Vivan úr Klaksvík latið mótahandil upp á Mallorca

Klaksvíkskvinnan Vivian Slyne telist nú millum mongu mótahandilsfólkini á kendu meðalhavsoynni Mallorca. Herfyri lat hon upp snotuligan mótahandil í høvuðsstaðnum Palma. Skreytlutirnir hjá Tórgerð Suðuroy ganga longu sum heitt breyð, og skjótt verða Guðrun Guðrun vørur eisini á handilshyllunum. Úr litfægra handlinum ljómar føroyskur tónleikur út á handilsgøtuna og fær forvitnar turistar at støkka inn á gólvið. Og har tekur smílandi og fryntliga havnarkvinnan Hjørdis Klein ímóti teimum

Handilslív

Jan Müller

jan@sosialurin.fo

 

 

Tá Sosialurin og Rás2 komu framvið mótahandil í mest vitjaðu handilsgøtuni á Mallorca ljómaðu tónarnir frá Frændum út á gøtuna. Og í hurðini stóð Vivian Slyne, sum saman við øðrum hevur latið upp sín fyrsta mótahandil á hesi kendastu ferðavinnuoynni í Meðalhavinum.

 

Vivian og Petur Slyne fluttu til Mallorca fyri knøppum ári síðani. Tey búgva í høvuðsstaðnum Palma. Petur tekst við grafiskt arbeiði fyri fyritøkuna Ikon í Føroyum. Einki er til hindurs fyri at kunna sita á skrivstovu á meðalhavsoyggj og arbeiða fyri fyritøku í Føroyum. Tvørturímóti fær hann meira frið her til sítt arbeiði.

 

Vivian hevur valt sær nýggja lívsleið. Eftir at hava arbeitt sum frisørur hevur hon nú valt handilsyrkið. Og hon hevur tikið rættiliga stóra og heldur óvanliga stigið at lata upp mótahandil í tí annars sera lívligu handilsgøtuni mitt inni í Palma býi.

 

-Eg havi leingi hugsað um at royna nakað nýtt eftir at hava havt frisørsalong í 17 ár og havi so brúkt hesa tíðina á Mallorca at hugsa um, hvat nýtt eg kundi finna uppá, og so kom hugskotið at lata ein handil upp.

 

KERA FASION

Tað eru umleið tvær vikur síðani, at Vivian lat mótahandilin KERA FASION upp mitt í hjartanum á Palma. Ein djørv og spennandi avgerð, nú tað longu eru hundraðtals mótahandlar har frammanundan. Men Vivian ynskir so at koma við nøkrum nýggjum, sum aðrir handlar ikki hava. Í fyrsta lagi merki úr Norðurlondum. Hetta eru dýrar vørur men eru á sera høgum støði.

 

-Vit hava so eisini tikið nøkur bíligari merki men síggi eg longu nú, at tað er ikki so lætt, nú her eru so nógvir handlar við bíligum vørumerkjum úr Spania. So har kann eg ikki kappast. Men tað er gott, at man longu eftir eini viku kann finna út av, hvønn veg man skal fara.

 

Vivian sigur, at hon fer eisini at selja føroysk merki og hevur tosað við Guðrun og Guðrun og aðrar designarar í Føroyum um at selja teirra vørur. Tó so at tað longu finnast vørur framleiddar í Føroyum á hyllunum. Tað eru skreytlutir frá Tórgerð Suðuroy, sum higartil hava selt sum heitt breyð.

 

–Vit fara at leggja okkum eftir at marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur, og vit hava fingið katalog við myndum úr Føroyum, sum verða skrødd burt sigur Vivian, meðan føroyskur tónleikur frá Frændum rungar út úr hátalarunum.

 

Og hon leggur aftrat: –Kunnu vit eisini marknaðarføra føroyskan tónleik her á Mallorca eisini, so vilja vit fegin gera tað.

 

Vivian er annars ikki einsamøll um nýggja og spennandi KERA konseptið. Navnið er rættiliga sjáldsamt og persónligt. Tað er sprottið úr hugtakinum, sum vit í Føroyum úttala ”kjera”. Hon hevur eisini aðrar partnarar í Føroyum, sum hava sett pengar í nýggju verkætlanina. Ætlanin er at lata upp enn ein kvinnumótahandil í august ella september, so longu nú verður leitað eftir øðrum hølum. Hetta er bert byrjanin. So verður ein mannfólkahandil latin upp til jóla.

