Fer eftir amerikanska dreyminum

- Mítt mál er at spæla skemtifilm saman við Jack Nicholson, sigur 20-ára gamla Frances Nolsøe oHara, sum seinastu fýra árini hevur búð í USA og ætlar sær at gerast kend filmsstjørna

Samrøða
 
 
Eg standi og baksist við at fáa skitnu klæðini inn í vaskimaskinuna á einum vallaraheimi mitt í Los Angeles. Brádliga kemur ein onnur genta inn í lítla vaskirúmið. Hon hevur somuleiðis í hyggju at læna vaskimaskinuna:
 
- Hi, where are you from? heilsar hon blídliga.
- Im from the Faroe Islands, sigi eg og geri meg til reiðar at greiða henni frá, hvar ókendu og smáu oyggjarnar liggja.
- Nei, er tað sannheit... Eru tykor úr Fyrjun? sigur hon á suðuroyarmáli.
 
Vit sessast á gólvið og fella í prát, meðan vit bíða eftir klæðunum.
 
Frances er hálvur føroyingur. Mamma hennara er úr Føroyum, og pápin er íri. Hóast Frances bert hevur búð í Føroyum í gott ár, tosar hon flótandi føroyskt. Tá hon búði í Føroyum, búði hon í Vági, og eg hoyri alt fyri eitt, at Suðuroyggin veruliga hevur sett sín dám á hennara málsliga framburð.
 
Frances tykist at vera glað um at hava hitt onkran úr Føroyum. Hon er ikki smæðin, men sigur fegin sína lívssøgu.
 
Fyri fýra árum síðan flutti Frances til New York fyri at stremba eftir vælkenda amerikanska dreyminum møguleikanum at gerast víðagitin - sum sjónleikari:
 
- Tá eg var yngri, dansaði eg ballet á Kongaliga Leikhúsinum í Keypmannahavn. Har eggjaðu tey mær til at fara til Amerika. Eg so gjørdi, greiðir Frances frá og rembir sær á gólvinum.
 
Mamma Frances, Elin Nolsøe, gjørdi av at stuðla dóttrini og valdi at siga starvið frá sær, selja húsini í Danmark og flyta til New York saman við Frances:
 
- Eg noyddist veruliga at byrja á botninum í New York. Tað var sera hart fíggjarliga, kropsliga og sálarliga. Í byrjanini angraði eg á ein hátt, at eg var farin. Alt var so ómetaliga stórt og tómt. Eg græt, svav illa um næturnar og spurdi ofta meg sjálva: Er tað veruliga vert at ofra so nógv fyri at røkka dreyminum? Men í dag eri eg vís í, at eg havi valt rætt, sigur Frances.
 
Hon leggur afturat, at uttan mammu sína hevði hon ikki megnað mótburðin og óvissuna, sum fyltu tilveruna í New York.
 
Í New York byrjaði Frances á einum sjónleikaraskúla. Skúlin var sera dýrur, og eftir eina tíð noyddist hon at gevast:
 
- Skúlin var góður, men har slapp eg ikki at gera film, og pengarnir vóru næstan uppi, so eg fór heldur á ein annan skúla. Har lærdi eg at dansa hipp hopp og at gera film, sigur Frances, sum treivst væl á nýggja skúlanum:
 
- Eg var har í tvey ár, lærdi ótrúliga nógv og slapp somuleiðis at gera nógv ymiskt modellarbeiði, sigur hon.
 
Men lívið í New York var framvegis hart, og hóast Frances arbeiddi dúgliga dag sum nátt og menti seg nógv, varð dreymurin ikki veruleiki.
 
Eg fekk niðurlag eftir niðurlag. Eg var til fleiri auditions, sendi modellmyndir inn til eini hundrað bureau og fekk fleiri smáarbeiði. Men New York er ein lorta býur. Øll eru øgiliga egoistisk og leggja lítið í onnur enn seg sjálv. Heldur ikki eru bureauini bangin fyri at lúgva og sápla teg niður, hóast tú hevur góð evni, sigur Frances, sum varð snýtt fyri fleiri túsund dollarar hetta tíðarskeiðið:
 
- Tað var ikki, fyrr enn eg sjálv uttan ein manager ella eitt bureau royndi at finna mær arbeiði, at eydnan var við mær. Eg legði fleiri myndir út á alnetið, og tær góvu úrslit, leggur hon dent á.
 
Telefonin hjá Frances kimaði, og hon fekk fleiri uppgávur og kontaktir. Men enn kundi Frances ikki liva av sínum arbeiði:
 
- Tú kanst gott vera ein framúr góður sjónleikari ella modell, men um tú ikki hevur røttu kontaktirnar, eru tú lítið verd í hesi vinnuni. Álítandi keldur hava greitt mær frá, at Tom Cruise og Keanu Reeves saman við øðrum kendum stjørnum ikki høvdu rokkið toppin, um tey frá barnsbeini ikki høvdu røttu kontaktirnar, sigur Frances, sum fyri hálvum ári síðan tó var sera heppin og hitti sum hon sjálv sigur ein góðan og effektivan filmsstjóra, sum bað hana heldur koma til Los Angeles:
 
- Ikki fyrr enn eg kom til L.A., havi eg veruliga sligið ígjøgnum. Eg havi gjørt ein stuttfilm, og filmsstjórin hevur stórar ætlanir við mær. Í kvøld skulu vit nevniliga út at eta saman við fleiri øðrum filmsstjórum. Uha, eg eri spent!
 
- Mítt mál er at kunna liva sum sjónleikari, men eg ætli mær tó ikki at siga ja takk og amen til alt. Hin vegin er mítt ynski at sleppa at spæla ein skemtifilm saman við Jack Nicholson. Hóast tað verður trupult at røkka hesum ynski, fari eg veruliga at stremba eftir tí. Eg skal, eg vil og eg megni tað, sigur Frances og situr eina løtu og hugleiðir um, hvat hon skal fara í, nú hon skal út at eta á fínari gourmet matstovu við kendum filmsstjórum:
 
- Eg fari í ein svartan kjóla, mínar Jennifer Lopez skógvar og ein hvítan klædningsjakka. Eisini fari eg at seta hárið upp, sigur hon og flennir hjartaliga.
 
Vaskimaskinan er liðug, og vit leggja hálvvátu klæðini saman. Frances skundar sær upp á kamarið at gera seg til reiðar. Ein tíma seinni kemur hon rennandi oman trappurnar:
 
- Nú eri eg klár. Riggar taskan? spyr hon.
 
Eg játti og smílist aftur til hennara. Hon gevur mær eitt lítið klemm:
 
- Á, sum eg eri fegin um at síggja onkran føroying aftur. Eg havi ongan sæð, síðan eg kom til USA, sigur hon at enda og fer av stað.
 
Eg fylgi henni við eygunum eftir Hollywood Boulevard. Hon gongur á The Walk of Fame gøtan, har tey kendu hava fingið teirra navn skrivað á eina stjørnu. Hvør veit... Kanska Frances Nolsøe oHara einaferð fer at standa á eini stjørnu...?
 
Frances veittrar eftir einum gulum hýruvogni. Hon setir seg aftan og fer koyrandi av stað. Í skýmingini gongur leiðin til Beverly Hills.