Bjartur Niclasen Tvøroyri 70 ár 16. september

Tíðin rennur sum streymur í ár, sigur yrkjarin í vøkru yrking síni um lívið, og um tað, sum ein møtir á lívsins leið.
Nógv vatn er runnið í sjógvin síðan vit sum smádreingir vóru skótar í F.L.Ø.T.T.

Vit ferðaðust víða í landi okkara, umstøðurnar vóru ikki tær, sum vit hava í dag. Tann størsta hendingin var skótalegan vesturi í Vágum í 1945, tað var eitt minni fyri lívið.
Sum sagt vit ferðaðust um alt landið, ein góð og gevandi tíð, sum menti okkum og gav okkum kunning um land okkara. Barnaárini runnu skjótt og nógvar hend-ingar vóru á leiðini, størri og smærri.
Vit vóru nógvir við á skótaferðini og í F.L.Ø.T.T.
Fleiri eru farnir um sýni og aðrir eru komnir til »Støvets år«. Soleiðis legst dagur av degi.
Aftaná lokna skúlagongd var bert ein leið og tað var sjógvurin, hann dró, og har hevur tú búleikast, har hevur tú útint lívsverk títt, og tú hevur sum sjómaður borið heimbygdini heiður og æru. Um tey stroyddu vegin her við gulli, eg altíð velja vil mær Tvøroyri. Vit vóru skótar saman, vit møttust aftur á dekkinum á trolaranum »Røðli« úr Hafnafirði.
Tá fór tú til Íslands fyri har at finna tær pening til ta útbúgving sum bleiv lívsstarv títt. Málið náddi tú, fór aftur á skúlabonk og tók styrimansprógv. At sigla fór tú við donskum skipum, teir sóu skjótt at her var ein maður, sum teir kundu hava álit á. Seinri bleiv tú skipsførari hjá »Kosan« og tað starvið sum skipsførari røkti tú í 25 ár. Tú fekk frá reiðarínum heiðursgávu fyri álitisfult fram arbeiði.
At tað eitt langt virki lív hava verið hendingar, sum standa frammalaga er eingin ivi um, hendingar sum eru tínar og tykkara.
Tann frásøgnin, sum útvarpið hevði við teg um vandasiglingina og so samrøðan um hana, um tað, sum fór fram tá skip títt var í vanda, og tú lítillátin segði soleiðis: »Tað var ein hægri makt sum helt um stýrisvøl og bjargaði okkum«.
Hetta sigur okkum at barnalæran var styrkin í vandastund.
Góði vinur, nú ert tú komin l tað markið har tú ikki hevur ábyrgd av øðrum, tak tær nú av løttum. Tú hevur prógvað tað, at ein kann vinna hægstu tindar, um viljin og áræði er drívkraftin.
Nú sakl tú njóta títt otium, og tað kanst tú gera við góðari samvitsku.
Kona tín hevur verið tær ein góður stuðul. Meðan tú hevur verið á sjónum, hevur hon røkt hús og heim og hevur verið um børnini. Tit kunnu eldast við gleði.
Grå hår er en krone når de sidder på retfærdighedens hoved.
Børn tykkara eru væl fyri og bera tykkum gleði, tvær gentur, sum hava nomið hægri útbúgving, ein drongur, sum er lækni og tveir sum fylgja í pápans fótasporum, teir bera tín arv víðari Bjartur.
Hvat kunnu tit krevja meira.
Hjartaliga tillukku ynski eg tær og eitt blítt lívskvøld.

Tú valdi sjógvin sum lívsstarv títt
og ungur tú legði frá landi
har hevur tú virkað og víst í verki
við áræði og við viljanum sterki
kann føra ein á ovastu rók
tú hevur víst tað, tú tøkini tók
í 25 ár skipari á brúnni við ábyrgd
tá tú stóð í stóru vandastund
tú álit títt setti á Harra tín Guð
hann sum øllum verkinum stýrir
nú kvøldast sólin í vestri setir
heimbygdin vøkur er tað angar og grør
við báti tínum tú stillisliga rør
Vesturskinið glæmar á Tvøroyrar fjørð.