Nósi hoyrir ikki so væl

Hetta sigur seks ára gamli Hans, sum gongur í Mylnuhúsinum í Klaksvík. Í góðveðrinum týsmorgunin vóru vit saman við barnagarðsbørnunum í Klaksvík í føðingardegi hjá Nósa

Føðingardagur

Týsmorgunin, umleið klokkan hálvgum ellivu, vóru vit og vitjaðu Føroya Banka í Klaksvík. Tað sást beinanvegin, at her var okkurt serligt á vási. Í góð veðrinum uttanfyri bankan, stóðu fleiri ótolin barnagarðsbørn spent og bíðað u eftir, at Nósi skuldi koma út. Uttanfyri var prýtt við fløggum, og ymsastaðni runt í bankanum, var prýtt við ballónum.
Endiliga kom Nósi so út. Gleðin var stór, og børnini byrjaðu beinanvegin at syngja tillukku bæði á føroyskum og enskum, meðan tey dansaðu rundan um hann. Sum tíðin gekk, komu fleiri og fleiri barnagarðsbørn. Hesi dugdu eisini sera væl at syngja, og sungu tí føðingardagssangin umaftur. Tá liðugt var at syngja, bjóðaði Nósi øllum børnunum góðgæti og sunkist. Hetta fingu tey stóra gleði av, og settust at eta úti í frálíka veðrinum. Børnini vóru so mong í tali, at starvsfólk í bankanum fleiri ferðir máttu inn eftir meira góðgæti og sunkist.
Í ár fyllir Nósi 12 ár, og í tí sambandi bjóðar hann øllum børnum í føðingardag hjá sær. Sjálvt um Nósi bert var at síggja týsdagin í Klaksvík, vitjar hann eisini aðrar Føroya Banka-deildir runt í landinum. Mánadagin var hann millum annað og vitjaði á Norð skála og í Vági, og mikudagin var hann m.a. at síggja ymsastaðni runt í Havnini.
Øll børn kundu í síðstu viku koma inn í Føroya Banka við sparikistilinum, og seta pening á nósakontoina. Aftur fyri fáa tey eina spennandi gávu heim við .
? Hvørt ár, tá ið Nósi fyllir, bjóða vit barnagarðsbørnum og skúlabørnum í føðingardag. Tað er altíð ein spennandi vika, tá Nósi fyllir, og okkum dámar sera væl at fáa vitjan av børnum, sigur eitt av starvsfólkunum í Føroya Banka í Klaksvík.
Millum øll børnini, ið vóru til staðar, fingu vit okkum eitt prát við 6 ára gamla Hans. Hans gongur í barnagarðinum í Mylnuhúsinum, og hann greiddi okkum frá, at hann var sera spentur at møta Nósa. Sjálvt um hann helt, at Nósi ikki hoyrdi so væl, eydnaðist tað honum kortini at ynskja Nósa tillukku. Seinni ætlar hann sær at seta allan peningin, ið hann hevur samlað, á nósakontoina, og hann gleðir seg at fáa eina gávu heim við.
? Eg haldi, at børnunum dámar sera væl at vitja Nósa. Tey hava glett seg nógv, og hava lært seg at syngja føðingardagssangin. Tað er stuttligt at síggja øll tey spentu børnini, og ikki minst, tá tey síggja tann sera væl dámda Nósa, sigur eitt av starvsfólkunum í barnagarðinum, Mylnuhúsið.
Føðingardagurin vardi í umleið ein tíma. Tá fóru øll børnini spákandi aftur til barnagarðin, bæði mett og væl sett.