Heilsumálaráðharrin græt

Bo Wallenberg, leiðari í "Skandinaviska Barnmissionen", hevur verið í Føroyum við børnunum úr Tjernobyl. Blaðið hitti hann mánamorgunin, tá hann var á veg av landinum aftur. Hann er sera væl nøgdur við tiltakið, føroyavitjanina og stóra gestablídni, ið føroyingar hava víst.

? Slíkan blíðskap havi eg ikki upplivað áður, sigur hann.

- Eg byrjaði við missiónsarbeiði saman við pápa mínum, ið legði lunnar undir arbeiðið, sigur Bo Wallenberg.

? Pápi mín var kendur undirhaldari. Í yvir 25 ár ferðaðist hann í norðurlondum, men í 1977 kom hann til trúgv. Hann kendi tað so, at hann altíð hevði givið fólki gleði í 1 1/2 tíma. Nú vildi hann geva teimum gleði restina av lívinum. Av ymsum orsøkum endaði hann á Filipsoyggjunum, har hann skuldu luttaka í sjónvarpi, men einki spurdist burturúr. Hann leitaði so eftir einari kirkju, tí hann vildi sleppa at siga onkrum um frelsu sína. Hann væntaði at finna eina stóra kirkju, tá hann kom í sínum fína, bláa klædningi, men kirkjan lá við stóra ruskdungan, og teir um hundrað lurtararnir høvdu valla klæði á kroppinum. Pápi hevði biðið Gud senda seg, har eingin annar vildi fara, og hann skilti, at kirkjan tann mánaðan hevði havt ein dollara í inntøku. Pápi hevði jú fleiri hundrað dollarar, ið hann skuldi keypa tinganest fyri, sum vanligt er, tá vesturlendingar ferðast. Presturin greiddi frá, at 16 dreingir vóru, ið ikki áttu nakran góðan. Pápi lat pengar sínar og bað prestin taka sær av dreingjunum. Síðani vendi pápi heim at greiða frá um frelsu sína og um tað, hann hevði sæð. Áhugin var sjálvsagt stórur, at fáa henda kenda mann at greiða frá, og nakað soleiðis byrjaði arbeiðið, greiðir Bo Wallenberg frá.

?

Tjernobyl

Tá arbeiddu vit bert á Filipsoyggjunum. Ein dagin spurgdi ein kvinna, um eg hevði hjarta fyri børnum úr Tjernobyl. Eg visti lítið og einki um Tjernobyl, næstan ikki hvar tað var. Hetta var í 1992. Men síðani segði hon, at Gud hevði sagt, at eg skuldi hjálpa henni. Um eitt menniskja sigur soleiðis, so er viðkomandi antin ikki í ordan, ella hevur Gud veruliga sagt so, greiðir Bo Wallenberg frá.

- Eg bað hana koma at hitta meg á skrivstovuni og hon segði mær sína serstøku lívssøgu, og at hon hevði fingið í hjartað, at hon vildi arbeiða fyri Tjernobyl, og um, hvussu Gud hevði sagt, at eg skuldi hjálpa.

- Hetta var mánadag. Hósdag sat eg í flogfari ávegis til Ukraina. Tá eg á fyrsta sinni kom, var endamálið at bjarga kristnum fólki, ið høvdu sitið í Sibiria. Tá tey komu heim, hevði kommunistastýrið tikið alt frá teimum. Síðani havi eg verið har 78 ferðir í fimm ár. Eg var millum tey fyrstu, ið kom inn í Ukraina, eftir at kommunisman fall, sigur Bo Wallenberg, ella Bosse, sum hann vanliga verður nevndur.


Sett føst fyri trúgv sína

- Har hitti eg fólk, ið hvørki áttu mat, skógvar ella klæði og eg skammaði meg, so gott sum vit høvdu tað. Vit bygdu flottar kirkjur, meðan fólk her ikki áttu klæði á kroppin, og her høvdu tey sitið í Sibiria í minst 15 ár fyri trúgv sína, sigur Bosse.

- Eg fekk síðani fatur á einum lítlum bili, við einum lítlum vogni við neyðhjálp. Uttanfyri einu kirkjuna, har eg lat hjálpina, stóð ein gamal maður, ið hevði verið í Sibiria. Hann hevði jakka og buksur, men ikki skjúrtu ella hosur og har stóð hann í kavanum, greiðir Bo Wallenberg frá.