 

Gott stað

Vivian hevur ein son, sum gongur í 9. flokki í Føroyum. Hann kemur til Mallorca, nú skúlaárið endar. Hon hevur eisini ein son uppá 5 ár, sum gongur í sponskum skúla í Palma. So frá nú av tekur Vivian tað, sum tað kemur.

 

Sjálv er hon sera fegin um nýggja heim sítt. –Hetta er eitt oyggjaland eins og Føroyar, og her er ótrúliga gott at vera. Eg havi verið her einar sjey átta ferðir, áðrenn eg flutti hertil at búgva. Eina løtu hugsaðu vit okkum at fara til Barcelona á meginlandinum, men okkum dámar betur oyggjaland, so her verða vit í hvussu er fyri fyrst. Her eru sjálvandi nógv ferðafólk og verður alt sjálvandi merkt av tí. Men kortini er her nógv lokalt, sum sermerkir gerandisdagin. Fólk eru sera fryntlig, og tú kennir teg vælkomnan. Sagt verður at tað búgva umleið ein millión fólk á Mallorca men taka vit tilflytarar og ferðafólk við so búgva her eini átta milliónir fólk alt árið.

 

Vit hoyra javnan, at eisini føroyingar keypa sær íbúðir í suðurlondum. Vivian sigur, at tað er sera dýrt at keypa slíkar á Mallorca. Ein vanlig íbúð liggur um einar 4 mill. Skal tú hava eini sethús sum vit kenna tað frá Føroyum, so kostar tað einar 7-8 mill.

 

Tað eru eftir øllum at døma eisini aðrir føroyingar, sum búgva á Mallorca. Sjálv var Vivian um jóltíðir og vitjaði eina tilkomna kvinnu, sum hevði búð á Mallorca í meira enn 20 ár. Eisini veit hon um eina 70 ára gamla føroyska konu, sum býr í Palma.

 

Føroyingar vælkomnir

Eru tað annars føroyingar, sum ynskja at vitja handilin hjá Vivian, so skulu tey bara fara til Plaza Major, sum liggur í miðbýnum í Palma. KERA handilin liggur í smølu gongugøtuni nærhendis.

 

-Eg skal nokk spæla føroyskan tónleik, so føroyingar, ið koma framvið, eins og tit frá Rás2 og Sosialinum, hoyra tónleikin og brúka hann sum vegvísara sigur ein fyrikomandi og væltalandi Vivian.

 

Vivian, sum tykist hava nógv jørn í eldinum, letur heilsa heima í Føroyum. –Vilja føroyingar síggja handilin og vitja her, so kunnu teir fara inn á heimasíðu okkara, HYPERLINK "http://www.kerafasion.com" www.kerafasion.com. Har finst adressan hjá nýggja handlinum.

 

Hjørdis úr Havn

Vivan er ikki einsamøll føroyingur í nýggja handlinum. Hjørdis Klein úr Havn er eitt av starvsfólkunum. –Eg hoyrdi, at tørvur var á fólki og onkrum, sum dugdi spanskt, og eg søkti og fekk arbeiðið.

 

Hjørdis hevur búð í Panama í eitt ár og hevur verið í Valencia í Spania og í Mexico, har hon so hevur lært seg spanskt. Hon hevur verið í handlinum, síðani hann lat upp herfyri.

Hvussu leingi fer hon at vera her: -Alt er opið. Eg taki tað, sum tað kemur. Her er virkuliga deiligt at vera. Fólk eru opin og blíð og løtt at koma í samband við.

 

KERA handilin er sera snøggur. Ein Johan úr Sandavági hevur hjálpt til at innrætta og er komin sera væl frá tí heldur Hjørdis, sum vónar, at kundarnir fara at streyma til henda sera vakra og snotuliga handilin, ið avgjørt ikki stendur nakað aftanfyri aðrar flottar mótahandlar í Palma.