Uni Arge
Fleiri áhugaverd sjónarmið eru komin fram í sambandi við málstríðið, ið tók seg upp herfyri, og eitt, ið tykist ganga aftur hjá teimum, sum harmast um, at føroyskt allatíðina verður ment, er, at teir óttast fyri mentanarligari avbyrging. Regin Eikhólm nevndi hendan vandan í Eygsjón herfyri, Heri Mohr nevnir nakað tað sama í lesarabrævi leygardagin, og Hanus Kamban hevur í øðrum samanhangi harmast um, at ov lítið flog er yvir føroyskari kjakmentan, tí vit sambært honum førka okkum ov langt frá klassiskum mentanum.
Allir hava teir rætt í, at tað er ein vanlukka fyri eitt fólk, um tað verður andliga avbyrgt og mentanarliga einoygt, men tað haldi nú ikki, at føroyingar eru. Úr egnum jørðildi hava føroyingar skapt egin virðir og egnan vísdóm, og tær nýtist ikki blaða leingi í bókum við føroyskum orðatøkum fyri at síggja, at burtur úr føroyskum gerandislívi skaptust bæði klókskapur, skemt og spei, sum ikki standa aftan fyri klókskap, skemt og spei úr øðrum mentanum. Men rætt er, at vit kunnu ikki liva av egnum íblástri eina, og tí tørvar okkum eisini íblástur úr altjóða samfelagnum.
Hendan íblásturin hava vit eisini fingið í stóran stíl seinastu 200 árini, og hann verður framvegis borin okkum gjøgnum bókmentir, skúla og fjølmiðlar. Tá tjóðskaparrørslan fór til verka um 1880, komst tað júst av íblástri uttaneftir, og spírin til hana varð lagdur longu í sambandi við fronsku kollveltingina í 1789. Við íblástri haðani kendi Nólsoyar Páll seg frælsan í hjarta, bygdi skip og vildi reka frían handil, men slapp ikki fyri einum embætismannavaldi, ið vildi køva hansara vilja og binda hann niður. Hansara speiska viðmerking til alla mótstøðuna var Fuglakvæðið.
Onki kundi tó temja frælsisvindarnar, ið vóru farnir at blæsa, og tí kom løtan eisini, at kongsins einaræði í Keypmannahavn mátti lúta. Við grundlógini í 1849 varð einaræðið avtikið, og danskarar fingu fólkaræði. Søgan um, hvussu danskarar vildu hava Ísland og Føroyar inn undir grundlógina, er kend. Á tjóðfundi í Reykjavík noktaðu íslendingar við Jón Sigurðsson á odda at ganga undir grundlógina. Í Føroyum varð ongin spurdur yvirhøvur, hóast eitt nú sálmaskaldið og presturin, N.F.S. Grundtvig, í ríkisdegnum mælti staðiliga til, at føroyingar sum egið fólk vórðu spurdir, hvat teir sjálvir vildu.
Grundlógin varð okkum sostatt givin sum ein einvegis samtykt úr Keypmannahavn, og um hetta var gott ella ringt, er ein spurningur, sum má svarast eftir politiskari sannføring. Men ein veruleiki er tað, at frælsisvindarnir úr Fraklandi, ið kíndu húsatekjunum í Danmark, eisini fóru at suða í føroyskum fjøllum. Mentanarliga kom tað til sjóndar við Hammershaimb og skriftmálinum í 1846. Politiskt gekk Niels Winther á odda við ágangandi blaðskriving og var við til at fáa løgtingið endurreist í 1852. Vinnuliga loysnaðu bondini, tá einahandilin varð avtikin í 1856. Og um 1880 tók skipaða tjóðskaparrørslan seg so upp við krøvum um føroyska sjálvsmenning, málsliga endurreisn og framburð í øllum lutum.
