Viðmerking til nakað av tí, sum stóð undir sektir:
Mær vitandi eru flestir sekt/fríkirkjuleiðarar í Føroyum sjúkir heilavaskandi leiðarar, sum Jesus enn ikki hevur fingið loyvi til at reinvaska frá synd. Annars er uppgávan hjá prestum/elstum/leiðarum at liva eitt reinari lív, enn seyðurin sjálvur, og júst her liggur trupulleikin hjá serstakliga fríkirkjunum og er helst tað sama yvir alla linjuna.
Eg persónliga havi ekstremt vandamiklar royndir av fríkirkjum. Fólkakirkjuna havi eg melda meg úr, tí at hon framdi dokumentfalsan móti mær og mínum, men eisini tí at hon vælsignar synd av hjartans lyst, hvat jú øll eru vitni til í dag, um fólk bara vilja opna gluggarnar. Men fríkirkjurnar eru nú einki ørvísi enn fólkakirkjan í hesum, men tær fremja syndanna vælsignilsi á ein professionellan, duldan hátt, meðan fólkakirkjan ger tað meiri opinlýst. Hvat er so verri av hesum báðum? Tað yvirláti eg til lesaran at avgera. Seyðurin sjálvur er so blindur og dugir stak illa at finna útav, hvat verunliga gongur fyri seg innan hesar rekkjur. Og nei, limirnir eru ikki avskornir frá umheiminum socialt, men eru fløktir inní tað syndiga systemið totalt!
Men hvør tann, ið ákallar navn Harrans, skal verða frelstur, sigur skriftin. Men ongantíð enn havi eg hoyrt eitt neyðarróp frá nøkrum kirkju/fríkirkjulimi til hin sokallaða Frelsaran. Vit liva í dag í Sodoma og Gomorra landi, men einki neyðarróp hoyrist, og eg meini eitt neyðarróp, sum hoyrist við tí náttúrliga oyranum. Hvør kann orsøkin verða til hettar? Jú, vit eru komin so langt, at vit góðtaka syndina sum hon er. Eingin grund til at venda við, tí skriftin lærir (siga fríkirkjuekstremistarnir/fundamentalistarnir/sektaristarnir ), at einaferð frelstur, altíð frelstur. Ikki bert brøðurnir læra hesa læruna, men tað gera hinar samkomurnar eisini, bert frá einum øðrum vinkli av. Og tá so hendan læran gjøgnum mong ár festir røtur, ja, so er frítt at týggja sær í syndini, sum einum nú hóvar best. Alt hettar havi eg í øll tey seinastu 14 árini verði vitni til, men at siga nakað við tykkum um henda óhugnaliga lívsførsul/lívlæru innan kirkjurekkjurnar, tað er sum at sletta vatn á gás.
Heilt stutt sagt, so er ein einig linja allan vegin ígjøgnum innan allar kirkjur og samkomur í Føroyum, og sum hesir fundamentalistar/ekstremistar/sektaristar hava alla æruna av vegna hesi ævigu, villleiðandi læruni, og hon ljóðar so í Jesu navni, hóast hon er ikki kristi læra: »Hann bar syndir okkara og tók tað straff, ið vit høvdu uppiborið at fáa, uppá seg, og við sárum hansara eru vit grødd!« Hatta var tað, so nú kunnu vit liva júst so, sum okkum lystir. Vit eru frí, Hallelujah! Nú er portrið opnað, so nú er gamansleikur í at týggja sær í syndini, sum einum nú lystir. Hetta var tað, sum eg fann útav øll árini, og tá eg so plagdi at siga við slíkar leiðarar, at hettar, sum fer fram í fríkirkjuni her, ikki samsvarar við tær heiløgu skriftirnar, so valdu teir annaðhvørt ikki at svara, ella eisini var svarið: Eg eri syndfríur og reinur, tí at Jesus hevur tikið mína synd frá mær og borið mína straff, so eg eri einaferð frelstur, altíð frelstur, so at eingin kann tí røra meg. Og so var tað møtið at enda komið, og soleiðis blívur hetta við at halda áfram alla tíðina.
