Fløga og fullveldi

Annika Hoydal hevur sett løg til 14 yrkingar hjá Williami Heinesen. Fløgan við hesum sangum kemur út á 100 ára føðingardegnum hjá rithøvundinum í januar mánaði

Eyðun Klakkstein

Keypmannahavn


Hon minnist løtur saman við Williami Heinesen í køkinum í barnaheiminum, hon kann siga onkra skemtiliga søgu frá túri í plantasjuni í Havn, og seinni kom hon eisini at kenna stóra føroyska rithøvundin gjøgnum hansara bókmentir.

Á 100 ára føðingardegnum hjá Williami Heinsen, sum er 15. januar næsta ár, gevur Annika Hoydal fløgu út við 14 yrkingum hjá Williami, sum hon sjálv hevur sett løg til.

- William var ein skemtiligur maður, og hann kundi koma við nógvum løgnum viðmerkingum. Eg minnist, at hann og pápi mín plagdu at sita í køkinum hjá okkum og tosa um alskyns evni - politikk, filosofi, sjálvstýri og annað, sigur Annika Hoydal.

Tað er tí ikki av ongum, at Annika Hoydal hevur stóran tokka til rithøvundin, sum eisini gjørdist eitt navn í útlandinum. Hon møtti honum í heimliga umhvørvinum, og seinni leitaði hon inn í bøkurnar hjá honum.

- Eg minnist eina ferðina, at vit gingu túr í plantasjuni. Tað var um tað mundið, tá nógv varð tosað um sputnikkarnar hjá russarum. Tað var stjørnuklárt, og tá sigur pápi mín við William: Hvat hevði tú sagt, um tú hevði sloppið upp í ein sputnik, tá tú skuldi at vitja meg? So haldi eg, at eg hevði flogið hinvegin kring jørðina, svaraði William.

- Soleiðis var William. Hann gjørdi sær nógvar tankar, og hann kundi koma við nógvum stuttligum viðmerkingum um smáting, greiðir Annika Hoydal frá.


Ymisk sløg av yrkingum

Nýggja fløgan hjá Anniku verður gjørd sum ein heiður til føroyska rithøvundin, og umframt, at allar yrkingarnar verða prentaðar í heftinum, sum fylgir við fløguni, hevur Gunnar Hoydal eisini skrivað nøkur orð um William.

John von Daler, sum er ættaður úr USA, hevur lagt sangirnar til rættis. John von Daler hevur spælt klassiska violin, síðani hann var smádrongur, og hann hevur prógv í bókmentum av Princeton universitetinum.

- John hevur gjørt sær sera stóran ómak við at skilja yrkingarnar hjá Williami fyri at kunna leggja løgini til rættis, og eg haldi, at hann hevur klárað sína uppgávu sera væl, heldur Annika Hoydal.

Á fløguni spælir John von Daler eisini í eini strúkarakvartett, sum er at hoyra á fleiri av sangunum. Annars eru tað danskir tónleikarar, sum hava spælt ljóðførini til sangin hjá Anniku Hoydal.

- Eg havi sjálv valt yrkingarnar til fløguna, og eg havi gjørt tað soleiðis, at eg havi tikið ymisk sløg av yrkingum hjá Williami við, sigur Annika Hoydal.

- Hevði tað verið fyri 10 árum síðani, so høvdu allar yrkingar ivaleyst verið umsettar til føroyskt, áðrenn eg hevði sungið tær inn, men nú er tankin um fullveldi so klárur, at tað ber væl til at syngja alt á donskum, sigur Annika Hoydal.

Ræðast ikki stóru verðina

Annika Hoydal fegnast í hesum døgum um, at føroyskt fullveldi tykist vera nærri enn nakrantíð.

- Tað er farin ein broyting fram í Føroyum. Unga fólkið hevur nógv størri sjálvsálit, enn vit høvdu, tá eg var ung. Vit tordu nóg illa at hyggja upp, men nú hava útbúgving og tøknifrøði gjørt, at Føroyar eru ein meira natúrligur partur av heimssamfelagnum, heldur Annika Hoydal.

- Ungu fólkini í Føroyum í dag eru realistisk og víðskygd. Tey kjakast eisini á einum heilt øðrum støði, enn tað hevur verið vanligt í Føroyum. Tað er ikki tann sami haturin og somu aggressiónirnar millum ósamdar partar. Nú kjakast tey meira um málini, og tað fegnist eg um.

Annika Hoydal gevur nýggju tøknifrøðini, har lættliga kann samskiftast um øll heimsins mørk, ein part av skuldini fyri, at føroysk ungfólk eru vorðin meira búgvin og sjálvstøðug.

- Nýggja ættarliðið er ikki bangið fyri umheiminum, tí vit hava hann í heiminum hjá okkum hvønn dag. Vit síggja útlendskar sjónvarpsrásir, og á internetinum hevur tú somu støðuna, um tú býrt í eini lítlari fjarskotnari bygd ella mitt í einum stórum landi.

- Tøknifrøðin kann skapa frælsi í ófrælsum londum, men hon kann sanniliga eisini verða viðvirkandi til, at vit í okkara parti av heiminum fáa rættiligt frælsi, sigur hon.

Útbúgvingin bæði í Føroyum og í útlandinum hevur eisini havt týdning fyri nýggja ættarliðið, heldur Annika Hoydal

- Eg havi upplivað gamla skúlan. Har skuldi tú helst ikki hugsa sjálv, tú skuldi duga tína lektiu og so einki meira. Nú hava føroyingar eitt heilt annað skúlaverk, og afturat útbúgving úr øðrum londum, hava vit fingið nógv væl útbúgvið fólk.


Fullveldi snýr seg um kenslur

Annika Hoydal er ein av teimum føroyingunum, sum droymir um Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, og tann dreymurin er vorðin meira veruleikakendur seinnu árini. Hon heldur, at nú er fullveldi meira realistiskt, enn tað nakrantíð hevur verið.

- Føroyingar eru ikki líka bangnir fyri tí stóra heiminum longur. Nú uppfata vit okkum sum ein part av heiminum, og tí er tankin um at standa á egnum beinum eisini sterkari. Vit eru ikki longur burtur í heiminum, tí nú kann eitt og hvørt stað á knøttinum verða miðdepil.

Annika Hoydal flutti úr Føroyum sum 19 ára gomul, og síðani hevur hon búð í útlandinum. Nógvu seinnu árini hevur hon búð í Danmark, har hon livir av at verða sjónleikari og tónleikari.

Men hóast hon er útiseti, og í grundini kundi lagt líka í, hvussu føroyingar velja at húsast, so fylgir hon væl við í tí, sum hendir í Føroyum, og brennir fyri fullveldistankanum.

- Tað verður nógv tosað um, at vit ikki klára okkum uttan pengarnar úr Danmark, men eg haldi tað er burtur við at hugsa soleiðis, tí fullveldi snýr seg um kenslur og sjálvsvirði. Hvat ger tað, um føroyingar missa eitt sindur av klæðum sum prís fyri sítt egna land, spyr hon.

- Eg kann ikki prógva, at fullveldi er betri fyri Føroyar enn núverandi støða, tað er ein spurningur um trúgv. Men tað ræður um at seta sær nøkur mál, sum man trýr uppá og kann arbeiða fram ímóti. Og tað haldi eg, at vit eiga at gera við fullveldi. Tað kann ikki vera gott fyri ein persón, um hann ongantíð kann sleppa skjúrtinum hjá mammu síni, sigur Annika Hoydal.