Mótmæli ímóti einum mótmæli: Eru menningartarnað ikki eisini menniskju?

Í farnu viku stóð grein í Dimmalætting um húseigarar í Smærugøtu í Havn, sum mótmæltu yvir fyri Býráðnum, at eini hús, sum hýsa menningartarnaðum, blivu útbygd, tí hesir húseigarar vildu hava tey menningartarnaðu heilt burtur úr grannalagnum. Tey frykta fyri, at tey menningartarnaðu gera seg inn á teirra børn og at húsaprísirnir í gøtuni skulu fella. Slíkur hugsunarháttur ger meg ikki bert sintan, men eisini keddan og hugstoyttan vegna Føroya fólk og mannaættini sum heild.

Um tað mundið, eg var tannáringur, byrjaðu tey menningartarnaðu at gerast meira sjónlig í gøtumyndini. Hóast tú sum barn og tannáringur sjáldan ella ongantíð hevði beinleiðis samband við tey, ja kanska smæddist ella beinleiðis ræddist, so var hetta, at tey ferðaðust í býarmyndini so líðandi við til at gera tey menniskjanslig - til partur av okkum - til medmenniskju. So hvørt sum vit vuksu til og at enda vórðu tvungin at samskifta við tey, gjørdist tað ásjónligt, at tað vóru vit sjálvi, sum høvdu borið brek alla hesa undanfarnu tíðina, har vit við nærum paniskari ræðslu høvdu vónað, at hesin dagurin ongantíð kom, at vit noyddust at tosa við tey. Okkara brek var óttanin fyri tí fremmanda og ókenda og fyri, at vit ikki skiltu ella dugdu teirra mál, óttanin fyri ikki at vita, hvat vit skuldu gera og hvussu vit skuldu bera okkum at. Sum unglingi og vaksin hevði eg framvegis lítið ella einki havt við menningartarnað at gera, tá døtur mínar komu at ganga á frítíðarheim í Danmark, har nøkur menningartarnað børn vóru uppiímillum. Har lærdu døtrarnar og eg sjálvur, at tað var í lagi at viðfara tey sum øll onnur. Tað var eisini í lagi (og við hvørt neyðugt) at vera illur og skelda tey menningartarnaðu, tá tey argaðu illa ella vóru órein á annan hátt. Eg hevði ongantíð hugsað stórvegis um tað, so fyri meg var hetta sjálvsagda nærum sum ein opinbering, at sjálvandi skulu tey menningartarnaðu viðfarast sum tú og eg, hóast serlig atlit í summum førum skuldu takast, sum við øðrum børnum. Tað var sum seinasta leivdin av barndómsins ótryggleika við menningartarnað hvarv sum døgg fyri sól. Høvdu vit bara vitað øll hesi árini, at tað ið umráddi, var bara at vera okkum sjálvi og møta teimum sum tey eru - ymisk eins og tú og eg, skiftandi góð og minni góð. Í veruleikanum var hetta sera virðismikið fyri okkara børn, at sleppa at líta at menningartarnaðum sum líka náttúrligur partur av lívinum sum onnur børn, í staðin fyri, sum vit onnur, nærmast at fáa krampa, hvørja ferða vit møttu tey á gøtuni. Eg haldi eisini, at tað seinni hevur hjálpt okkara børnum til intuitivt at hava samkenslu við og at royna at verja brekað fólk, tá tey hava upplivað ágang á teimum.
Hóast teir fysisku karmarnir ikki enn eru komnir upp á pláss fyri at brekað, t.d. fólk í rullistóli, uttan stórt hóvasták kunnu sleppa inn í allar almennar bygningar og líknandi, tíansheldur í privathúsum, so má eg viðganga, at eg havi verið so naivur, at eg havi trúð, at tað ikki var av illvilja, men at føroyska fólkið sum heild hevði lagt alla hesa ógrundaðu óttan til viks og latið síni hjørtu upp fyri menningartarnaðum og øðrum brekaðum fólki og sóu tey sum menniskju rætt og slætt. Eg helt veruliga, at vit høvdu flutt okkum - ikki bert eina fjórðingsøld fram úr niðurarvaða angist holumansins fyri tí ókenda og ótrygga, men at vit vóru farin inn í eina nýggja øld, ja eitt nýtt áratúsund, har frykt fyri tí øðrvísi og fremmanda og harav fylgjandi forakt, forfylging og diskriminatión hoyrdi fortíðini til. Men nei, minni enn so. Eg má hava sovið ein sannan Tornurósusvøvn. Í seinastuni havi eg sjálvur verið vitni til grovan ágang á brekað og sjálvsøgd mannarættindi hjá brekaðum og eftir hetta havi eg skilt, at slíkt er alt annað enn eindømi. Tá nú fólk í hesum grannalagnum í Havn er so nógv ímóti ætlanini við at byggja nøkur kømur uppí eitt heim fyri brekað, man tað so ikki einamest vera henda ógrundaða ræðslan fyri tí fremmanda og ókenda, sum órógvar tey?