Men øll kenna vit hesar ekstremu leiðararnar, sum eisini hava brotið sín syndiga veg inn í Landsstýrið og Løgtingið gjøgnum árini. Síggja so penir og fittir út, ganga regluliga á møti og hava ordan í heilt nóvum tingum úteftir, sjónligt fyri almenninginum, men aftan fyri tjaldið gongur eitt heilt annað evangeliium fyri seg, enn tað, sum bíblian lærir. Men hvat, hettar eru fruktirnar av kirkju/fríkirkjuevangeliinum. Sjálvur upplivdi eg, at ein av áðurnevndu fríkirkjufundamentalistunum í Landsst /Løgt. sendi leigusveinar eftir mær í tí fríkirkju, sum eg ein naivur/tómhentur syndari fór inn í at vitna um sannleikan í bíbliuni, men eg fann skjótt útav, hvat alt gekk út uppá. Men hesir leigusveinar hansara komu so, meðan mín støða var alt annað enn góð, og tí høvdu teir lætt við at reka meg arma syndara út í oyðimørkina aftur, tí at eg stóð einsamallur uttan hjálpara. Hesir leigusveinarnir vóru 100 ferðir ríkari, enn teim nýttust at verða, og hann, ið bestilti leigusveinarnar, hevur eini 10 inntøkur í dag og er helst eini 1000 ferðir ríkari, enn honum nýtist at vera. Eg búgvi í oyðimørkini, enn tann dagin í dag. Seinni kom so mafiosin sjálvur til hesa samkomu á vitjan, sum eg var í, og hann foreraði hesum lokala samkomuleiðarunum ein spildurnýggjan bil sum bert kostaði 1/4 mill. kr. aftur fyri gott samstarv vegna svikabrøgdini. Leigusveinarnir fingu ikki minni burturúr.Men hettar er bert vanligur kostur innan allar kirkjur í dag. Seinni havi eg spurt teir, hvar í skriftini slík læra finnist, men eg fái sama svar. Einaferð frelstur, altíð frelstur. Vit eru syndfrí og rein. Hann bar várar syndir og straffina tók Hann á seg. Og eg kann bert vitna hettar: Hettar er tann dulda læran innan allar kirkjur í Føroyum, men sunnu- og halgidagar og okkurt kvøld mitt í viku, jújú, so lesa teir við tárum í eygunum, hvussu undurfult tað stendur skrivað í Jóh. 3:16.
Og hesir somu Extremistar/fundamentalistar/sektaristar úti á Tinganesi, høvdu eisini sín dulda leiklut aftan fyri tjaldið í tabernaklinum, hvar øll tey grovu svikini vóru framd seinastu árini, og teir svika framvegis, men hvarí eingin enn er dømdur, uttan bert tann eini, hann, sum einki hevði við svikini at gera. Tí er læran um jóh. 3:16 ein lygilæra innan allar kirkjur, tí at hendan læran ger øll blind, tí at eingin sær nakað sum helst. Har finnist eingin synd longur í Føroyum sambært Kirkju/Fríkirkjulæruna! Frítt at svindla, frítt at svika, frítt at knúsa sakleys, frítt til alt ilt, takka veri lærdómarnar innan allar kirkjur í Føroyum.
