Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar heldur enn heilsuatstøðingar

Annemi Joensen

Javnt og savnt verður, bæði í fjølmiðlum og av tingsins røðarapallið, sagt at hægri vitanin er, betur er dygd. Tí má førleikamenning og gransking stuðlast fíggjarliga. Tí er m.a granskingarstovnurin stovnaður.
Tó er tað eitt fakøkið, har tað, í dag eyðsæð, ikki verður mett neyðugt at framleiða hægst møguliga vitan. Tað er innan sjúkrarøktina. Her er heldur tað øvugta galdandi. Tí, sum er, verður fíggjarlig orka brúkt at seta á stovn útbúgving at framleiða lægri vitanarstøðiði - útbúgvingina til heilsuatstøðing, heldur enn at gera meira brúk av eini vitansframleiðslu á einum hægri vitanarstøði, sum longu finst í landinum - útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing. Ikki fyri at taka nakað frá nøkrum, so er tað nú einaferð so, at sjúkrarøktarfrøðingar hava eina stórri og breiðarii vitan enn heilsuatstøðingarnir.

Hóast tað er ein politisk avgerð, at vit, í Føroyum, skulu hava útbúgving til heilsuatstøðing, fari eg at loyva mær at gera nakrar viðmerkingar til hesa avgerð.
Hví henda útbúgving skal setast á stovn, kann bert gitast um, tí onki hevur verið alment framført sum grundgevan frá politiskari síðu.
Tó kann tað hugsast, at ein viðvirkandi orsøk er, at tað verður framført, at Føroyar mangla/ fara at mangla sjúkrarøktarfrøðingar.
Um hettar er orsøkin, so er at undrast yvir, hví ein nýggj útbúgving skal setast á stovn fyri at nøkta hesum tørvi. Vit hava jú, sum longu framført, ein skúla, sum útbúgvir sjúkrarøktarfrøðingar. Mær vitandi hevur henda útbúgving, fakliga, altíð kunna brúkst til arbeiðið innan sjúkrarøktina. Spurningurin er so, hví hon ikki kann brúkast nú, men at tað verður hildið neyðugt fígging nýggja útbúgving at starvast innan sama økið.
Er orsøkin aftur her, at fáa møguleika at trýsta sjúkarrøktarfrøðingarnar úr teimum størvum, sum teir søguliga altíð hava røkt?
At tað er ein fíggjarlig útreiðsla at seta heilsaatstøðingarútbúgvingina á stovn, er eyðsýnt.
Fyri at útbúgvingina í heila tikið kann byrjað, krevst, at hølir skulu finnast, har skúlin kann húsast. Haraftrat skulu lærarir við nøktandi útbúgving setast. Innbúgv, bøkur o. a. sum krevst, fyri at kunna virka sum skúli, skal keypast. Haraftrat kemur tann dagligi raksturin. Alt hettar krevur fígging. Tá hettar so samstundis verður hildið uppímóti, at tað ikki er gjørd nøkur tørvskanning, við atlitið til, um tað í heila tikið, er brúk fyri heilsuatstøðingum, og møguliga hvussu nógvum.
Neyðugt er eisini at umhugsa, hvat verður gjørt, um/tá tilgongdin til skúlan næstan verður/er ongin, ella tá tørvurin á arbeiðsmegi er nøktaður.
Haraftrat skal, sum longu nevnt, samstundis havast í huga, at tað longu frammanundan er ein skúli, sum kann útbúgva fólk til sjúkrarøktina.

Øll hesi viðurskifti gera, at ein kann loyva sær at seta spurnartekin við, um raðfestingini av fíggjarligu orkuni hjá landinum, í hesum føri, er røtt, ella í hvussu er, spyrja hvørjum raðfestingin er gjørd út frá.