At vinningurin, um grannarnir í Smærugøtu selja húsini, sum í dag hevur nógv hægri virði enn tá flestu teirra keyptu, skal minka við nøkrum prosentum, tað er ov lágt til at føroyingar skulu koma sær at taka slíkt fram sum grundgeving fyri at útihýsa menningartarnaðum. Hetta minnir meg ikki sørt um, tá negarar í fimti- og seksti-árunum byrjaðu at keypa hús í hvítu gøtunum í Chicago og øll tey hvítu fluttu burtur, so húsaprísirnir raplaðu í botn og hesi fyrrverandi villaøki gjørdust sannar Ghettoir. Í 1979 tóku eini hvít hjún (tey tordu ikki at taka børnini við) meg við á rullandi útferð ígjøgnum hesar Ghettoir, har tey fingu kuldaskjálvta við óhugnaligu hugsanina um, hvat ið hevði hent, um bilurin,sum tey koyrdu í, punkteraði mitt inni í Ghettoini. Hjá familjuni, sum eg farna árið hevði búð hjá, var stóra nøtranin hugsanin um at punktera mitt í indianarareservatinum stutt fyri sunnan, har deyðin eftir teirra sannføring tá hevði verið vísur. Vit kundu eisini farið eitt stig víðari og eins og undir Apartheid-stýrinum í Suðurafrika innført endaligt og fullkomið bann ímóti, at tey menningartarnaðu sleppa at búgva og uppihalda sær ímillum okkum onnur í almenna rúminum, á strondini osfr. Ella vit kunnu vera eitt sindur linari og t.d. kravt, at tey góðvegursdagar á sandinum í Sandagerði skulu halda sær Argjamegin. Tað var jú eisini har, tey spedaslku hildu til nakrar øldir herfyri.
Hvat er nú so ræðuligt við teimum brekaðu? Eg havi ikki hoyrt um, at menningartarnað eru til serligan ampa fyri grannarnar, har teir búleikast. Tað ljóðar nærmast sum um tey menningartarnaðu skuldu ligið og lúrt eftir hinum børnunum fyri at loypa á tey, tá tey koma framvið. Tvørturímóti er størri vandi fyri, at tey ?normalu? børnini gera seg inn á tey menningartarnaðu, arga tey og steina eftir teimum, um tey so sjálvi finna uppá tað ella læra tað heimanífrá, so kanska er tað hóast alt ikki so snilt at leggja henda bústovnin í Smærugøtu í Havn. Eg síggi hvønn dag menningartarnað ferðast siðiliga og sáttliga ígjøgnum býin uttan at eg nakrantíð havi sæð tey gera seg inn á onnur. Hóast flestøll foreldur eru hjartkipt við hugsanina um, at tey kunnu fáa eitt brekað barn, so eru menningartarnað børn ofta minst líka ella meira hjartalig enn tey ?normalu? børnini. Sum øllum kunnugt kann tað vera ein stór byrða, at fáa eitt brekað barn, men nógv foreldur at brekaðum børnum lýsa tað eisini sum eina gleði, tí tey brekaðu geva teimum so nógva lívsgleði við teirra góða hjartalagi. Stórsti trupulleiki er ofta tann óendaligi bardagin við myndugleikar og almannaverkið fyri at fáa goðkent ta hjálp og stuðul, sum øll við eygu í heysinum duga at síggja, at barnið hevur tørv á, uttan at tey fyrst skulu bejast fyri tað og síðan ár eftir ár skulu søkja av nýggjum og ígjøgnum alla góðkenningarmylnuna, hóast hetta er spill av almennum lønum, tá tað er eyðsýnt, at barnið ikki verður ?frískt?. Og hvussu so, tá foreldirini eldast ella doyggja, hvør skal so berjast henda bardagan við myndugleikarnar vegna tí brekaða?