Ljóðar hettar ótrúðligt? Men tað er tó satt. Hettar er verunliga tað, sum av sonnum er galdandi innan kristnar samkomur í Føroya landi. Eg kann bert vitna fyri øllum, at um tú av sonnum elskar sannleikan í skriftini, so verður tú eisini av sonnum isoleraður í langa, langa tíð, hvussu leingi kann eg ikki úttala meg um. Kanska Paulus kann fortelja tykkum á hvønn hátt. Mangan tystur, svangur, nakin, einsamallur, sligin, bukaður og bardur, útihýstur o.s.fr., og tá ið ein er í líknandi støðu, so er ein spidalskur millum tey ríku kristnu og fær fótin í dintulin, grýttur í fangahús uttan grund. Sigið mær, hvussu langa tíð er ein tá avskorin frá umheiminum socialt? Neinei, tykkara kristna læra gongur út uppá at sita í flúgvara, í dýrastu bilum og behagiligastu sofaum alt lívið ígjøgnum, men ber hettar ikki til á erligan hátt, ja, so snýta vit okkum til tað. Soleiðis er tann kristna læran í dag innan allar kirkjugáttir, fríar ella ófríar, stýrdar av ekstremu/fundamentalistisku/sekterisku leiðararnar innan kristnu samkomurnar í Føroyum.
Nakað annað er eisini vert at bíta merkið í. Hvørja ferð møtið er í samkomum tykkara, so standa dýrir, flottir bilar uttanfyri. Virði fleiri milliónir kr., meðan onnur doyggja í størsta fátækradømi beint við síðuna av tykkum. Hvussu samsvarar hettar við tað skrivaða? Nýggjatestamentið staðfestir politikkin hjá Guði í Gamlatestamenti, hvar Ìsraelsfólk fingu boð um, bert at savna niðurfyri til ein dag á gangin, umleið 3,5kg pr. høvd. Seinni fóru tey at grenja og vildu heldur hava ein bil í part, summi 2 og 3 bilar í part, fleiri vildu hava ein risatrolara í part, og beint nú vilja talibanarnir hava ein undirsjóvartunnil í part. Tað næsta verður nokk, at teir vilja hava ein boripall í part, - so at í dag kann hvørt høvd neyvan noyðast við minni enn 3,5 tons í snit pr. dag, ja, so nógv er fatið brotið síðani tá. Og fyri ikki at tala um hesi millióndýru pípuorglini, umgyrd av milliónakrónu klassabygningum + tey dýru fríkirkjusamkomuhúsini, sum flest øll eisini liggja í millióna klassanum. Tilbiðjan av menniskjaskaptum verkum. Men hvat hendi so við ísraelsfólki tá á døgum? Jú, har jarðaðu tey tey, sum marglætin høvdu verið. Vendið við og trúgvi á evangeliið! Sigur Jesus. Neinei, eingin grund til tess, siga teir kristnu talibanleiðararnir. Einaferð frelstur, altíð frelstur!
Eg haldi, at best egnaði inn og útgangssangurin í øllum teim kristnu, føroysku samkomunum, er sangurin hjá Kára Petersen: »Vit dansa um gullkálvin dag eftir dag, kom uppí eingin tíð er at spyrja um hví, vit dansa um gullkálvin til æviga tíð!«
Nær fáa tit eyguni upp fyri hesum, blindu farisæarar tykkara?
Viðmerking til ein part av punktinum: Ekstremistar, hjá Petur Kirke.
Petur sigur m.a.: Nei, her eru øll meiri enn vælkomin, tí her er nevniliga einki at krógva. Eitt annað, sum kanska eisini brýtur frá er, at summi av hesum fólkum hava ein hægri livistandard enn samfelagið sum heild hevur. Oftani er tað so, at hesir »ekstremistarnir« t.d. ikki drekka ella roykja. Og hesir eginleikar kunnu, eftir Petur'sa tykki, bara vera positivir. citat slut!
Til hettar kann eg fyrst siga, og tað er at spyrja, hvørji eru ofrini til tess at tit kundu fáa ein hægri livistandard sjálvi? Nei tú, alt svínaríið er krógva so væl hjá tykkum øllum, at tað sær bara út soleiðis, sum um einki er krógva hjá tykkum, men óhugnaligt er tað, sum býr aftan fyri alt hjá tykkum.
