ÍSLANDSFERÐ
Sólvit Simonsen
Fyrri partur
Aftan á at hava tosað við Petur M. Petersen á kunningarstovuni í Fuglafirði, heitti hann á meg, um at skriva eina frágreiðing frá túrinum í Íslandi, og ætli eg at royna tað, hóast nú er tíð fráliðin. Orsøkin til at eg var við, var tann, at leiðarin á kunningarstovuni her á Sandi bleiv sjúk, og stóð tað mær í boði at fara; eg ivaðist ikki, men fór avstað.
Vit fóru úr Vágum t. 1/3-04 við flogfari og høvdu sera góðan túr yvir til Íslands, og blíðskapurin umborð á flogfarinum var góður, sum hann altíð er í føroyska flogfarinum.
Vit komu til Reykjavíkar og vóru móttikin av tí brosandi Dávídi Samuelssyni, sum er hálvur føroyingur. Hann hevur búð eina tíð í Føroyum og tosaði føroyskt. Hann bleiv ferðaleiðari hjá okkum allan túrin, so har vóru vit sera heppin.
Fyrsta vit gjørdu, var at fara inn á Reykjarvíkar Information. Okkum var boðið upp á ovasta loft í eitt fitt rúm, har tey bjóðaðu okkum roykt ross, royktan lomviga og sterkan íslendskan ost.
Síðani fóru vit í Icelantic Tourist Board. Har bleiv frágreiðing givin á enskum tungumáli, og tað var veikleikin hjá mær fyri túrin, at tá ið tosað verður ov týtt, fái eg onki við av tí, ið sagt verður. Men blíðskapur var somuleiðis á ovasta lofti við kaffi og køkum.
Síðani varð farið í Alþingshúsið. Vit stóðu á »Svølum Alþingis« (svalanum ella vit kenna kanska betur orðið balkon) sum teir rópa tað á Alþingi og hugdu, har ein nobel dama talaði fyri tómum sali; men tað bleiv sagt okkum, at alt bleiv tosað í sjónvarpi, so at alþingslimir kundu sita heima og lurta og soleiðis svara upp á tiltalu.
Kl.18 fóru vit við flogfari á Egilsstaðir, vit komu leiðina fram í øllum góðum, og vóru á sama hátt sera væl móttikin á Egilsstøðum. Okkum var boðið inn á tað nýggja hotellið, sum tey vóru sera stolt av, tað var dama í góðum árum, sum átti og hevði raksturin av hotellinum, og arbeiddi sín stóra part sjálv.Við gleði segði hon okkum, at hetta var fínasta hotelli í Íslandi.
Av Egilsstøðum gekk leiðin til Seyðisfjarðar. Har var móttøkan somuleiðis sera góð. Har kann eg nevna, at sonur Hans í Andarisa, hesin Hans er heimasandsmaður, sum giftur er og býr á Seyðisfirði, var og tók ímóti okkum. Hann er borgarstjóri á Seyðisfirði. Á Seyðisfirði hava seyðfirðingar keypt hotel, eini stór eldri hús, sum tey brúka til matstovu og nøkur seingjapláss, og so høvdu tey tvey hús afturat, sum tey brúktu til seingjapláss, tá ið tørvur var á tí. Teir byrjaðu við einum húsi, settu tey so í pant og stovnaðu síðan partafelag. Eitt ungt par, sum hevði verið í Danmørk og fingið sær útbúgving, dreiv hotellið. Har á hotellinum vóru vit biðin um ein og ein at reisa okkum úr sessi og siga hvaðani vit vóru frá og sjálvandi navngeva okkum.
Týsdagur t. 2/3´04
Petur M. Petersen og eg sjálvur vóru einastu menn, sum svóðu í húsinum, har ið matstovan var. Vit tørnaðu út kl. 07:30, tá komu eisini øll hini, sum høvdu sovið í einum húsi úti í býnum. Tey lótu øll sera væl at, og høvdu havt eina góða náttarhvílu. Tá var Hans í Andarisa komin at heilsa upp á okkum. Sami blíðskapur, sum ein minnist, sum yngri í Andarisa. Hann beyð mær inn á gólvið heima hjá sær, men eg vildi ikki fara frá ferðafeløgunum. Síðani fóru vit at hyggja at einari gamlari smiðju, sum teir høvdu varðveitt, alt tað gamla var varðveitt og hildið við líka, og eldurin brendi á essuni. Hendan smiðjan hevði verið arbeiðsplássið hjá Hansi í eldri árum, aftan á at hann gavst sum sjómaður. Hans er í dag 84 ára gamal.
