Kaja sigur, at trúboðarayrkið altíð hevur ligið henni nær at hjarta.
Hon hevur altíð viljað verðið trúboðari ? heilt frá barnsbeini av. Og meðan hon sum 22 ára gomul var í Danmark á Háskúla, sá hon eina lýsing í einum donskum blaði at Dansk Sudan Mission søkti eftir einum læknaskrivara at arbeiða á einum sjúkrahúsi. Hon søkti hetta starvið og fekk tað. Men hetta var ikki eitt starv sum læknaskrivari, sum vit kenna tað herheima. Tað var eitt starv innan umsitingina av sjúkrahúsinum.
Hon var einans 23 ára gomul, fyrstu ferð hon kom til Nigeria. Kaja sigur, at tað var ómetaliga torført at ímynda sær, hvussu tað fór at verða at koma hagar fyri fyrstu ferð. Hon samanber tað so við at koma aftur til Nigeria í dag, tá hon hevur verið burtur.
- Nú er tað sum at koma heim, og tað hevur tað eisini verið í mong, mong ár nú.
Kirkjan, sum Sudanmissiónin hoyrir til er tann kristiliga lutherska kirkjan. Hon hevur umleið eina millión limir í Nigeria.
- Eg veit, at tað kanska ikki ljóðar av nógvum, tá ein hugsar um, at tað búgva 115 milliónir her, men vit skulu hava í huga, at tann fyrsti trúboðarin kom til Nigeria í 1913, sigur Kaja Nemuel, erkabispafrúa í Nigeria. Hon leggur aftur at, at 52 % av fólkinum eru kristin, 46 % eru muslimar.
Øll árini Kaja hevur verið í Nigeria, hevur hon arbeitt nógv. Sjúkrahúsið, sum hon arbeiddi á, bleiv yvirtikið av landinum í 1972. Hon hevur arbeitt nógv innan umsitingina av kirkjuni hjá Sudan missiónini, sum er at kalla líka sum heimamissiónin er her í Føroyum. Hon hevur eisini starvast saman við presti, og ferðast út til smáar bygdir at undirvísa, meðan presturin so hevur havt bíbliutímar. Eisini hevur Kaja havt heilsuskeið og eitt sindur av handarbeiði í teimum bygdunum, sum hon hevur vitjað.
Maðurin bleiv bispur í 1996 í Todistift, og tá byrjaði Kaja at taka sær av tí fíggjarliga har. Og tað ger hon enn, hóast maðurin í februar í ár, bleiv erkabispur og er fluttur.
- Tey hava ikki funnið nakran annan fyri meg enn, so fyribils er i eg enn í sama starvi, sigur Kaja, sum heldur ikki veit at siga, um tað er ætlanin, at nakar annar skal setast í hennara starv. Umframt hetta, er hon eisini nógv við í kvinnuarbeiði, sum hon sigur, er sera vælvirkandi og sterkt.
Spurd um, hvussu tað er at liva sum erkabispafrúa, svarar Kaja, at tey eru altíð til arbeiðis.
- Tað koma altíð fólk á gátt hjá okkum ? líka mikið nær á samdøgrinum. Í Nigeria bankar ein ikki uppá. Tey standa uttanfyri og rópa " Saloma " til vit koma út, sigur Kaja.
Salama er nakað tað sama sum Shalom er á hebraiskum, og tað merkir: Eg komi við friði.
Fólkini, sum koma á gátt koma til alt. Summi til at fáa góð ráð og hjálp, meðan onnur bert koma fyri at heilsa uppá.
Kaja sigur, at tað er bara ein partur av teirra lívi.
Sosialt fólkaslag
Kaja greiðir frá, at tað nigerianska fólki sum heild er eitt sera sosialt fólkaslag. Tey eru blíð og sera fyrikomandi fólk.
- Nigerianska fólkið arbeiðir sera nógv og hart, men tá tey so ikki arbeiða, tá duga tey sera væl at sita saman og hugna sær til eina sosiala samveru. Og børnini verða borin á rygginum til tey eru um tvey ára aldur, so tað er eitt annað slag av sambandi ímillum fólkini har enn vit kenna tað her í Føroyum, sigur Kaja.
Hon greiðir eisini frá, at Nigeria er eitt sera stórt land. Tað búgva 115 milliónir fólk í landinum, og tað eru 270 ymisk mál og stammur. Eisini er landið sera fjølbroytt. Alt frá tí hartarbeiðandi manninum ella kvinnuni úti á landinum til ta meiri vesturlendsku stórbýarmentanina í Lagos ella øðrum kendum býum í Nigeria.
Tá tað eru so mong ymisk mál og stammur, so eru eisini stórir og sjónligir munir á mentanum ymsastaðni í landinum. Onkrastaðni er tað kvinnan, sum arbeiðir hart og skal breyðføða familjuna, meðan tað aðrastaðni er maðurin, sum ger tað. Summa staðni er tað eisini vanligt, at menninir hava fleiri konur. Men tað er ymiskt frá stammu til stammu ella staði til stað.
Kaja og maðurin eiga tríggjar synir sum eru 15, 18 og 19 ára gamlir. Tey búgva í einum býi, sum eitur Numan, og har kann hitin lættliga koma upp á 46 gradir í skugganum. Og av tí at býurin liggur tætt við Benue ánna, so er tað sera fuktigt har um leiðir. Nakað sum er sera ósunt.
So Missiónin hevur eitt heim í einum øðrum býi, sum eitur Jos, har limir kunnu fara at halda til, meðan tað er so heitt, har tey búgva. Hesin býurin liggur á hálandinum, og er hann mest sum at sammeta við ein vesturlendskan stórbý við sølumiðstøðum og øllum sum hartil hoyrir.
Heim annaðhvørt ár
Í starvsáttmálanum hjá Kaju er tað krav, at hon skal fara til sítt heimland annaðhvørt ár. Og meðan hon er heima, skal hon greiða frá sínum arbeiði í Nigeria. Og tað hevur hon so gjørt, meðan hon hevur verið heima. Hon skal avstað aftur til Nigeria í dag.
Tað eru nú 33 ár síðani Kaja fór úr Føroyum, og í hesum tíðarskeiðið hevur hon verið heima og búð í eitt ár. Og so búði hon eitt ár í USA.
- Tað var meðan maður mín las í USA. Hann var har frá 1987 til 1989, og tá var eg heima í eitt heilt ár, men annars havi eg ikki búð her síðani eg flutti sum 23 ára gomul.
Kaja og maðurin eiga sum sagt tríggjar synir. Ein teirra er staddur í Nigeria beint nú, har hann gongur í skúla, meðan hinir báðir eru í Danmark og lesa.
Kaja greiðir frá, at dreingirnir fóru heimanífrá sum sjey ára gamlir at ganga í skúla. Hesin skúlin liggur í Jos, býnum, har Missiónin hevur frítíðarheimið til familjuna. Men hann liggur 500 kilometrar frá heimstaðnum hjá Kaju og teimum.
- Tað er sjálvandi ikki lætt at vera frá sínum børnum, men um teir skuldu fáa ta bestu skúlagongdina yvirhøvur og tann besta skúlan, so var tað neyðugt, at teir fluttu til Jos, sigur Kaja.
Tá vit at enda spyrja Kaju, um hon hevði kunnað komið aftur til Føroyar at búgva, svarar hon ivaleys á málinum:
- Um øll kundu komið við mær, so hevði eg væl kunnað búð her aftur.