»Tað grør um gangandi fót« plagar at vera tikið til, tá nógv virksemi er ella tá góður vøkstur er í einum øki.
Men tað er synd at siga, at tað hevur verið gongdin í Mykinesi. Meginpartin av tíðini er øskukalt í 37 av teimum 40 húsunum í bygdini, meðan tað bara er lív í trimum teirra.
Eingi børn hava verið í oynni í nógv ár, men gongst eftir ætlan, so kemur broyting í um eini fimm ár ella so.
Orsøkin til tað er, at Katrin Johannesen og Esbern í Eyðansstovu, sum búgva í Mykinesi, hava avgjørt, at framtíð teirra skal liggja í oynni, og tað merkir aftur, at sonur teirra, sum er tvey ára gamal, skal í skúla í oynni um eini fimm ár.
? Hetta er okkara heim
Vit fingu orð á Katrina í telefonini og hon greiðir frá, at tey eru farin undir at grava út.
? Okkum dámar væl Mykines og vit trívast her, sigur Katrin.
Sjálv er hon uppvaksin í oynni, meðan Esbern er ættaður úr Sandavági. Kortini smæðist hann ikki fyri at siga, at hann stórtrívist í Mykinesi, har hann umframt at arbeiða hjá SEV og Strandferðsluni, eisini tekst eitt sindur við landbúnað.
? Esbern hevur átta kálvar og eitt mjólkineyt. Harumframt hjálpir hann pápa við tí, sum hann eigur, so hann hevur nóg mikið at tríva í, sigur Katrin.
Sjálv er hon í ferðavinnuni og hon rekur Kristiansstovu í ferðavinnutíðini.
Máttu byggja
Katrin greiðir annars frá, at tað í fyrsta umfari ikki var ætlan teirra at byggja.
Fjøruti hús eru í oynni, men 37 teirra standa tóm, og tí skuldi verið so líka til at keypt eini teirra.
Hetta eydnaðist teimum ikki og tað gjørdi tað heldur ikki tá tey spurdu, um tey kundu keypa eini hús, sum kommunan eigur.
? Tí var einki annað at gera enn at fara undir at byggja, og vit kunnu so gleðast um, at vit eru tey fyrstu sum seta føtur undir egið borð í Mykinesi í næstan fimti ár, sigur Katrin.
Seinast eini sethús vórðu bygd í Mykinesi var einaferð fyrst í fýrati-árunum, so tey bæði kenna seg av álvara sum nýbrótarar.
Men eru umstøðurnar at búgva í Mykinesi ikki truplar, serliga tá hugsað verður um handil og slíkt?
? Nei, tí skulu vit ikki lata so illa at. Síðani Útoyggjastuðulin kom ber til hjá okkum at keypa vøruna í Vágum og fáa hana flutta til oynna í tryluni, uttan at vit gjalda meira fyri tað, og tað bøtir nógv um umstøðurnar, sigur Katrin Johannesen.
Tí eru tey bæði als ikki bangin fyri at setast niður í Mykinesi, við einum tvey ára gomlum dreingi, sum er sjálvur áttandi íbúgvin í Mykinesi.