Var hetta nalvaskoðan? Var hetta andlig avbyrging? Tað var tað als ikki. Gongdin var í fullum samsvari við rák á evropeiska meginlandinum og kanska eisini yviri í Amerika, sum hevði tikið loysing frá Onglandi, og hon var einasta gongda leið hjá føroyingum úr tí málsliga, vinnuliga og politiska myrkri, teir høvdu livað í øldirnar frammanundan. Áðrenn Nólsoyar Páll var meira ella minni øskukalt politiskt, mentanarliga og vinnuliga í Føroyum. Mál føroyinga lá í skeljum og var so illa bronglað av donskum, serliga í Havnini, at í Pæsastovu kendi Jens Christian Svabo seg um 1790 noyddan at skriva tað upp. Ikki fyri at geva fólki orðabøkur, men fyri at minna eftirtíðina á eitt mál, hann væntaði fór at doyggja út.
Ongin ivi er um, at tað, at føroyingar tosaðu danskt í kirkju og skúla fyrr í tíðini, hevði ta ávirkan, at føroyingar fingu gott samband við bæði klassisk mentanarlig fyribrigdi og sjálvan Várharra. Hetta mundi bara vera í lagi, tí lósu føroyingar als onki, fekst onki samband við nakran íblástur hvørki av meginlandinum ella úr erva. Men at siga, at danskt hevur verið portrið inn til alla klassiska mentan hjá føroyingum, og at føroyskt avbyrgir føroyingar frá hesum somu mentanum, er møsn, sum ikki hoyrir heima í føroyskum orðaskifti í 2009, men kanska kundi verið borið upp á mál í 1859 og ikki seinni enn 1909.
Upp í bókmentaligu klassikararnar í Evropa hoyra fornsøgurnar hjá íslendingum. Funnust tær ikki, var ongin Føroyingasøga, og fanst íslendskt málstríð ikki, var kanska als onki føroyskt málstríð, tí var tað nakað, sum gav eitt nú Fríðrikki Petersen og Jóannes Patursson íblástur til at menna føroyskt, so var tað íslendskt. Úr Onglandi eru eisini komnar ávirkanir higar, ikki minst í sambandi við sigling við sluppum, trolaralív og seinna heimsbardaga. Og sjálvandi hava vit eisini fingið miklan mentanarligan og málsligan íblástur úr Danmark. Men føroyskt stendur ikki á donskum, íslendskum ella enskum. Tað stendur á føroyskum við ávirkanum úr ymsum málum og er nú eitt væl ment og sjálvstøðugt mál.
Í dag kunnu vit staðfesta, at tey, sum fyri 100 árum síðan hildu uppá, at føroyskt var ein fjalladialekt, sum ikki kundi bera fram innastu tankar, fløktar samanhangir ella hava skaldsligt flog, fóru dyggiliga skeiv. Føroyskt kundi av sonnum hava flog. Kristin í Geil prógvaði tað í blaðskriving. Janus Djurhuus prógvaði tað í yrkingum. Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen prógvaðu tað í skúlaskapi og bókmentum. Heðin Brú, Martin Joensen og aðrir prógvaðu tað í skaldsøgum. Christian Matras og fleiri góvu okkum orðabøkur. Victor Danielsen og Jákup Dahl prógvaðu tað við at týða Bíbliuna. Vit fingu føroyskt í flest øllum viðurskiftum, eisini útvarpi, og føroyskt mennist framvegis. Í dag kjatta vit, senda teldupostar, gera sangir, spæla sjónleikir og skriva ungdómsbløð sum Mess á føroyskum. Málið livir og flytur seg inn í framtíðina.
Tí vænti eg ikki, at tað nyttar nakað at droyma seg aftur til dagarnar, tá Kingo, Brochmann og Grundtvig defineraðu hugsunarháttin hjá føroyingum, og danskir prestar førdu danskan málpolitikk gjøgnum føroysk nøvn. Fader Vor er vorðið Faðir Vár, men so ungt er føroyskt kortini sum høvuðsmál í Føroyum, at eldri fólk sjálvandi minnast og bera við sær arvin frá teirri tíðini, tá danskur hugsunarháttur og danskt mál ráddu í kirkju og skúla. Soleiðis umskarast farandi og komandi tíðir. Umráðandi er undir tílíkum umstøðum, at ongin verður útihýstur orsakað av síni bakgrund og arvaðu heimsmynd. Vit eru samfelagsborgarar úr ymsum tíðum í sama samfelag, og rúm má og skal sjálvandi vera fyri okkum øllum.