Sjálvandi finnast brekað fólk, sum eisini eru ófriðarlig, fáa herðindir og/ella eru sálarliga sjúk, - kanska lutvíst av viðferðini tey fáa frá umheiminum - og tí stundum kunnu vera harðlig. Men øll hesi eru umgyrd av professionellum fólki, sum duga at meta um teirra sálarstøðu og hvørt tey skulu vera undir uppsýni alt samdøgrið. Eisini kann eg ímynda mær eina rúgvu av nógv verri grannum, sum gera seg inn á vaksin og børn, t.d. fólk sum skjóta við skørpum, harðskapsmenn, barnalokkarar osfr. Sagt hevur verið frá nógvum óflýggjaskapi í fjølmiðlunum seinnu árini. Ikki havi eg hoyrt, at tað eru menningartarnað, sum standa aftanfyri. Hugsa vit okkum gjølliga um, mugu vit síggja í eyguni, at tað eru tey menningartarnaðu, sum hava tørv á verju ímóti fordómum og øðrum ágangi frá okkum sonevndu normalu. Hvat er tað, sum hóttir hesar góðu havnarborgarar? Ella er trupulleikin, at tey menningartarnaðu ikki eru nóg dekorativ til teirra ímynd av einum fullkomnum grannalag? Minnir tað tey um egnu veikleikar og møguleikanum fyri, at tey sjálvi kunnu gerast foreldur at einum brekaðum barni?
Nú hevur verið arbeitt í so nógv ár fyri at lata stovnarnar upp, fyri at brekað skulu kunna liva í samfelagnum saman við okkum, ikki goymd burtur sum spedalsk. Um tey ikki skulu inn aftur á afturlatnar stovnar - og hví skuldu tey tað? - so mugu tey verða onkrastaðni, øll kunnu ikki siga: Vit vilja ikki hava tey til grannar. Og tit, sum hava sent hasa adressuna, hugsið tykkum, um tað vóru tit, sum áttu brekað børn, sum eingin vildi hava til granna. Hvussu sárt hevði tað ikki verið? Tíbetur eru ikki øll so ?lítil? og uttan at hava tikið mínar grannar í eið eri eg stoltur av at siga, at eg dugi ikki at ímynda mær, at ein einasti av teimum hevði havt tað minsta ímóti at vera granni til ein bústovn fyri menningartarnað, tvørturímóti skulu tey verða vælkomin, um tey menningartarnaðu skoyta um okkum. Vit skulu gera okkara besta fyri at prógva, at vit eru ?verdug? at ferðast ímillum tey og at verða kallað medmenniskju.
Mótmælið hjá grannunum í Havn er ein stór skomm fyri Havnina og fyri Føroyingar, men Býraðið í Havn kann frítt velja at lurta eftir grannaklagum ella at ignorera tær, tað er upp til býraðið og tað persónliga og politiska mótið, sum býraðspolitikararnir hava. Býráðið hevur í fleiri førum givið undantak frá byggisamtyktum, eisini í hesum valskeiði, og hevur loyvt bygging, har grannar hava kært ætlanir um bygging, hóast fakligi kunnleiki og tekniska umsiting býraðsins hevur mælt frá, tí ætlaða byggingin á fleiri økjum var brot á byggisamtyktir býráðsins. Býraðslimir eiga tí at rannsaka sína innastu samvitsku og býraðið eigur ikki undir nøkrum umstøðum at geva eftir fyri tílíkum ótespuligum trýsti, sum í hesum førinum, men eigur at gera øllum borgarum í kommununi greitt, at brekað fólk eru menniskju og borgarar sum øll onnur, og at tey - hóast síni brek - hava sama tørv, somu krøv og rættindi sum aðrir borgarar - eisini til at fáa tænastur, sum so vítt gjørligt gevur teimum møguleika at liva eitt virðiligt og so vanligt lív, sum til ber.
Eg velji at trúgva, at tað bert er ein minniluti í Smærugøtu, sum hevur tikið undir við umrødda mótmæli, og tí eiga vit onnur ikki at leggja eftir øllum, sum búgva har, men til hini vil eg siga: vælsignaði leggið ikki stein oman á byrðu hjá teimum menningartarnaðu og teirra foreldrum, men umráði tykkum av nýggjum, vendið tykkum til Býraðið, takið kæruna aftur og bjóðið teimum menningartarnaðu at vera hjartalig vælkomin, tí betri grannar fáa tit neyvan.