- Presturin segði mær, at maðurin hevði latið markina, ið kirkjan stóð á. Markin, ella akurin, var alt hann átti. Eg skammaðist so, tí júst tá bygdu vit í Svøríki eina kirkju fyri 80 milliónir. So græt eg, men gamli maðurin spurgdi hví eg græt. Eg greiddi honum frá, men hann segði, at eg skuldi ikki gráta, tí áður heystaði hann einaferð árliga, men nú heystaði hann dagliga.


30 tons av neyðhjálp

? Heimkomin greiddi eg frá upplivingum mínum í nærvarpi, og uppá ein dag fingu vit 6 tons av neyðhjálp. Tá vikan var at enda komin, vóru 30 tons, sigur Bosse.

? Siðani kom svenski staturin uppí, og vit sendu eisini bønarbrøv út um, at okkum nýttist bussar og lastbilar. Vit fingu alt ókeypis og byrjaðu at senda hjálpina avstað, men hjálpin var so stór, at kirkjurnar, har vit hjálptu, nærum ikki fingu tikið ímóti.

? Vit fingu lagt støði undir tætt samstarv við heilsumálastýrið og socialmálastýrið har yviri, arbeiðið vaks og í dag taka vit okkum av tveyhundraðtúsund fólkum árliga í Ukraina, sigur Bosse, og greiðir frá, at arbeiðið jú vaks frá at snúgva seg um nøkur krisitin fólk úr Sibiria, til eisini at snúgva seg um børnini úr Tjernobyl, ið eru í størstu neyðini.

? Vit hava klædnabúðir, ið minna um "second-hand"-handlar. Socialarbeiðarar velja so út tey allar fátækastu og familjur teirra. Hesi fáa so ein seðil, við boðum um at koma tá og tá at royna klæðir, greiðir Bosse frá.

? Eg fekk skrivstovu hjá heilsumálastýrinum og vit hava innflutt eini 10 tons av heilivági til Ukraina, meira enn 1000 sjúkrasengur og ymsa læknaútgerð. Eisini hava vit fingið heilsumálaráðharran sum góða vinmann, sigur Bo Wallenberg.


Heilsumálaráðharrin græt

- Ein dagin ringir heilsumálaráðharrin og bað meg koma á skrivstovuna. Tá eg kom, hevði hann tár í eygunum. Hann greiddi frá, at hann stóð við størsta trupulleikanum nakrantíð. 1o ár eftir, at fólk hava verið fyri geislavirknari stráling, er trupuleikin komin niður í genini og somuleiðis eru trupulleikarnir stórir hesum viðvíkjandi 10 ár fram. Hiroshima og Nagasaki prógva hetta, sigur Bosse.

- Ráðharrin greiddi mær frá, at talið á børnum, ið føðast við ymsum brekum, var økt við 800%. Vit hava onga útgerð og læknar okkara eta bert breyð og drekka te og svíma undir arbeiðinum. Vit megna ikki at taka ímóti børnum okkara.

- Síðani vísti hann mær tølini, ið vístu, at tað vóru 123.000 tjernobylbørn, ið høvdu tørv á at koma burtur, greiðir Bo Wallenberg frá.

- Ráðharrin greiddi mær frá, at staturin bert hevði pening til at taka sær av tjúgutúsund børnum, so hundraðtúsund børnum var deyðin vísur, um eingin gjørdi nakað, og síðani bað ráðharrin um mína hjálp, sigur Bo Wallenberg

? Tá vaks ætlanin fram í hjartanum og eg segði; "Gud, er tað tú, ið kallar meg, so vil eg fegin gera tað lítla eg kann", sigur Bosse.

- Heimkomin fór eg at spyrja meg fyri í kirkjum og samkomum, um tey møguliga vildu tikið sær av einum bólki uppá 30 børn ein mánaða, um vit tóku ábyrgd av flutninginum frá Ukraina til norðurlond.

- Vit hava fingið játtandi svar og í ár hevði eg upp á eingang 260 børn við í ferðini. Eg fór til Ukraina og vit komu aftur í 6 bussum. Ein bólkur er í Noreg, tríggir í Svøríki, tveir bólkar í Danmark og tveir í Føroyum. Børnini eru millum 8 og 16 ár, tí teimum yvir 8 leingist ikki so illa heim og tey yvir 15 - 16 byrja at hyggja nakað nógv eftir dreingjum og gentum, sigur Bosse, og smílist væl nøgdur.


