Njósnarin sum bjargaði teimum trimum stóru

Í 1943 forðaði sovjetski njósnarin Gevork Vartanjan fyri, at ein deild av servandum týskum hermonnum beindi fyri teimum trimum stóru, Winston Churchill, Franklin D. Roosevelt og Josef Stalin. Í síðsta mánað doyði hann, 87 ára gamal

Nakrir av teimum nógvu njósnarunum, sum virkaðu undir seinna heimsbardaga, gjørdust kendir aftan á kríggið fyri síni avrik. Okkurt nýtist bert at nevna onglendingin Kim Philby og týskaran Richard Sorge. Gevork Vartanjan gjørdist harafturímóti ongantíð kendur og fekk sostatt als ikki ta viðurkenning, sum hann av røttum hevði uppiborið. Kortini verður hann roknaður sum ein av teimum størstu njósnarunum í 20. øld.


Trygdin var sum vera man í hásæti, og harafturat varð tað dult sum mansmorð, tá teir tríggir leiðararnir hjá teimum sameindu, Churchill, Roosevelt og Stalin, hildu fund í persiska høvuðsstaðnum Teheran í november í 1943, har teir skuldu leggja ætlanir um tað, sum eftir var av heimsbardaganum.


Kortini var tað eydnast fregnartænastuni hjá týsku herleiðsluni at fáa fatur á loyndarmálinum, sum gekk undir kodunavninum Eureka. Týskararnir vóru komnir eftir, hvar og nær teir tríggir skuldu hittast.



"Operasjón Longdarlop"

Avdúkingin hjá teirri hernaðarligu fregnartænastuni var vorðið sum fongur hjá teirri týsku leiðsluni. Málið varð latið SS-leiðaranum Ernst Kaltenbrunner, og hann gav alt fyri eitt sínum monnum boð um at seta í verk "Operasjón Longdarlop". Málið var at burturflyta teir tríggjar leiðararnar. Eydnaðist tað ikki, skuldu teir takast av døgum.


Til at standa fyri sjálvum átakinum valdi Kaltenbrunner tann best kenda kommandohermannin, sum Nazi-Týskland hevði. Hesin maðurin æt Otto Skorzeny.


Skorzeny var ikki hvør sum helst. Nakrar fáar mánaðir frammanundan, í juli í 1943, hevði hann staðið á odda fyri tí kenda átakinum, tá tað eydnaðist týskarunum at fría italska einaræðisharran Benito Mussolini, sum sat fangi í einari borg á einum fjallatindi í Italia. Tað eydnaðist Skorzeny og hansara monnum at fáa fatur á Mussolini og at flyta hann við flogfari til Týsklands.



Avdúkað í fyllskapi

Men hóast týskararnir gjørdu alt fyri at halda "Operasjón Longdarlop" loyniliga, bleiv ætlanin avdúkað.


Sovjetski njósnarin Nikolaj Kuznetsov, sum dugdi flótandi týskt, segði seg vera týskan oberstloytnant, og tað eydnaðist honum at fáa SS-yvirmannin Ulrich von Ortel til vinmann.


Von Ortel visti um "Operasjón Longdarlop", og eitt kvøldið hevði hann drukkið í meira lagi og greiddi vinmanninum frá ætlanini. Hann visti eisini at siga, at servandir týskir hermenn, sum skuldu við til Teheran, vandu í Keypmannahavn.


Kuznetsov bar skjótt at og greiddi sínum sovjetsku leiðarum frá tí, sum von Ortel hevði sagt. Haðani fóru boðini til tann bara 19 ára gamla Gevork Vartanjan, sum stóð á odda fyri sjey sovjetskum njósnarum, sum hildu eygað við teimum umleið 20.000 týskarunum, sum búðu í Persia.


Vartanjan og hinir sovjetsku njósnararnir í Persia fóru alt fyri eitt til verka, og stutt undan toppfundinum eydnaðist tað teimum at avdúka, at seks týskir radiomenn vóru komnir hagar. Tað vísti seg, at eitt týskt flogfar hevði slept teimum niður í fallskíggja nærhendis býnum Qom.


