Spennandi jólagáva úr Japan

HM undankappingin: Ovast á føroyska ynskiseðlinum standa Týskaland og Ongland, meðan stóru eystureuropeisku fótbóltstjóðirnar eru stóra marran

Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF, og Allan Simonsen, sum eisini verður landsliðsvenjari í HM undankappingini í ár 2000 og 2001, eru í hesum døgum í Tokoyo. Í dag fara teir at vera hjástaddir, tá lutur verður kastaður um, hvussu tær 50 europeisku fótbóltstjóðirnar skulu flokkast í HM undankappingini.

Føroysku umboðini í Japan, hini sum eru tætt at landsliðnum og allur tann føroyski fótbóltsheimurin vita, at áhugin kring landsliðið og fíggjarligu fyritreytirnar hjá FSF tey bæði komandi árini eru treytað av, hvussu luturin fellur í dag.


Dreymurin

Í europeiska fótbóltssamtakinum eru 51 fótbóltstjóðir, og allar uttan Frakland, ið sum heimsmeistari er sjálvskrivaður luttakari í endaspælinum í 2002, eru við í lutakastinum.

Londini eru styrkismett eftir úrtøkuni í síðstu HM undankappingini og EM undankappingini, har tað varð spælt til í oktober. Londini eru flokkaði í fimm bólkar. Føroyar eru styrkismettar sum nummar 42 og eru í fimta bólkinum saman við trettan øðrum tjóðum.

Størsti áhugin er fyri teimum báðu fremstu bólkunum. Níggju tær sterkastu fótbóltstjóðirnar í Europa eru í fremsta bólkinum, og níggju tær næstfremstu eru í bólki tvey. Eitt lið úr hvørjum av hesum báðu bólkunum verður lutað í hvønn av teimum níggju bólkunum.

Mest áhugaverda lutakastið fyri Føroyar verður at fáa Týskaland sum mótstøðuland úr bólki eitt og at fáa Ongland úr bólki tvey. Onnur spennandi mótstøðulond úr teimum báðu ovastu bólkunum eru Spania, Noreg og Svøríki úr bólki eitt, og Italia og Danmark úr bólki tvey.


Marran

Eingin í føroyska fótbóltsheiminum fjalir yvir, at fíggjarliga fer tað at koma sera illa við, um bestu mótstøðutjóðirnar hjá Føroyum fara at koma úr Eystureuropa.

Í fremsta bólkinum eru møguleikarnir Rumenia, Kekkia og Jugoslavia. Føroyar hava verið í bólki við øllum hesum tjóðunum áður. Evnini at spæla fótbólt eru fín, men spælararnir eru ikki so væl kendir á okkara leiðum, sum teir úr vestureruopeisku londunum eru, og royndirnar hava víst, at áhugin millum áskoðararnar og ikki minst møguleikarnir fyri sjónvarpsinntøkum eru lítlir ella eingir sammett við, um talan verður um vestureuropeiska mótstøðu.

Og so telur tað eisini, at tað altíð vísir seg at vera torførari at samskifta við eystureuropearar, enn tað er at samskifta við vestureuropearar.

Í næstfremsta bólkinum eru Ukreina, Russland og Turkaland, og tað fer á allan hátt at kennast tyngri at koma í bólk við hesum tjóðunum, enn um mótstøðulondini verða tey omanfyri nevndu.


Royndirnar

Føroyar hava higartil luttikið í fimm undankappingum: EM 1992, HM 1994, EM 1996, HM 1998 og EM 2000.

Onkuntíð hevur lutakastið verið eftir føroyskum høvdi, og onkuntíð hevur tað verið sera óheppið. Óhepnasti luturin var tann, sum varð drigin 22. januar 1994 í sambandi við EM undankappingina. Ta ferðina vóru tvær kúlur eftir í trumluni. Um Týskaland datt úr trumluni, hevði talan verið um milliónaupphæddir til FSF og eitt sera spennandi mótstøðulið. Í staðin kom Russland í bólk saman við Føroyum. Sjónvarpsinntøkurnar vóru lítlar og ongar, og ivaleyst høvdu bæði spælarar og leiðsla í FSF heldur vilja spælt í Týskalandi enn í Moskva.

Tá tað verður hugt í bakkspeglið, so var fyrsta lutakastið ikki so galið. Tá vóru Eysturríki og Danmark bestu mótstøðulondini. Byrjunartrupulleikarnir vóru nógvir, ikki minst at Føroyar spældu heimadystirnar í Landskrona og ikki í Føroyum, men lutakastið kundi havt verið nógv lakari.

Í HM undankappingini í 1996 og 1997 vóru Føroyar í bólki við Spania, og tað var sera heppið. Í 1992 og 1993 vóru Rumenia og Kekkoslovakia høvuðsmótstøðulondini. Tað var als einki at rópa hurrá fyri, og at Kekkia og Skotland vóru høvuðsmótstøðulond í síðstu HM undankappingini var heldur einki spennandi.


Toppur og botnur

Møguleikarnir í lutakastinum í dag eru nógvir. Eitt av mest áhugaverdu úrslitunum fyri Føroyar hevði verið Týskaland, Ongland, Ísrael, Ísland, Føroyar og Malta.

Ein av størstu marrunum hevði verið Rumenia, Ukreina, Bulgaria, Makedonia og Føroyar.

Í fimm bólkum verða seks luttakarar, og í fýra bólkum vera fimm luttakarar. Fyri føroyskan landsliðsfótbólt eigur tað at vera ynskiligt at spæla nógvar dystir.

Tá lutakastið er av, fara tey bæði føroysku umboðini at hitta umboð fyri tjóðirnar, sum eru komnar í sama bólk sum Føroyar. Tá verður avrátt nær og hvar fundurin skal verða, har skráin skal fáast uppá pláss. Fyri allar partar er tað týdningarmikið, at hetta verður fingið frá hondini sum skjótast, tí hetta hevur m.a. týdning fyri, hvussu kappingarnar innanlands skulu leggjast til rættis. FIFA og UEFA hava longu ásett í hvørjum vikum undankappingardystirnir skulu spælast.jh