Danska kvinnulandsliðið í hondbólti fekk eina dreymabyrjan uppá heimsmeistarakappingina, sum í hesum døgum verður hildin í Noregi og Danmark. Mótstøðuliðið úr Angola tóktist púra fyri ongum, og Danmark [...] r báðir Lene Rantala í fyrra hálvleiki og Gitte Sunesen í seinna, sum báðar leiktu ein sera góðan dyst, og vóru helst størsta grundin til at danski sigurin gjørdist so stórur. Tað gingu tíggju minuttir [...] var deiligt. Tað hevur stóran týdning at vit koma væl í gongd, og vinna allar okkara innleiðandi dystir. Dysturin í dag, var kanska eitt sindur merktur av, at hetta var fyrsti dysturin í kappingini, og so
okkara egnu veðurtænastu. Men tað halda veðurfrøðingarnir á DMI ikki. Teir siga, at tað ger akkurát tað sama, hvar í verðini ein veðurfrøðingur er staddur. Tað einasta, sum umræður er, hvørjar upplýsingar [...] starvsfelagar um, at tað er trupult at rokna veðrið út, er hann í hvussu so er púra ósamdur við teir, tá ið teir siga, at tað kann vera tað sama, hvar veðurfrøðingurin er staddur. ? Tað er nógv lættari hjá [...] hjá einum veðurfrøðingi, sum er staddur í Føroyum at meta um veðrið her, enn tað er hjá einum, sum er staddur í Keypmannahavn. Og hann skuldi vita, hvat hann tosar um, tí hann hevur nakað at samanbera við
næsta ár, og tað er í sama ári, sum eg kundi havt 40 ára jubileum í fyritøkuni. Tað er í november mánaði, men nú kvetti leiðslan í fyritøkuni høvdið av mær beint undan hesum, og tað var eg ómetaliga vónbrotin [...] Taastrup Erling og Elsa Lydersen Tað ljóðar sum eini vanlig føroysk hjún. Og tað kundu tey í grundini eisini verið. Men soleiðis er ikki. Tey eru donsk og búgva í Taastrup, sum liggur stutt uttanfyri Keypmannahavn [...] ársbyrjan í ár var Braun lagt saman við Gillette, sum hevur átt Braun síðani 1967. Nýggj leiðsla kom í Danmark, sum nú hýsir høvuðsskrivstovuni hjá nýggja Gillette Group í Norðurlondum. Og 9. juni í ár hevði
Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF, og Allan Simonsen, sum eisini verður landsliðsvenjari í HM undankappingini í ár 2000 og 2001, eru í hesum døgum í Tokoyo. Í dag fara teir at vera hjástaddir [...] luturin fellur í dag. Dreymurin Í europeiska fótbóltssamtakinum eru 51 fótbóltstjóðir, og allar uttan Frakland, ið sum heimsmeistari er sjálvskrivaður luttakari í endaspælinum í 2002, eru við í lutakastinum [...] eftir úrtøkuni í síðstu HM undankappingini og EM undankappingini, har tað varð spælt til í oktober. Londini eru flokkaði í fimm bólkar. Føroyar eru styrkismettar sum nummar 42 og eru í fimta bólkinum saman
Gráastein í Havn. Tað er felagið Føroya Ellisakfør, sum leigar brunnin frá Tórshavnar býráð. Verkætlanin hjá felagnum er at gera landsins fyrsta tøkniliga fornminnissavn, sum umframt at hýsa gomlum bilum eisini [...] helst fyrsta vatnveiting í Føroyum. Brunnurin, sum nú skal hýsa virkseminum hjá Føroya Ellisakførum er 25 metrar breiður og 30 metrar langur. Miðalhæddin í honum er um 5 metrar. Sum tað sæst er hann gjørdur [...] vatnveitingina eftir Marknagilsvegnum í 1969 - eftir at stóra byrgingin í Havnardali varð tikin í brúk nøkur ár frammanundan - varð pumpustøð gjørd við brunnin við Gráastein, sum samstundis varð taktur. Tískil