-Vit fóru aftan á teimum til Teheran. Tað vísti seg, at nazistarnir høvdu gjørt eini hús í býnum klár til teirra. Radiomenninir ferðaðust á kamelbaki, og allir vóru vápnaðir. Meðan vit hildu eygað við teimum, komu vit eftir, at teir høvdu radiosamband við Berlin, so vit tóku allar samrøðurnar upp, segði Vartanjan við russiska blaðið Zavtra í 2007.



Týskararnir avlýsa


Samrøðurnar millum teir týsku radiomenninar í Teheran og leiðslu teirra í Berlin vóru sjálvandi í kodum. Men tað eydnaðist rættiliga skjótt sovjetsku fregnartænastuni at bróta kodurnar, og nú skiltu teir, at týskararnir ætlaðu at senda eina størri deild av servandum hermonnum til Persia, og at Otto Skorzeny skuldi standa á odda fyri teimum.


Teir seks týsku radiomenninir vórðu nú handtiknir, men teir fingu boð um at halda fram við samskiftinum við Berlin - tó nú undir sovjetskum eftirliti.


-Ein dagin góvu vit radiomonnunum boð um at varskógva sínar yvirmenn í Berlin um, at øll ætlanin var avdúkað, og at "Operasjón Longdarlop" var miseydnað. Hetta fekk alt fyri eitt ta týsku leiðsluna at avlýsa ferðina hjá Skorzeny og hansara hermonnum. Eydnan var við okkum, segði Vartanjan í samrøðuni við Zavtra.


Harvið var ætlanin um at burturflyta ella at beina fyri teimum trimum stóru av ongum, og Churchill, Roosevelt og Stalin hildu ta ætlaðu ráðstevnuna í Teheran. Ein tann týdningarmesta avgerðin hjá hesum fundinum var landgongdin í Norðurfraklandi eitt hálvt ár seinni.



Byrjaði sum 16 ára gamal

Gevork Vartanjan varð borin í heim í býnum Rostov-na-Donu har suðuri í Russlandi tann 17. februar í 1924. Pápi hansara arbeiddi hjá sovjetsku fregnartænastuni og bleiv sendur til Persia í 1930 at virka sum njósnari har. Í Teheran virkaði pápin sum vælhavandi handilsmaður, samstundis sum hann var njósnari.


Gevork var bara seks ára gamal, tá tey fluttu til Persia, men longu í 1940 fór hann at arbeiða sum njósnari. Hann var tá bara 16 ára gamal. Hetta var nakrar mánaðir undan týská álopinum á Sovjetsamveldið í juni í 1941.


Sum nevnt var Gevork bara 19 ára gamal, tá hann fekk týskarar at avlýsa tiltakið í Teheran, men hetta var ikki hansara fyrsta avrik sum njósnari. Eitt tað fyrsta, sum hann gjørdi, var at útvega sær pláss í einum skúla í Teheran, har bretar vandu menn, sum teir síðani sendu til Sovjetsamveldið at njósnast. Gevork kunnaði Moskva um, hvat hendi, og avleiðingin var, at fleiri bretskir njósnarar blivu tiknir, so skjótt teir komu til Sovjetsamveldið.


Saman við konuni Goar arbeiddi Gevork Vartanjan sum njósnari í Miðeystri og í Vesturheiminum í meiri enn 30 ár. Hann gavst í fregnartænastuni í 1992. Tá var Sovjetsamveldið ikki til longur.




Loyniligt í 57 ár

Tað er ikki nakað nýtt, at týskararnir ætlaðu at beina fyri teimum trimum stóru í sambandi við fundin í Teheran. Hetta verður millum annað lýst í franska filminum "Teheran 43".


Men navnið Gevork Vartanjan var í mong, mong ár eitt væl dult loyndarmál. Tað var ikki fyrr enn í 2000, at hann av røttum fekk æruna av at hava forða fyri drápsætlanini. Tá kom eisini fram, at hann longu í 1986 var vorðin heiðraður við heiðursmerkinum "Ein hetja Sovjetsamveldisins", sum var størsti heiður í landinum.


Tá hann doyði tann 10. januar, bleiv Gevork Vartanjan dúgliga fagnaður í teimum russisku fjølmiðlunum, og Dmitrij Medvedev, forseti, lýsti hann sum ein "søguligan njósnara, ein sannan russara og ein sjáldsaman persón."


-Hann var við í nøkrum heilt serligum atgerðum, sum hava serlig pláss í søguni hjá okkara fregnartænastu, skrivaði Medvedev í einum brævi til familjuna.