Eirikur Lindenskov
Mánakvøldið varð umsíðir hol sett á gamla vatnbrunnin við Gráastein í Havn. Tað er felagið Føroya Ellisakfør, sum leigar brunnin frá Tórshavnar býráð.
Verkætlanin hjá felagnum er at gera landsins fyrsta tøkniliga fornminnissavn, sum umframt at hýsa gomlum bilum eisini skal hýsa øðrum lutum, sum hava søgutøkniligan áhuga.
Í fyrsta umfari verður ein partur av brunninum innrættaður til felagshøli - at hýsa virkseminum hjá felagnum.
Ein stórur trupulleiki hjá teimum, ið hava áhuga fyri at goyma gamlar bilar og aðrar gamlar lutir er plásstrot. Men við »nýggju« hølunum er hesin trupulleikin loystur fyribils, tí brunnurin er heilar 750 fermetrar til víddar og um fimm metrar høgur.
Tað var í 1940, at Tórshavnar kommuna fór undir fyrireikingina at gera nýggja vatnbrunnin við Gráastein. Men longu í 1898 var fyrsti brunnurin gjørdur - og sæst farvegurin av honum enn oman fyri stóra brunnin. Hesin brunnurin er helst fyrsta vatnveiting í Føroyum.
Brunnurin, sum nú skal hýsa virkseminum hjá Føroya Ellisakførum er 25 metrar breiður og 30 metrar langur. Miðalhæddin í honum er um 5 metrar. Sum tað sæst er hann gjørdur úr gróti, men av tí at hann lak so illa, stoyptu teir seinni veggirnar innan.
Tá komunan útbygdi vatnveitingina eftir Marknagilsvegnum í 1969 - eftir at stóra byrgingin í Havnardali varð tikin í brúk nøkur ár frammanundan - varð pumpustøð gjørd við brunnin við Gráastein, sum samstundis varð taktur.
Tískil er ikki bara talan um ein brunn, sum Føroya Ellisakfør hevur fingið til leigu, men heldur um eina høll. Bæði botnur, veggir og tak er úr betongi - so um felagið fær hildið vætuinnihaldinum niðri, so verður »høllin« væl egnað at goyma bilar í.









