son sín. Tvey av børnunum í hesum flokkinum siga ikki so nógv, men tann eini drongurin tykist móður í morgun. Hann orkar ikki hugsanina um at skula ganga allan vegin heim aftur í barnagarðin. Hann vil hava [...] partur av lívsins skúla! Alt broytt Hvat hesin lítli drongurin veit um fólkaatkvøðuna leygardagin, kunnu vit bert gita um. Men her fekk hann í øllum førum ein lærdóm, hóast hesin helst í fyrstu syftu ikki [...] Hesin lítli hevur nógv eftir at læra í lívinum. Hann verður eisini noyddur at venja seg við tankan um, at tá hann var barn vaks hann upp í Gøtu kommunu. Men ein leygardag í september mánaði 2006 broyttist alt
fólksins maður. Hann er ikki alfaðirligur. Soleiðis ljóðaði tað, tá Fogh í 2001 av fyrsta sinni skuldi leiða Vinstra inn í valstríðið í 2001. Fleiri vóru spádómarnir, tá Fogh gjørdist forsætismálaráðharri [...] vísind og tøkni í altjóðagerðingini. Tað gongur gott í Danmark, sigur hann og sendir eitt signal um, at hann trýr uppá, at Danmark er best, og at hann veit, hvussu hann skal leiða Danmark inn í framtíðina [...] inna tað út í verki, sum hann lovar ? og eisini, at Fogh lovar fleiri pengar í lumman hjá tí einstaka. Lykketoft hinvegin er kendur fyri sínar skattapakkar, og flokksfelagin Nyrup fyri til valið í 1998 at
Gevork Vartanjan sum njósnari í Miðeystri og í Vesturheiminum í meiri enn 30 ár. Hann gavst í fregnartænastuni í 1992. Tá var Sovjetsamveldið ikki til longur. Loyniligt í 57 ár Tað er ikki nakað nýtt, [...] fundinum var landgongdin í Norðurfraklandi eitt hálvt ár seinni. Byrjaði sum 16 ára gamal Gevork Vartanjan varð borin í heim í býnum Rostov-na-Donu har suðuri í Russlandi tann 17. februar í 1924. Pápi hansara [...] stóru í sambandi við fundin í Teheran. Hetta verður millum annað lýst í franska filminum "Teheran 43". Men navnið Gevork Vartanjan var í mong, mong ár eitt væl dult loyndarmál. Tað var ikki fyrr enn í 2000
á Ríkissjúkrahúsinum, og har lógu so upp í 20 sjúklingar í sama rúmi, so í mun til sína framtíð tá var føroysk psykiatri frammarlaga. Læknaverðin sigst í summum førum vera fongd við klandri og stríð [...] Í hesi viku eru 40 ár liðin, síðani Psykiatriska deild lat upp í Føroyum, fyrst 1 deild av 5, fá ár seinri allar 5, nakað eftir Pensionatið og upp aftur seinri Demensdeild og Økispsykiatri. Úr í øldir [...] framhaldsviðgerð og røkt í Føroyum, og tóku mong av. Mesta seingjartalið mundi eitt skifti vera oman fyri 100 í afturlitinum av, at sinnissjúk fólk áður var ein so rár uppliving í almenna føroyska rúminum
Skuldarpanikkur Vit hava nú í 3 ár skorið av vælferðini. Í 2009 steðgaðu vit vøkstrinum í útreiðslunum, í 2010 hildu vit fram og í 2011 er krónutalið at reka samfelagið við minni enn í 2010. Nú viðgera vit 2012 [...] eitt samfelag, sum mennir seg í longdini. Tað verður við tíðini fastfryst í eini støðu, sum bara versnar, har tænastur verða niðurpíndar soleiðis sum vit t.d hava sæð tað í fólkaskúlanum. Hetta hendir, [...] Higartil hevur samgongan,ið var, í alt ov stóran mun bert megnað at spart, í ein evarska lítlan mun megnað at tillaga tænastur og als ikki skapt fortreytir fyri nøkrum vøkstri í búskapinum. Hetta er, útfrá