sunnudagin. 47 børn verða við í hirðaspælinum. Í Norðstreymoyar Musikkskúla eru tey 8 børn í aldrinum 7-12 ár. Atgongumerkir til Luciukonsertina eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum. Bestu [...] desember kl. 16.00 verður árliga Luciakonsertin í Norðurlandahúsinum, og eru tað næmingar frá musikalsku spælistovuni, næmingar í Tórshavnar Musikkskúla og Norðstreymoyar Musikkskúla, sum fara at verða við [...] hirðaspælið. Í hesum orkestri eru 8 strúkinæmingar 7-12 ár, og musikklærarar hava verið Claire Thomsen, Jens Christian Guttesen og Jacqueline Fitzgibbon. Tað verða gott og væl 58 børn, sum verða við á
stór sjálvfylgja tað er, at tað almenna leggur út aliøkini, eins stór sjálvfylgja er tað, soleiðis sum kolvetnislógin fyriskrivar, at tað almenna leggur út øki til oljuvinnuna. Hann helt tað tí vera fullkomnan [...] hildið tað vera neyðugt at stýra hesi risastóru vinnu í ávísan mun og hava lóggivið á økinum, og so mikið meira neyðugt er tað hjá okkum at gera tað sama. Tað er tíð uppá at gera sær greitt, at tað føroyska [...] annað val enn at hava skattatrýstið í topp og barnafrádráttin í botn og annars tær ringastu umstøðurnar. Og tað verður verrri enn. Eitt tað týdningarmiklasta brotið í uppskotinum frá landsstýrismanninum
Fiskamarknaðinum. Tað mesta av toskinum verður virkað í Føroyumm m.a. til saltfisk, og tað er sera lítið, sum fer feskt av landinum. Tað er eitt sindur øðrvísi við hýsuni. ? Tað hýsuna sum er seld í kassum, eru [...] eru tað mest útflytarir, sum keypa. Men tað hýsuna, sum er skild, ella ísað á hillar, eru tað oftani virki í Føroyum, sum keypa. Lítil munur Á fiskamarknaðinum siga tey, at tað er ikki stórur munur á prísinum [...] prísinum á uppboðssøluni norðanfyri og í Vági. Men tað veldst oftani um, nær í vikuni, selt verður. Verður tað selt fríggjadag í Vági, sleppa fiskakeyparar norðanfyri ikki upp í part, so tá kann hampiliga stórur
øskukalt í 37 av teimum 40 húsunum í bygdini, meðan tað bara er lív í trimum teirra. Eingi børn hava verið í oynni í nógv ár, men gongst eftir ætlan, so kemur broyting í um eini fimm ár ella so. Orsøkin [...] Orsøkin til tað er, at Katrin Johannesen og Esbern í Eyðansstovu, sum búgva í Mykinesi, hava avgjørt, at framtíð teirra skal liggja í oynni, og tað merkir aftur, at sonur teirra, sum er tvey ára gamal, skal [...] við tí, sum hann eigur, so hann hevur nóg mikið at tríva í, sigur Katrin. Sjálv er hon í ferðavinnuni og hon rekur Kristiansstovu í ferðavinnutíðini. Máttu byggja Katrin greiðir annars frá, at tað í fyrsta
gjørdist eitt navn í útlandinum. Hon møtti honum í heimliga umhvørvinum, og seinni leitaði hon inn í bøkurnar hjá honum. - Eg minnist eina ferðina, at vit gingu túr í plantasjuni. Tað var um tað mundið, tá nógv [...] grundini kundi lagt líka í, hvussu føroyingar velja at húsast, so fylgir hon væl við í tí, sum hendir í Føroyum, og brennir fyri fullveldistankanum. - Tað verður nógv tosað um, at vit ikki klára okkum uttan pengarnar [...] heldur Annika Hoydal. - Ungu fólkini í Føroyum í dag eru realistisk og víðskygd. Tey kjakast eisini á einum heilt øðrum støði, enn tað hevur verið vanligt í Føroyum. Tað er ikki tann sami haturin og somu