Vælferð ella niðurlaging

Eyðgunn Samuelsen
--------

Fíggjarkarmarnir fyri 2010 snúgva seg um, at taka støðu til, hvat fyri vælferðartænastur okkara samfelag skal veita sínum borgarum í 2012 og frameftir, og á hvørjum støði hesar tænastur skulu verða. Onnur síggja hetta sum ein spurning um, hvat ið tað skal kosta at reka samfelagið komandi ár. Bæði sjónarmiðini eru á sín hátt røtt, men tað veldst um eyguni, ið síggja, hvar denturin verður lagdur, og tað veldst óivað eisini um, hvat fyri samfelag ein ynskir, at vit skulu hava.
Sum búskaparstøðan er við halli í fíggjarlógini triðja árið á rað, er tað natúrligt at hyggja eftir, hvussu nógv tað kostar at reka okkara samfelag. Stóri spurningurin er tó, um tað ikki eisini er okkara skylda at taka støðu til, hvat er tað fyri eitt samfelag, vit vilja hava fyri tann pening, ið vit játta.
Hvussu langt niður skulu vit pína hetta samfelagið við pleniklipparametoduni heldur enn at spara við skili, og harvið gera neyðugu tillaðingarnar samstundis?
Tað góða samfelagið
Hvussu skal tað góða samfelagið síggja út? Er tað eitt samfelag, sum er so bíligt sum gjørligt at reka, og tí hevur so fáa tænastur sum gjørligt, ella er tað eitt samfelag, sum gevir øllum borgarum mest møguliga vælferð fyri so lítlan kostnað sum gjørligt.
Fyri Javnaðarflokkin er tað góða samfelagið ikki eitt samfelag, sum hevur so fáar tænastur sum gjørligt at geva sínum borgarum. Tað er eitt samfelag, ið veruliga gevur øllum borgarum somu møguleikar at liva, at virka, at útbúgva seg og skapa sær eitt gott lív.
Eitt tað týdningarmesta er at hava skil á búskapinum og samstundis skapa karmar fyri búskaparvøkstri. Eitt samfelag, sum ikki hevur vøkstur, er ikki eitt samfelag, sum mennir seg í longdini. Tað verður við tíðini fastfryst í eini støðu, sum bara versnar, har tænastur verða niðurpíndar soleiðis sum vit t.d hava sæð tað í fólkaskúlanum. Hetta hendir, sjálvt tá ið vit lata standa til, tí vit eru ov bangin fyri at fremja broytingar.
Út við plenuklipparanum
Hvussu fáa vit so skil á búskapinum í verandi støðu? Er tað rætti vegurin fyrilitaleyst at spara hallið burtur uttan mun til, hvussu hesar sparingar raka, um tær økja arbeiðsloysi, minka um livimøguleikarnir hjá tænastuvinnuni, geva okkara børnum ein verri skúla og ikki geva okkara gomlu tað røkt, ið tey hava rætt til og brúk fyri?
Ja siga summi, bara hallið verður burtur, so verður alt betur, sjálvt um vit í royndini at fáa hallið burtur oyðileggja okkara samfelag. Sjálvt um vit so at siga fara so fram, at skurðviðgerðin eydnast til fulnar, men sjúklingurin doyði.
Fyri Javnaðarflokkin er svarið ikki bert at spara, men eisini at spara. Vit ávara ímóti at spara samfelagið niður í onki, tí hvat hjálpir tað, at skuldin er burtur, og vit hava tamarhald á búskapinum, men samfelagið er í sori.
Javnaðarflokkurin vil vera við til at fremja hóvligar sparingar, har vit samstundis gera okkum ómak ikki at bróta vælferðina niður. Tað ber ikki til at halda fram at spara við pleniklipparanum.

Skuldarpanikkur
Vit hava nú í 3 ár skorið av vælferðini. Í 2009 steðgaðu vit vøkstrinum í útreiðslunum, í 2010 hildu vit fram og í 2011 er krónutalið at reka samfelagið við minni enn í 2010. Nú viðgera vit 2012, og har er okkara uppskot, at vit spara 42 mió, at vit økja útreiðslurnar við 45 mió, og at vit økja inntøkurnar við 40 mió.

Skoðsmálið, ið henda fíggjarkós hevur fingið, bendur á, at ein partur av tinginum , serliga ein ávísur flokkur, er farin heilt í panikk. Teir royna at billa føroyingum inn, at samfelagið er við at fara av knóranum. Skuldarfella og rentudeyði rópað teir. Hvar er skuldarfellan, tá ið veruleikin er, at skuldin hjá landinum, kann samanberast við ½ álíkning hjá eini kommunu. Hvar er rentudeyðin, tá ið vit skulu gjalda 1% (40 mió) av okkara samlaðu útreiðslum í rentu komandi ár og kanska 3 % í 2015.
Hesir pástandir bera brá av ráðaloysi. Javnaðarflokkurin metir als ikki, at støðan við øktari skuld og rentubyrðu er ein góð støða. Tvørturímóti, so taka vit undir við, at vit eiga at arbeiða okkum úr hesi støðu og fáa hallið burtur, helst í 2015.
Raðfesta ungdómin, barnafamiljurnar og eldrarøktina
Í 2012 velja vit, hóast búskaparstøðuna, at raðfesta nøkur fá økir. Vit raðfesta ungdómin við at økja játtanina til fólkaskúla, miðnám og hægri lestur. Hetta tí vit ásanna, at tey ungu eru framtíðin, og vit tí mugu geva teimum møguleikar at útbúgva seg. Barnafamiljurnar fáa eina øking í barnafrádráttinum á 1000 kr pr barn, hetta tí vit ásanna, at hesar familjur eru hart kroystar við dýrum livikostnaði og høgum skatti. Triðja raðfestingin er, at peningur er settur av, so eldrarøktin kann økjast, so hvørt sum nýggj røktarheim verða tøk. Vit mugu tora at raðfesta, sjálvt um vit hava hall, um vit ikki skulu reka okkara fólk av landinum.
Vegurin úr kreppuni
At arbeiða okkum burturúr kreppuni merkir, eina blanding av hóvligum sparingum, tillagingum av almennu tænastunum og at skapa fortreytir fyri búskparvøkstri. Higartil hevur samgongan,ið var, í alt ov stóran mun bert megnað at spart, í ein evarska lítlan mun megnað at tillaga tænastur og als ikki skapt fortreytir fyri nøkrum vøkstri í búskapinum.
Hetta er, útfrá okkara bestu sannførðing ein gongd leið úr kreppuni, har vit fáa skil á búskapin uttan at knúsa vælferðina.
Ein ógvuslig sparing vil tálma einum komandi búskaparvøkstri og hava tað avleiðing, at vit niðurbróta vælferðarsamfelagið fyri aftaná at bjarga tí, tað gevur als onga meining.
Serliga ikki, tá ið vit við at brúka vit og skil, við at hava eitt sindur av ísi í búkinum og við at trúgva uppá framtíðina, kunnu varðveita vælferðina og samstundis fáa skil á búskapinum, so samfelagið aftur kann vaksa.