Tá tað snýr seg um at drekka og roykja, so gera tey flestu av tykkum ikki slíkt opinlýst, men hvussu stendur til aftan fyri kolissurnar? Tey eru mong sum siga við meg, at tá tey kristnu í Føroyum koma til DK á vitjan ella búgva har eina tíð, so er eitt tað fyrsta sum tey gera, tað er at fara á bar í DK. Tey taka øll plássini sum eru har, so eingin sleppur inn fyri teimum, og eg kann bert svara, at so sleppa vit frá at falla í somu grøv sum tey við tað, at tey hava upptikið øll plássini, eins og tey hava upptikið øll plássini í Himmiríki. Fyri at siga tað uppá ein annan máta, so standa hesi ikki royndina, tá tey sleppa út eina løtu, eftir at hava sitið í isolatión hjá tykkara kristnu samkomum. Men tann, sum verunliga hevur sannleika í skjáttu síni, sleppur aldrin inn um tykkara gáttir, uttan so, at ein leggur sannleikan frá sær uttanfyri kirkju/ fríkirkjugáttina.
Fundalisman hjá Peturi.
Hann sigur: ... men tá talan er um bíbliuna, sum - sambært okkara kristnu trúgv - er hin fullkomni sannleikin, so er eingin vandi. Citat slut. Og so byrja vit aftur av nýggjum: Hvør tolir ein fullkomnan sannleika? Tær kristnu samkomurnar í Føroyum? Nei, so yvir høvur ikki. Hann finnur hvørki rúm ella stað í Føroyum. Tit drepa hann, so hvørt sum hann roynir at sleppa inn. Tí er hin fullkomni sannleikin hin allarstørsta hóttanin ímóti Talibanstýrinum í Føroyum. Hesir gubbarnir sita trygt og gott í sínum sessum, men kemur ein við fullkomna sannleikanum, so eru gubbarnir kvikir til at úthella blóðið hjá slíkum viðkomandi. Tit vita jú, at talibangubbarnir eru høvdingar eisini í samkomum tykkara, men trupulleikin er bert, at hesir fundamentalistisku leiðararnir hava als ongan sannleika í síni skjáttu, men haraftur ímóti er skjáttan full av rændum góðsi og blóði sakleysra, tíverri. Tað er so lætt at vera greivi tá! Hevði veri nokk so passandi at broytt tekstin í samkomusanginum soleiðis: »Var nakar dagur, vit ikki snýttu, nei, ikki ein, ikki ein.«
Tann veruliga hóttanin hjá Petur Kirke:
Hann sigur: Hesi fólkini, sum nýta øll møgulig ókvæmisorð um vanlig kristin menniskju, líkjast meiri eini veruligari hóttan móti demokratiinum í Føroyum í dag o.s.fr., citat slut. Her kann eg bert siga til eitt orð hjá Peturi, hvar hann tosar um at drepa vegna sína trúgv. Tað finnast mangir mátar at drepa uppá, og nógvir av hesum mátum vera praktiseraðir í Føroyum, og sera nógv eisini innan kristnar samkomur enntá, men rokni neyvan við at tú kann skilja slíkt. Men sig mær eitt, Petur Kirke: Nær bleiv demokratiið innført í Føroyum??? Hevur tað sníkt seg inn í landið og opererar loyniliga í Føroyum, ella hava vit kanska ein spesiellan flaggdag í Føroyum, tá ið demokratiið bleiv innført í Føroyum? Danir fingu demokratiið innført í 1848, men føroyingum var hettar noktað. Um tú ikki trýr mær, so trúgv tó søguni. Tú trýr bíbilsøgunum, men Føroya søga er kanska ikki fyri trúgvandi? Mær vitandi er einki demokrati innført í Føroyum, so hvussu ber tað til, at Jesus lýgur so illa fyri tær og tíni samkomu, ja, kanska holdningurin er hin sami í øllum hinum samkomunum? Hvat býr aftan fyri hettar? Líka upp til dagin í dag hava Føroyar havt eitt diktaturstýrið uttan sín líka