Luciakonsertin 1999

   

Sunnudagin 12. desember kl. 16.00 verður árliga Luciakonsertin í Norðurlandahúsinum, og eru tað næmingar frá musikalsku spælistovuni, næmingar í Tórshavnar Musikkskúla og Norðstreymoyar Musikkskúla, sum fara at verða við á konsertini.

Umframt felagssang og Luciugongd verður eisini horntónleikur og eitt hirðaspæl á skránni.

Havnar Ungdómshornorkestur undir leiðslu av Ken Jones, spælir nakrar góðar kendar jólasangir. Orkestrið er mannað við 14 messingnæmingum í aldrinum 10-14 ár.

Musikalskir spælistovunæmingar 7-10 ár fara so at framføra eitt hirðaspæl/hirðaleik. Hirðaspælið er leystliga umsett/umskrivað eftir einum gomlum týsk/ungarskum hirðaspæli. Raymund Nielsen hevur týtt, og Anette Nielsen og Sharon Weiss hava lagt til rættis. Norðstreymoyar Strúkiorkestur, undir leiðslu av Annette Nielsen, spælir tónleikin til hirðaspælið. Í hesum orkestri eru 8 strúkinæmingar 7-12 ár, og musikklærarar hava verið Claire Thomsen, Jens Christian Guttesen og Jacqueline Fitzgibbon.

Tað verða gott og væl 58 børn, sum verða við á Luciukonsertini sunnudagin. 47 børn verða við í hirðaspælinum.

Í Norðstreymoyar Musikkskúla eru tey 8 børn í aldrinum 7-12 ár.

Atgongumerkir til Luciukonsertina eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum.

Bestu heilsanir

Norðurlandahúsið í

Føroyum