Fiskaprísirnir ongantíð verið so høgir sum nú

Í miðal hava prísirnir aldrin verið hægri enn nú. Prísurin á hýsu hevur heilt uppi á 30 krónur fyri kilo og prísurin á toski hevur verið uppi á 24,90 krónur

Føroyskir fiskimenn og útróðrarmenn hava aldrin fingið so nógv fyri fiskin, sum teir fáa nú.

Tað eru annars tey, sum leingi hava mett, at nú var avreiðingarprísurin komin í hæddina og at hann nú fór at fella aftur.

Men enn eru allir daprir spádómir gjørdir til skammar, tí prísirnir hava ongantíð verið so høgir, sum teir eru nú,í miðal í hvussu so er

Á Fiskamarknaði Føroya verður upplýst, at higartil í ár er miðalprísurin á øllum týðandi fiskasløgum væl hægri higartil í ár, enn hann var í fjør.

Men hóast prísirnir at kalla bara eru gingir uppeftir, eru nøgdirnar, sum verða avreiddar til uppboðssøluna, ikki hækkaðar.

Í alt fjør vóru heilt nágreiniliga 39.273.652,95 kilo av fiski, tvs næstan 39.274 tons, seld um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya

Higartil í ár er nøgdin væl minni, tí til og við 7. desember, eru 25.365.639,00 kilo, ella útvið 25.366 tons, seld um uppboðssøluna.

Tað er ein minking uppá 13.909 tons, ella gott 35%.

Eisini avreiðingarvirðið á tí, sum er selt um uppboðssøluna, er minkað, men ikki so nógv sum nøgdin.

Í fjør var virðið á tí, sum varð selt um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya 433.375 milliónir.

Higartil í ár er avreiðingarvirðið 342.465 milliónir.

Tað er sostatt ein lækking uppá 90. 910.000 krónur útvið 30%.


Prisurin høkkaður

Tá ið virðið ikki er minkað líka nógv sum nøgdin, má tað merkja, at prísurin er hækkaður.

Og tað er hann eisini, tí Fiskamarknaðurin upplýsir, at verða øllfiskasløg tikin undir einum, hevur miðalprísurin higartil í ár verið 2,47 krónur hægri, enn hann var í fjør.

Í fjør var miðalprísurin á øllum fiski, sum varð avreiddur til uppboðssøluna, 11,03 krónur fyri kilo.

Men higartil í ár hevur hann verið 13,50 krónur fyri kilo.

Tað er sjálvsagt rættiliga stórur munur á prísinum á teimum ymsu fiskasløgunum.

Av tí vanliga botnfiskinum er tað hýsan, sum slær øll met.

Tí hægsti prísur, sum menn vita um, nakrantíð er goldin fyri kilo av hýsu, er 30 krónur. Talan er um hýsu 1, sum er hýsa ímillum 1 og 2 kilo kilo og tað var fyrr í ár.

Annars hevur miðalprísurin á hýsu 1 verið 13,03 krónur fyri kilo higartil í ár.

Hægsti prísur á hýsu 2 hevur verið 25 krónur fyri kilo higartil í ár.

Miðalprísurin var 11,16 krónur fyri kilo í ár

Hýsa 2 er hýsa ímillum 500 gramm og eitt kilo.

Og hægsti prísurin á hýsu 0 hevur verið 21.30 krónur fyri kilo higartil í ár.

Hýsa 0 er hýsa omanfyri 2 kilo

Í fjør var hægsti prísur á hýsu 2 16 krónur fyri kilo. Men hægsti prísur á hýsu 2 var 22 krónur fyri kilo í fjør og á hýsu 0 var hægsti prísur 17 krónur fyri kilo.

Annars hevur hægsti prísur á toski 1 verið, 24,90 krónur higartil í ár, í fjør var hann 20,50 krónur fyri.

Miðalprísurin á toski 1 hevur verið 17,85 krónur í ár, í fjør var hann 15,23 fyri kilo.

Toskur 1 er toskur yvir sjey kilo.

Hægsti prísur á toski 2, er 23.50 higartil í ár, í fjør var hann 18,50 fyri kilo.

Toskur 2 er toskur ímillum 4 og 7 kilo.

Miðalprísurin á toski 2 hevur verið 17,17 krónur fyri kilo higartil í ár, í fjør var hann 13,89.


Bankatoskurin er nakað fyri seg

Á Fiskamarknainum verður sagt, at hvat toskinum viðvíkur, er tað serliga tann tiltikni bankatoskurin, sum gongur í sera góðum prísi.

? Tað fæst altíð tann besti prísurin fyri bankatoskin, tí hann er so feitur, sigur tey á Fiskamarknaðinum.

Tað mesta av toskinum verður virkað í Føroyumm m.a. til saltfisk, og tað er sera lítið, sum fer feskt av landinum.

Tað er eitt sindur øðrvísi við hýsuni.

? Tað hýsuna sum er seld í kassum, eru tað mest útflytarir, sum keypa.

Men tað hýsuna, sum er skild, ella ísað á hillar, eru tað oftani virki í Føroyum, sum keypa.


Lítil munur

Á fiskamarknaðinum siga tey, at tað er ikki stórur munur á prísinum á uppboðssøluni norðanfyri og í Vági. Men tað veldst oftani um, nær í vikuni, selt verður. Verður tað selt fríggjadag í Vági, sleppa fiskakeyparar norðanfyri ikki upp í part, so tá kann hampiliga stórur prísmunur vera á, tí tá fæst fiskurin bíligar í Vági. Men aðrar dagar í vikuni er ikki talan um tann stóra munin, sigur Fiskamarknaðurin.

Annars er tað ikki so undarligt, at prísurin er hægri norðanfyri, tí tað eru so nógv fleiri fiskakeyparar norðanfyri.

? Tá ið nógv er at selja, eru tað javnan einir 20 fiskakeyparar, sum kappbjóða.Tó er prísurin í Vági nógv støðugari nú, enn hann var, tí tað eru nógv fleiri keyparar nú, enn fyrr, siga tey á Fiskamarknaðinum.