin seinasu árini. Fýra ferðir er gólvplássið í handlinum víðkað.
Handilin verður nú rikin av brøðrunum Peri og Kára. Teir hava tikið við eftir pápan, Arna, ið tók við eftir Johannes. Handilin verður tískil rikin av triðja ættarliði.
- Eg gekk í preliminer skúla, tá handilin lat upp í nýggjum hølum í 1950. Tvey ár seinni fór eg at arbeiða í handlinum, men tíðirnar vóru sera ringar, og eg gavst eftir eitt hálvt ár, tí ov lítið var at gera. Umsetningurin mundi ofta verða um tær túsund krónurnar um mánaðin, sigur Arne.
Arne tókst við ymiskt fyrifallandi arbeiði, inntil pápin aftur heitti á hann um at taka yvir eftir seg og reka handilin. Hetta var í 1957. Húsini har um leiðir stóðu ikki so tøtt tá sum nú, men so hvørt sum fleiri hús løgdust afturat í grannalagnum, vaks kundagrundarlagið hjá handlinum.
Ígjøgnum árini er handilin broyttur nógv. Í 1965 varð farið yvir til sjálvtøku, og so er handilin vaksin so hvørt. Í 1974 flutti familjan úr bygninginum, har handilin er, og bygdu eini sethús nærhendis.
- Nógv er broytt síðan handilin lat upp her úti, sigur Arne, tá var ikki vanligt, at handilsmenn keyptu vørur fyri fimm krónur og seldu fyri fýra, sum ofta hendir nú, leggur Arne læandi afturat.
- Eg havi fingið bæði skolur og rós frá kundum hesi mongu árini, men tú mást bara møta teimum við einum smíli og royna at taka tað til eftirtektar, sum kundin sigur, sigur Arne.
Uppfinningarsamir
Ikki kann sigast annað, enn at uppfinningarsemi er ættarbregði. Tá Johannesi í 30unum vantaði pening fyri at fáa alt at hanga saman, fór hann undir at gera ís. Tá vit fingu ringar tíðir í Føroyum fyri eini tíggju árum síðan, fór handilin at selja døgurðamat sum eitt gott ískoyti til vanligu søluna.
- Tá kom aftur tað alternativa fram í okkum á sama hátt sum við ísinum, greiðir Arne frá. Diskurin til heita matin kom longu í 1986, men varð ikki tikin í nýtslu fyrr enn eini trý-fýra ár seinni. Tað byrjaði í smáum, men er nú komið í eina fasta legu.
Handilin hevur staðið í sama staði í hálvthundrað ár, men feðgarnir vænta ikki, at hann verður verandi í hálvthundrað ár afturat. Til tað er umstøðurnar ov trongligar, men ætlanir eru tó ikki um at flyta ella lata aftur í bræði.
Alternativu handilsmenninir úti í Grønlandi finna tó altíð uppá ráð.