"High- spot" økini og blóðkrabbi

Vit hava verið í samband við sonevnd "High-spot" øki. Tá vanlukkan hendi í Tjernobyl, fór geislavikið burturkast upp í luftina og ferðaðist norðureftir og datt niður ymsastaðir. Tey fólkini vistu ikki av hesum og hava livað, sum einki var hent. Tey hava jú etið mat hvønn dag, og fingið geislavirkni í magan og tað fer so í kroppin og brýtur niður immunskipanina. Endin er, at blóðkrabbi ger seg galdandi og deyðin er vísur. Vit velja út tey børn, ið eru so sjúk, at tey hava møguleika at fáa blóðkrabba, men hava ikki fingið sjúkuna enn. Vit skrúva so at siga tíðina aftur, við at taka tey til Føroya ein mánaða. Vit reinsa magar teirra og byggja sostatt upp immunskipanina. Tá tey fara heimaftur, klára tey seg í 6 mánaðar og upp til 3 ár, áðrenn tíð er at koma úr økinum aftur, alt eftir, hvussu nógv dálking er í økinum, sigur Bosse.


Sorgarleikir

? Tað liggur okkurt um eitt ára arbeiði aftanfyri, áðrenn børnini eru her. Bara ein smálutur, sum tað, at børn í Ukraina hava ikki loyvi at hava pass, gevur trupulleikar. Hetta ger, at hvørt barn skal hava serloyvi, fyri at fáa eitt slíkt. Síðani mugu foreldrini, ið ongantíð hava verið uttanfyri bygdina, ferðast við hestavogni, ella hvat tað kann vera, til næsta bý, fyri at fáa tikið passmynd. So mugu vit gjalda, tí pening hava tey ikki, og vit mugu gera papírarbeiðið og tosa við mynduleikar, og eisini mugu vit hava loyvi frá foreldrum at ferðast við barninum, tí skuldi okkurt barn fingið sjúku undir t.d. vitjanini í Føroyum, so má slíkt vera í lagið, sigur Bosse, ið tó fegnast, tí enn er eingin vorðin sjúkur og eingin er deyður.

- Tó hava vit havt sorgarleikir, tí tað er meir enn so hent, at tá børnini eru komin heim, so eru foreldrini deyð, sigur Bosse.


Ferðast ókeypis í Føroyum

Fólk siga ofta, at børni vóru jú so vakurt ílatin, tá tey komu, og tey skilja ikki, at tørvur er á klæðum. Orsøkin er, at eg kann jú ikki ferðast við naknum børnum. Tey fáa eitt sett av klæðum frá okkum, tá tey fara úr Ukraina, sigur Bosse.

- Einasti trupulleiki viðvíkjandi Føroyum er, at tit liggja so langt burtur, at flúgvast má til Føroya. Men í ár, eins og fyrra árið, fingu vit lagaligar treytir frá Maersk Air og ferjurnar í Føroyum hava siglt ókeypis við okkum. Vit hava eitt grønt kort, so vit kunnu ferðast, sum vit vilja millum oyggjarnar. Hotel Hafnia hevur boðið børnunum at búgva og eta ókeypis, tá tey eru ávegis heimaftur, og soleiðis er tað allastaðir í Føroyum, har vit koma, og slíkan bliðskap havi eg ikki upplivað áður, sigur Bosse, ið er glaður fyri føroyska blíðskapin.

Børnini fáa klæðir og blíðskap, jú føroyingar eru blíðir, sigur Bosse, og letur seg í nýggju, føoysku troyggjuna, ið hann hevur fingið.


Faroe Village

Stórt arbeiðið fer eisini fram á Filipsoyggjunum, har arbeiðið upprunaliga byrjaði.

Hyggja vit í blaðið, sum Skandinaviska Barnamissiónin gevur út, "Det oppna Hjartat", so er eisini mynd av Faroe Village. 30 tyfon-trygg hús og ein skúli mynda bygdina, ið føroyingar hava latið til hjálpararbeiðið á Filipsoyggjunum. Húsini eru á oynni Capiz.