Haðani fóru vit inn í Føroyahúsið, teir kalla. Terminalur spildur nýggjur sum teir hava bygt til Norrönu. Sera fínur, væl gjørdur sum móttøku- og fráfaringarpláss, og var hann 500 fermetrar til støddar.
Harnæst varð tað maður, sum æt Jónas Halgrímsson, hann var nevndarlimur í Smyril Line, saman við havnastjóranum, sum beyð okkum inn á kunningarstovuna og havnarskrivstovuna. Aftan á at hava víst okkum vælvirkandi skrivstovur, var okkum aftur boðið upp á eitt blíðskapskamar á loftinum, har bleiv boðið okkum turran fisk, hávkarl og ymisk sløg av brennivíni. Blíðskapur um ein háls. Tá ið vit nærkaðust skrivstovuni, veittraði tað føroyska flaggið og beyð okkum vælkomin. Slíkt rørdi hjarta.
Vit fóru tá aftur á Egilsstaðir, har vit ótu døgverða á einum gomlum bóndagarði, sum var umbygdur til hotell. Har var Petur M úr Fuglafirði ógvuliga fegin um at verða uppvartaður av somu familju, sum abbi hansara hevði samskift við fyri eitthundrað árum síðani, tá ið hann róði út í Íslandi.
Síðani varð farið avstað við bussi suðureftir. Við steðgaðu á Reyðafirði. Har fóru vit á sjósavn. Har var nógv áhugavert at síggja, t. d. hópur av føroyskum tilfari. Har var eitt model av sluppuni Mariu, sum Niels Midjord hevði gjørt. Hetta modellið steðgaði eg við, tí eg minntist aftur á tíðina, tá ið »Maria« mestsum koyrdi heima á Sandi. Bjarni Sandoy, sáli, førdi hana, og hon var manna við sandingum.
Vit vóru eisini inni í einum gomlum handli, sum teir høvdu varðveitt, og var hetta sera áhugavert. Inni á kunningarstovuni, fingu vit ymisk sløg av turrum fiski at smakka. Smáir bitar í posa, minnir um smáar kipsposar. Deiligt at hava undir tonnini. Hetta varð framleitt har á staðnum.
Harnæst fóru vit á Egilsstaðir, har vit koyrdu runt, tá gekk tíðin undan; men álíkavæl góðu vit okkum góða tíð at hyggja eftir byrgingum, teir høvdu gjørt ímóti skalvalopi. Tá var ódnarveður, stormur og regn. Vit máttu ganga niðan, men vit strembaðu ímóti veðrinum. Tað var stórverk ið teir har høvðu gjørt.
Síðani koyrdu vit aftur í móti Egilsstøðum, har vit skuldu í flogfarið, men flogfarið fleyg ikki vegna ódnarveðrið, ið var. Eisini bleiv sagt, at toran hevði sligið niður í flogfarið, so at tað mátti eftirkannast. Eg gloymdi at skriva um flogferðina til Egilsstaðir, at flogskiparin segði í hátalaranum, at ísur var lagdur á propellurnar, so hann mátti koyra meira á motorin. Tað helt eg vera nervapirrandi.....
Tá ið vit komu á Egilsstaðir og ikki sluppu í flogfarið, helt Dávíd, at vit skuldu fara inn á ein rossagarð. Vit vóru varug við, at Dávíd og vertsfólkini vóru serliga væl og fingu tá at vita, at hettar var systir hansara Ragnheiður Samuelsdóttir, sum átti garðin saman við manninum Stéfani Sveinssyni. Rossini brúktu tey til útleigan og til sølu. Har borðreiddu tey við góðari heitari súpan, sum smakkaði sera væl í óveðrinum. Í hesum húsi tóku tey ímóti ferðandi. Tey høvdu gjørt kømur í kjallaranum og høvdu stóran køk, sum eisini kundi borðreiðast í, sum eini vanlig hús í Føroyum. Eg spurdi um tey høvdu gistingarloyvi frá myndugleikunum, og tað var beinanvegin, so lá tað skrivliga loyvið hjá teimum á borðinum, og søgdu tey mær, at einasta myndugleikarnir kannaðu gjølla var, hvussu umstøðurnar vóru til at sova. Eg hugsaði við mær, at tað bleiv meira strammað at í Føroyum.
Tá ið tørnast skuldi inn, beyð Dávíd Peturi og mær at sova á nýggja hotelli, við tað at vit høvdu sovið á einum eldri gistingarhúsi á Seyðisfirði. Petur M vildi heldur sleppa at gista á tí eldra, har abbi hansara hevði búleikast á yngi árum, so tað blivu John Eysturoy, Kristian Olsen og eg sjálvur, sum gistu á tí nýggja hotellinum.