baksist við at fáa skitnu klæðini inn í vaskimaskinuna á einum vallaraheimi mitt í Los Angeles. Brádliga kemur ein onnur genta inn í lítla vaskirúmið. Hon hevur somuleiðis í hyggju at læna vaskimaskinuna: - [...] dreyminum? Men í dag eri eg vís í, at eg havi valt rætt, sigur Frances. Hon leggur afturat, at uttan mammu sína hevði hon ikki megnað mótburðin og óvissuna, sum fyltu tilveruna í New York. Í New York byrjaði [...] sessast á gólvið og fella í prát, meðan vit bíða eftir klæðunum. Frances er hálvur føroyingur. Mamma hennara er úr Føroyum, og pápin er íri. Hóast Frances bert hevur búð í Føroyum í gott ár, tosar hon flótandi
Einar dugir at flætta í 60inum og í byrjanini av 70inum inn í bókina, við tónleikinum tað árið, við stórhendingum, men alt í alt snýr bókin seg um at vera barn, ungur og menniskja í 20. øld. Tann sum fangar [...] sosialisma Søgan í »Beatlamanifestet« gongur fyri seg í Reykjavík seint í sekstiárunum. Lívið hjá Johann snýr seg mest um vinirnar Ole, Jón, Finn, Gunni og Rebbi, men hann er eisini áhugaður í Helgu og vøkru [...] torført at glætast í okkara samfelagið. »Rokken Rolle Baby« Universið hjá Einari Már Gudmundssyni er og verður altíð marglitta undir- og arbeiðarastættin í Reykjavík, sum vit sóu hetta í kendu skaldsøguni:
royndum við hesum slag av arbeiði. Í sambandi við at arbeiðsgevarar venda sær til ALS eftir handverkarum til byggifyritøkur og eftir aðrari arbeiðsmegi, hevur ALS higartil í ár í stóran mun nøktað eftirspurningin [...] Hóast summar vinnur í Føroyum hava trupult við at fáa arbeiðsfólk, er tað í fleiri førum ikki neyðugt at fáa fólk frá útlandinum til Føroya at arbeiða. Helvtin av teimum arbeiðstøku hava onga útbúgving [...] Ernst Jacobsen frá. Hann leggur dent á, at í teimum førum, tann arbeiðstøki ikki hevur royndir innan øki, ber til at geva persóninum neyðugu førleikarnar. - Í ávísum førum eru pappírini ikki neyðug, haldi
landinum, í hesum føri, er røtt, ella í hvussu er, spyrja hvørjum raðfestingin er gjørd út frá. Tað liggur í kortunum, at útbúgvingin til heilsuastøðing skal liggja saman við Heilsuskúlanum, sum í løtuni [...] hava stórri hølir. Víðvíkjandi hølunum, so kundi hettar verið loyst við at hava tað í huga, nú skúlin álíkavæl skal í onnur hølir. Viðvíkjandi lønarspurninginum, so er lønarmunurin uml. 10%. Men nógvar [...] sparing í sær sjálvum. Tað bert ein spurningur um, hvørjum kassa peningurin fer úr - at flyta pengar millum tey ymsu ráðini. Ein grundgeving fyri at byrja hesa nýggju útbúgving og leggja hana í Suðuroy
Vivian hevur ein son, sum gongur í 9. flokki í Føroyum. Hann kemur til Mallorca, nú skúlaárið endar. Hon hevur eisini ein son uppá 5 ár, sum gongur í sponskum skúla í Palma. So frá nú av tekur Vivian tað [...] hugtakinum, sum vit í Føroyum úttala ”kjera”. Hon hevur eisini aðrar partnarar í Føroyum, sum hava sett pengar í nýggju verkætlanina. Ætlanin er at lata upp enn ein kvinnumótahandil í august ella september [...] eitt ár og hevur verið í Valencia í Spania og í Mexico, har hon so hevur lært seg spanskt. Hon hevur verið í handlinum, síðani hann lat upp herfyri. Hvussu leingi fer hon at vera her: -Alt er opið. Eg taki