her, tá eg flutti hertil, eru ikki longur her, so tað er onki at siga til, at hetta er lítla bygd. Eg skal av bygdini til so at siga alt, tað veri seg til handils ella í kirkju. Men tað havi eg onki ímóti [...] hugsar ikki so nógv um, at Syðradalur er ein so lítil bygd, tí tað er so stutt til hinar bygdirnar. ? Eg eri ofta av bygdini. Bæði til arbeiðis í Klaksvík tveir dagar um vikuna, og so eisini til handils [...] hann mátti upp til eina eldri deild. Tá kundi hann ikki meira, tí so slapp hann ikki til hús aftur, tí Barsskor var givin at sigla, sigur Paulina, sum heldur tað vera synd fyri børnini og tey ungu í oynni
heim við. ? Eg haldi, at børnunum dámar sera væl at vitja Nósa. Tey hava glett seg nógv, og hava lært seg at syngja føðingardagssangin. Tað er stuttligt at síggja øll tey spentu børnini, og ikki minst, tá [...] at fáa vitjan av børnum, sigur eitt av starvsfólkunum í Føroya Banka í Klaksvík. Millum øll børnini, ið vóru til staðar, fingu vit okkum eitt prát við 6 ára gamla Hans. Hans gongur í barnagarðinum í Mylnuhúsinum [...] unum í barnagarðinum, Mylnuhúsið. Føðingardagurin vardi í umleið ein tíma. Tá fóru øll børnini spákandi aftur til barnagarðin, bæði mett og væl sett.
langari vakt, og ikki hava drukkið rúsdrekka. Um hon hevði tikið onnur evni móti møði, vildi hon ikki gera viðmerking til. -?Eg var ikki ávirkað av spiritus og kendi meg ikki so móða, at eg helt nakran vanda [...] áðrenn blaðið fór til prentingar, vil gera viðmerking til tað konkreta málið. Í fyrsta umfari er tað ikki vanligt at gera so, verður sagt, og í øðrum lagi siga allir partar, at teir hava ikki hoyrt um málið [...] málið og tí ikki kenna til tað, fyrr enn teir frætta um tað frá Sosialinum. Høgni Debes Joensen, landslækni, sigur, at hann vil ikki ger nakra viðmerking aðra enn, at hann ikki longur er setanarmyndugleiki
tað, sum eg fann útav øll árini, og tá eg so plagdi at siga við slíkar leiðarar, at hettar, sum fer fram í fríkirkjuni her, ikki samsvarar við tær heiløgu skriftirnar, so valdu teir annaðhvørt ikki at svara [...] nir« t.d. ikki drekka ella roykja. Og hesir eginleikar kunnu, eftir Petur'sa tykki, bara vera positivir. citat slut! Til hettar kann eg fyrst siga, og tað er at spyrja, hvørji eru ofrini til tess at tit [...] segði fyrr hesi orðini: Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at ríkið Guðs hoyrir slíkum til. Hvussu mong fekk hann so? 1% ella 2%? Eg meini so við, at kristindómurin í dag fyritrekkjur
Tað var meðan maður mín las í USA. Hann var har frá 1987 til 1989, og tá var eg heima í eitt heilt ár, men annars havi eg ikki búð her síðani eg flutti sum 23 ára gomul. Kaja og maðurin eiga sum sagt tríggjar [...] arbeiðir sera nógv og hart, men tá tey so ikki arbeiða, tá duga tey sera væl at sita saman og hugna sær til eina sosiala samveru. Og børnini verða borin á rygginum til tey eru um tvey ára aldur, so tað er eitt [...] millión limir í Nigeria. - Eg veit, at tað kanska ikki ljóðar av nógvum, tá ein hugsar um, at tað búgva 115 milliónir her, men vit skulu hava í huga, at tann fyrsti trúboðarin kom til Nigeria í 1913, sigur
