Hóast summar vinnur í Føroyum hava trupult við at fáa arbeiðsfólk, er tað í fleiri førum ikki neyðugt at fáa fólk frá útlandinum til Føroya at arbeiða. Helvtin av teimum arbeiðstøku hava onga útbúgving, men sambært stjóranum á ALS kunnu hesi fólkini í stóran mun førleikamennast og harvið blíva skikkað til ein stóran part av teimum størvunum, ið eru lýst leys.
- Sjálvt um tey ikki hava røttu pappírini ella kanska als eingi pappír hava, merkir tað ikki, at arbeiðsgevarar, ið leita eftir nýggjum starvsfólkum, ikki kunnu brúka hesi arbeiðstøku. Okkara royndir eru, at flestu føroyingar duga nógv, hava arbeiðsroyndir og neyðuga áræðið fyri at fáa sær teir førleikarnar, sum krevjast til tey ymsu størvini, sigur Ernst Jacobsen, stjóri Arbeiðsloysisskipanini.
Førleikarnir eru har
Tað er serliga innan byggivinnuna og el-vinnuna, at arbeiðsgevararnir eiga at brúka føroyska arbeiðsmegi framum útlendska.
- Byggivinnan og el-vinnan eru góð dømi um, at til ber hjá arbeiðsgevarum at brúka fólk, sum ikki hava tey røttu pappírini Fleiri av teimum arbeiðstøku hava førleikar at arbeiða innan ta vinnuna allíkavæl, tí tey hava fleiri ár av royndum við hesum slag av arbeiði. Í sambandi við at arbeiðsgevarar venda sær til ALS eftir handverkarum til byggifyritøkur og eftir aðrari arbeiðsmegi, hevur ALS higartil í ár í stóran mun nøktað eftirspurningin, greiðir Ernst Jacobsen frá. Hann leggur dent á, at í teimum førum, tann arbeiðstøki ikki hevur royndir innan øki, ber til at geva persóninum neyðugu førleikarnar.
- Í ávísum førum eru pappírini ikki neyðug, haldi eg, men sjálvandi skulu fólk vera skikkað til tað arbeiðið, tey skulu gera. Um vit samstarva við vinnuna, so kunnu kunnu vit so at siga skúla fólkini, tað vil siga geva teimum førleikar, ið arbeiðsgevarin sóknast, sigur Ernst Jacobsen.
Sjálvur heldur hann, at samstarvið millum ALS og vinnuna sum heild er betri enn nakrantíð. Og tað hevur stóran týdning í sambandi við at fáa arbeiðstøkar føroyingar út á arbeiðsmarknaðin.
- Tað er umráðandi at samstarvið riggar og at partarnir vita av hvørjum øðrum, tí á tann hátt kunnu vit saman hava eina skipaða tilgongd, tá arbeiðsgevarar leita eftir arbeiðsfólki. Og tá er týdningarmikið, at byrjað verður í góðari tíð við at finna fram til tey røttu fólkini, greiðir Ernst Jacobsen frá og leggur afturat:
- Um so er at byggivinnan hevur tørv á arbeiðsmegi mæla vit til, at farið verður undir eina skipaða tilgongd at staðfesta tørvin hjá føroyskum byggifyritøkum á fólki og førleikum fyri síðani at kanna neyvt, í hvønn mun førleikarnir longu eru í skipanini hjá ALS. Mangla førleikar, fer ALS undir eina skipaða førleikamenning til tess at tryggja, at neyðugu førleikarnir verða tøkir, tá tørvur verður á teimum, sigur Ernst Jacobsen. Hann er tó tilvitaður um, at eitt nú byggivinnan kann tørva ávísar serførleikar, sum ikki ímillum fólkini, sum eru í ALS-skipanini.
- Umráðandi er, at byggifyritøkurnar venda sær til ALS fyrst eftir arbeiðsmegi, áðrenn umhugsað verður at fáa útlendska arbeiðsmegi.
Torført við línubátum
Sambært stjóranum á ALS er tað tó serliga innan eina vinnu, at tað í fleiri ár hevur og framvegis er trupult at skaffa arbeiðsmegi og har er møguliga neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi
- Tað hevur í fleiri ár víst seg at vera trupult hjá línubátum at fáa fólk, og har hevur eisini verið trupult fyri ikki at siga ómøguligt hjá okkum at hjálpa, hóast stórt arbeiði verður gjørt fyri at finna røttu fólkini umframt at ymsik tiltøk hava verið gjørd fyri at skaffa manning, sigur Ernst Jacobsen. Orsøkirnar til at tað er torført at skaffa fólk til línubátarnar eru fleiri.
-Ofta er freistin stutt til at finna fólk, hart arbeið, lønin misjøvn og línubátarnir vilja aloftast hava ungar raskar menn við royndum. Og teir hava vit ikki, sigur Ernst Jacobsen og leggur afturat, at fleiri av monnunum, sum eru í ALS-skipanini, hóska til hetta slagi av arbeiðslýsing, men eru sum oftast væl eldri enn tað, sum línubátarnir vilja hava og hesir menn bera seg undan tí teir satt at siga ikki orka hettar arbeiðið longur.
Kunnu skúlast til førleikarnar
Umborð á Norrønu hava tey í nógv ár havt útlendsk arbeiðsfólk til at taka sær av ávísum pørtum av arbeiðinum umborð. Serliga hava hesi útlendsku starvsfólkini verið úr Polen og Íslandi.
Í fjør fór Smyril Line og ALS undir eitt samstarv, tá Smyril Line skuldi finna starvsfólk til summarsiglingina í ár.
- Tey skuldu brúka millum 40 og 50 fólk umborð. Vit innkallaðu umleið 150 arbeiðstøk fólk, sum so fóru undir eina skipaða førleikamenning í mun til tørvin hjá Norrønu og fóru eisini ein royndartúr við Norrønu, og at enda blivu eini 45 fólk vald til at fáa størvini, greiðir Ernst Jacobsen frá. Hann heldur, at hetta ítøkiliga dømi vísir, hvussu samstarv millum vinnuna og ALS kann føra til eina støðu, har báðir partar fáa nakað burturúr. Harumframt er umráðandi, at fólk , sum onki arbeiði hava, fáa arbeiði aftur. Fólk uttan arbeiði hava minni inntøku, gerast lættari sjúk, missa sjálvsálitið og kunnu gerast deprimerað, og t í er umráðandi at hava eitt arbeiði.
- Norrøna er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu brúka ta arbeiðsmegina, vit hava herheima, ístaðin fyri at leita út í heim eftir fólki, sigur Ernst Jacobsen og leggur afturat:
- Við eini skipaðari tilgongd, har mann byrjar tíðliga at samstarva, er tað møguligt at gera nyttu av føroyingum ístaðin fyri at fáa útlendingar at arbeiða í Føroyum. Samstarvið millum Smyril Line og Als hevur riggað so mikið væl, at Smyril Line fer at finna starvsfólk til summarsiglingina 2013 hjá Norrønu eftir sama leisti sum seinast.
Hvørji eru tey arbeiðsleysu?
- 48% hava onga útbúgving
- 52% hava útbúgving omanfyri fólkaskúla
Av teimum arbeiðsleysu sum hava útbúgving hava:
- 44% miðnámsútbúgving
- 30% yrkisútbúgving
- 18% miðallanga útbúgving
- 5% styttri hægri útbúgving
- 3 % hægri útbúgving
Tøl frá ALS 1. Aug. 2012