Kommunulækni avdottin á vaktini

Kommunulæknin, sum einsamallur hevði vakt í Suðuroy um vikuskfitið, datt av, meðan hann var til arbeiðis leygarkvøldið. Løgreglan heintaði læknan og fer at ákæra viðkomandi fyri at koyra bil í ávirkaðum tilstandi

Heilsumál

Læknin, sum einsamallur hevði vakt í Suðuroy seinasta vikuskifti, var so ávirkaður av rúsdrekka ella øðrum evnum, at viðkomandi datt av undir eini viðtalu. Løgreglan fer at reisa ákæru móti læknanum fyri at hava koyrt bil í ávirkaðum tilstandi.
Talan er um kommunulækna í sunnara parti av Suðuroy, sum leygardagin varð boðsendur til Hvalbiar at skriva eina deyðsváttan.
Rúm tíð gekk frá tí, kvinnuligi læknin varð boðsend, til hon kom á staðið. Tá læknin so var komin fram, var støðan soleiðis at hon rætt og slætt sovnaði niður við borðinum, áðrenn ørindini vóru avgreidd.
Viðkomandi, sum hevði sent boð eftir læknanum, visti ikki annað at gera enn at senda boð eftir løgregluni at fáa greitt støðuna. Avdotni læknin varð heintaður og koyrdur á politistøðina á Tvøroyri, har brumman bíðaði, greiðir kelda okkara - sum ikki er viðkomandi, ið læknin var hjá - frá.
Løgreglan á Tvøroyri váttar fyri Sosialinum, at hon hevur verið og heintað ein avdotnan persón, sum nú verður ákærdur fyri at hava koyrt bil, ávirkaður av rúsdrekka ella øðrum evnum, sum løgreglumaðurin málber seg.
Læknin ásannar, at hon sovnaði undir viðtaluni, men sigur eisini, at tá hon hjá løgregluni blásti í ballónina, vísti promillan nú. Blóðroynd varð eisini tikin, men tað er vanlig mannagongd, sigur hon.
Hon sigur seg hava verið troytta av langari vakt, og ikki hava drukkið rúsdrekka.
Um hon hevði tikið onnur evni móti møði, vildi hon ikki gera viðmerking til.
-?Eg var ikki ávirkað av spiritus og kendi meg ikki so móða, at eg helt nakran vanda vera fyri at sovna, tá eg fór í bilin. Men tað er rætt, at eg sovnaði, tá eg kom inn í hitan, har viðtalan var, sigur læknin.

Einki eindømi
Fleiri keldur í Suðuroy, sum Sosialurin hevur tosað við, siga óheftar av hvørji aðrari, at tað er ikki eindømi, at viðkomandi lækni hevur verið óálítandi í síni embætisførslu.
Fólk greiða eitt nú frá dømum um, har tey hava havt avtalu við læknan, men tá tey eru komin til viðtalu, hevur hurðin verið stongd, telefonin hevur ikki svarað, og eingin ávísing til annan lækna hevur heldur verið at fingið.
?Tað er greitt, sigur ein kelda okkara, at vit kenna okkum ikki trygg undir slíkum umstøðum. Øll oyggin tosar um hesa hendingina um vikuskfitið, og almenna hugsanin er, at nú er nóg mikið. Slíkt kann ikki bara tigast burtur.
Keldan, sum Sosialurin kennir og hevur álit á, vísir á, at var talan um eina vanlukku ella álvarsligan sjúkratilburð, kundi mannalív verið í vága, tá støðan er soleiðis hjá vakthavandi lækna.
?Slíkt er so stórt ábyrgdarloysi, sigur kelda okkara, at tað eigur at fáa álvarsliga fylgjur fyri avvarðandi lækna.

Eingin kennir málið
Eingin av avvarðandi myndugleikum, sum Sosialurin hevur verið í samband við, áðrenn blaðið fór til prentingar, vil gera viðmerking til tað konkreta málið.
Í fyrsta umfari er tað ikki vanligt at gera so, verður sagt, og í øðrum lagi siga allir partar, at teir hava ikki hoyrt um málið og tí ikki kenna til tað, fyrr enn teir frætta um tað frá Sosialinum.
Høgni Debes Joensen, landslækni, sigur, at hann vil ikki ger nakra viðmerking aðra enn, at hann ikki longur er setanarmyndugleiki hjá kommunulæknunum.
Landslæknin er tó eftirlitshavandi myndugleiki, men hann vísir málinum frá sær, tí hann kennir ikki ta konkretu støðuna, sigur hann og vísir til Trivnaðarmálaráðið, sum er setanarmyndugleiki hjá føroysku kommunulæknunum.
Í Trivnaðarmálaráðnum er støðan tann sama, at eingin kennir tað konkreta málið.
Starvsfólkaleiðarin á lønardeildini er í summarfrí, men viðkomandi, vit tosaðu við, sigur, at slíkt mál uttan iva eigur at fáa álvarsligar avleiðingar fyri ein lækna, sum kemur soleiðis fyri.
Sagt verður úr Trivnaðarmálaráðnum, at eitt slíkt mál heilt givið fer hægri upp í »hierakinum« enn á lønardeildina. Tað hoyrir heima á leiðslustigi.

Felagið skal hoyrast
Heldur ikki formaðurin í Kommunulæknafelagnum vil siga nakað um málið. Tó vísir hann til mannagongdina, sum sambært avtalu millum læknarnar og Trivnaðarmálaráðið eigur at verða fylgd, um sak verður burturúr.
Læknaformaðurin sigur, at tað eru tveir hættir, málið kann enda hjá Kommunulæknafelagnum uppá. Annaðhvørt at limurin, í hesum førinum kommunulæknin, sum málið snýr seg um, vendir sær til felagið og biður um hjálp, ella at setanarmyndugleikin vendir sær til felagið.
Í avtaluni við Trivnaðarmálaráðið stendur, at landsstýrismaðurin, sum í hesum førinum er landsstýrismaðurin við heilsumálum, setir ella loysirkommunulæknar úr starvi.
Landsstýrismaðurin kann loysa kommunulækna úr starvi uttan eftir egnari umbøn. Men tá skal hann við haldgóðari grundgeving fyrst hava sent kommunulæknafelagnum málið til hoyringar.
Bæði Kommunulæknafelgið og viðkomandi lækni hava síðan eina ávísa hoyringarfreist, áðrenn málið verður sent landsstýrismanninum aftur til endaliga støðutakan.