Tað liggur í kortunum, at útbúgvingin til heilsuastøðing skal liggja saman við Heilsuskúlanum, sum í løtuni, er á Tvøroyri. Sjálvandi verður nakað av meirkostnaðinum til útbúgvingina, á henda hátt, spard. Eisini kann verða framført, at heilsuútbúgvingin er stytri, og tí bíligari.
At taka tvey hold av lesandi inn á Sjúkrarøktarfrøðiskúlan er sjálvandi heldur ikki kostnaðarleyst. Meirkostnaðurin fer bæði at skildast øktum læraratørvi og at skúlin skal hava stórri hølir. Víðvíkjandi hølunum, so kundi hettar verið loyst við at hava tað í huga, nú skúlin álíkavæl skal í onnur hølir.
Viðvíkjandi lønarspurninginum, so er lønarmunurin uml. 10%.
Men nógvar og stórar kanningar hava víst, at útbúgvingarstøðið hjá røktarstarvsfólkið lutfaldsliga hongur saman við fylgjusjúkur hjá sjúklingum/brúkarum, soleiðis at skilja, at hægri útbúgvingarstøðið er, færri eru fylgjusjúkurnar. Hettar skuldi verið ein sparing í sær sjálvum. Tað bert ein spurningur um, hvørjum kassa peningurin fer úr - at flyta pengar millum tey ymsu ráðini.
Ein grundgeving fyri at byrja hesa nýggju útbúgving og leggja hana í Suðuroy, kann haraftrat vera at politikarirnir vilja skapað arbeiðspláss í oynni. Um hugt verður eftir landafrøðiliga býtinum í tí síðsta flokkinum, sum bleiv avlærdur frá Heilsuskúlanum, so var býtið uml. helvt um helvt ávíkavist frá Suðuroy og frá norðanfjørðs, hóast at fólkatalsbýtið í Føroyum ávíkavist er 5000 og 43.000. Hettar ójavna býtið kann ein gera sær ymiskar hugsanar um, og, sum Storm P. segði, so er ringt at spáða um framtíðina. Men vert er at hava í huga, at um útbúgvingin til heilsuatstøðing fer at liggja í Suðuroy, so verður tað kanska haðani, stórsta tilgongdin til útbúgvingina fer at verða.
Ætlaða ellisheimið í Suðuroy er kanska ætlað teimum, ið koma frá ætlaða heilsuatstøðingarútbúgvingini.
Men ellisheimið verður einaferð fullmannað. Úrslitið kann tá skjótt gerast, at Føroyar fáa eina oyggj við arbeiðsleysum heilsuatstøðingum. Er grundgevingin hjá politikaranum, at hjálpa Suðuroynni við arbeiðsplássum, kann henda avgerð skjótt fáa ta óhepnu avleiðing, at fleiri verða noydd at fara av oynni at fáa arbeiðið. Hvat er so vunnið?
Tí vildi eg mett, alt annað líka, at tað hevði verið eitt betur hugskot, at skipa umstøðurnar hjá Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya soleiðis, at møguleiki verður fyri at takað tvey hold av lesandi inn um árið. Hettar kundi verið gjørt til tørvurin av sjúkrarøktarfólkið er nøktaður. Síðan kundi upptøkan av lesandi verið tillaga aktuellu støðuni.
Viðvíkjandi tilgongdini av lesandi til skúlan, so er ongin trupulleiki verið fyri at kunna manna tvey hold. Sum er sleppa ikki øll, sum søkja, inn. Ístaðin verða tey at fara av landinum fyri at fáa sær hesa útbúgving - sjá Sosialin 30.mars
At enda kann nevnast, at ein grundgeving fyri at vit skulu hava hesa útbúgvingina í Føroyum, er at Danmark hevur hesa útbúgving. Tey hava, so vil eg eisini hava!!!
Trupulleikin er bara, at vit eru færri og smærri til at fíggja fleiri útbúgvingar, og tá pengapungurin/krubban er tóm, so býtast rossini. Ùrslitið verður tá, at hvørgin útbúgvingin verður góð ella fær nøktandi karmar at virka undir.