teimu tríati. Tá eg kom til Danmarkar, fann eg út av, at tað eg hevði lisið mær til passaði ikki heilt. Mínar kenslur vóru soleiðis háttaðar, at eg var samkyndur. Eg hugsaði, eg skal ikki sita og pína meg [...] meg við at halda, at eg var nakað annað, enn eg var. Eg hugsaði, at eg kom nógv betri frá tí við at viðganga, at eg eri tann eg eri, sigur Bogi. Rólant hjálpti ? Eg hevði tey fyrstu árini í Danmark tosað [...] umhvørvinum, havi eg verið meira varin og kanska ov varin. Men hóast eg ikki havi verið so fríborin sum eitt nú Rólant, so vil eg hava viðurskiftini broytt í Føroyum. Eg vil fegin vera við til at fáa viðurskiftini
eingin vildi hava til granna. Hvussu sárt hevði tað ikki verið? Tíbetur eru ikki øll so ?lítil? og uttan at hava tikið mínar grannar í eið eri eg stoltur av at siga, at eg dugi ikki at ímynda mær, at ein [...] okkum, ikki goymd burtur sum spedalsk. Um tey ikki skulu inn aftur á afturlatnar stovnar - og hví skuldu tey tað? - so mugu tey verða onkrastaðni, øll kunnu ikki siga: Vit vilja ikki hava tey til grannar [...] hetta, at tey ferðaðust í býarmyndini so líðandi við til at gera tey menniskjanslig - til partur av okkum - til medmenniskju. So hvørt sum vit vuksu til og at enda vórðu tvungin at samskifta við tey, gjørdist
klokkan 12, og til endans datt hann heilt burtur. ? Eg minnist, hvussu eg plagdi at læra tey spøl. Antin spøl, sum eg dugdi sjálvur, ella spøl, sum eg hevði lisið meg til í eini hondbólk. ? Nú er tað, sum eitur [...] nógv fríari nú. Til dømis siga børnini »tú« við læraran. Tey søgdu ikki gjarna »tú« fyrr. Kanska teir eldru dreingirnir kundu finna uppá at siga tað við meg, tí eg var so ungur, men eg varð mest kallaður [...] hekk við øll árini eg arbeiddi á skúlanum. Eg var nýggi lærari, og Olaf var gamli lærari. Børnini vóru eisini ógvuliga fitt, heldur Ásmundur. ? Tey sótu nógv stillari tá enn nú. Eg minnist, at tey plagdu
finna pleygufamilju til børnini í eina tíð, so hon sjálv kundi koma sær uppundan og finna eina trygga kós. Hesum hjálpti almannaverkið henni við - og vissaði hana um, at hetta ikki merkti, at hon fór at [...] tíð, so tað sjálvt kann skapa sær betri tíðir. Eg veit, hvat hevði hent, hevði konan verið føroysk og farið inn á Almannastovuna her. Eg veit tað, tí eg kenni fleiri ?málsviðgerðir", sum tað so kølið kallast [...] klára lívið og børnini sjálv. Og so hevði Almannastovan sagt ?Tíverri. Um tú fer at lesa, fær tú útbúgvingarstuðul, og so er tú ikki longur í skipanini hjá okkum." Tann stuðulin røkkur til eitt kjallarakamar
her við gulli, eg altíð velja vil mær Tvøroyri. Vit vóru skótar saman, vit møttust aftur á dekkinum á trolaranum »Røðli« úr Hafnafirði. Tá fór tú til Íslands fyri har at finna tær pening til ta útbúgving [...] Vit ferðaðust víða í landi okkara, umstøðurnar vóru ikki tær, sum vit hava í dag. Tann størsta hendingin var skótalegan vesturi í Vágum í 1945, tað var eitt minni fyri lívið. Sum sagt vit ferðaðust um [...] Vit vóru nógvir við á skótaferðini og í F.L.Ø.T.T. Fleiri eru farnir um sýni og aðrir eru komnir til »Støvets år«. Soleiðis legst dagur av degi. Aftaná lokna skúlagongd var bert ein leið og tað var sjógvurin