sæddan fyrr. Men hvat? Tað er jú tað, sum tit verunliga elska, so hví taka demokratiið uppá tunguna? Var tað ikki meirilutin ið rópti framman fyri pilatusi, hvar Jesus skuldi dømast? Meirilutin rópti: Burtur við Jesus, burtur við sannleikanum, burtur við honum, men gev okkum ránsmannin Barrabas leysan. Og í dag í Føroyum vilja tær kristnu samkomurnar allíkavæl klynga seg til demokratiið, sum fyri teimum er einasti sannleikin, sum er. Nær vakna tit? Tað liggja so mong haldgóð prógv á borðinum fyri, at Føroyar eru eitt diktatur stýrið, praktisera av dønum, men einki tit síggja. Vilja ikki síggja slíkt. Tora ikki at síggja slíkt. Síggja einki. Tora ei at síggja nakað sum helst, hóast skriftin sigur, at hini ræddu eiga lut sín í eldsjónum. Halda tit skriftirnar tala fáfongd? Hóast rópt verður: Hallelujah, amen, Guði veri lov, takk Jesus, Abba, lisið verður Jóh. 3:16 við tárum, so kunnu tit risikera at hoyra Guð ein dag siga við tykkum: Farið frá mær, eg kenni tykkum ikki. Takið tykkum tó saman, áðrenn ov seint er.
Annars er at nevna ein ting, sum er sera vert at leggja merkis til. Ein sera høgur, andaligur faðir innan demokratisku skipanina, var upphavsmaður til pædagogisku skipanina, soleiðis sum vit kenna hana í dag. Haldi at hann kallaðist fyri Freud e.l.. Pædagogarnir hava sent sítt evangelium út har teir siga: Latið hini smáu børnini koma til okkara. ì dag hava teir flest børn undir sínum veingjum. Barnagarðarnir floymdu inn yvir landið og sproytaðu sína eiturgift í børn okkara. Og alt hettar lortið floymdi inn yvir Føroya land frá Danmark av. Men kristiligi Jesus segði fyrr hesi orðini: Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at ríkið Guðs hoyrir slíkum til. Hvussu mong fekk hann so? 1% ella 2%? Eg meini so við, at kristindómurin í dag fyritrekkjur demokratiið/diktaturið fram um hin sanna kristindómin, men hvat vil tað so siga at verða ein kristin? Jú, tað er at gerast lærusveinur Kristusar, men ikki hjá Sigmund Freud ella hvussu nú hann eitur ella æt! - Tit eru bara villleidd, eingin ivi um tað!
Og Fólkakirkjan? Hon er donsk sambært donsku grundlógina, sum tó ikki er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar. Harvið kann fólkakirkjan heldur ikki vera føroysk, hóast Petur og onnur blíva við at siga slíkt. Og er Fólkakirkjan so himmalsk? Ikki eftir mínum tykki. Kann staturin vera yvir kirkjuni sambært skriftini? Nei! Men hví blíva fólk so við at stuðla slíkum ósannindum? Er samfelagið í Føroyum ikki komið hartil, hvar skriftin passar uppá ein prikk? »Tí sendir Guð teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini? - fff« ( Lesið: 2.Tess. 2 : 6 - 12 )
Eg haldi tað ið hvussu er. Men eingin sleppur óstraffaður frá at siga sannleika og gera tað, ið rætt er. Uppliva tit ikki hettar, so býr sannleikin ikki í tykkum. Skilji hann hettar, ið skilja tað vil! Hettar er bert nakað, sum er vanligur gerandiskostur hjá mær.
Men skuldi eg lýst støðuna í dag, so sum hon er í Føroyum í dag, so er hon næstan ein spegilsmynd av Esaiasar vitnisburði kap. 59. Lesið alt kapitlið!
Sannleikin er horvin, og tann, ið helt seg frá illum, var til rán. - Hetta sá Harrin, og tað mislíkaði Honum, at eingin rættur var!