Um vónirnar framyvir helt hann, at tær mundu vera hampuliga góðar. - Nú mugu vit bara vóna, at venjarin skjótt aftur verður tøkur. Eg haldi, at hann ætlar at royna at spæla mikudadgin, tá vit hava dyst [...] fingu sjálvandi tvey stig, og tað ræður jú um at hava nógv stig, tá kappingin er liðug. - Annars var tað sjálvandi týdningarmikið hjá okkum at vinna, eftir at vit taptu seinasta vikuskiftið, men hóast hetta [...] tíð. - Í aðrar mátar ræður bara um hjá okkum at fáa so nógv stig sum gjørligt, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, segði altso Alexandur Johansen at enda.
geva greiðu á, hvussu fjarhitaviðurskiftini hanga saman og eiga at hanga saman. At oljuprísurin, sum jú í grundini einki hevur við fjarhitan at gera, skal verða nýttur sum prísútrokningargrundarlag, ljóðar [...] hetta gamla stríðsmál, eigur ein óheft kanning at verða sett í verk sum skjótast. Hetta eigur at verða gjørt, so partarnir ikki skulu hava fyri neyðini at standa so langt frá hvørjum øðrum, samstundis sum [...] Tað ljóðar eisini heilt løgið, at tað skal bera til at senda fólki eina risastóra rokning, tí prísurin á einari heilt aðrari og fullkomuliga óviðkomandi vøru er farin upp. Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum
eisini fyrr roynt at skipa fyri slíkum skeiðum í Føroyum. Oddfríður Marni sigur, at dentur fer at verða lagdur á stuttsøgur og stuttprosa á skeiðnum, har skeiðluttakararnir skulu læra at býta tekstir upp [...] tað kann vera læruríkt. Oddfríður Marni sigur, at hann fer at brúka tekstir bæði hjá kendum rithøvundum og hjá næmingunum sjálvum í undirvísingini. Hann fer at greina hesar hesar tekstir og søgur saman við [...] tímar hvørt mikukvøld fram til 16. mai. Hetta er long tíð, men Oddfríður heldur ikki, at tað er ov langt tíðarskeið, men at næmingarnir fáa meira burturúr, tá tað er skipað soleiðis.
lógartekstinum stendur nú, at landsstýrismanninum verður heimilað at gera ein 10 ára sáttmála um veitan av tyrlutænastu. Har stendur sostatt einki um Atlantic Airways, og hetta merkir, at landsstýrismaðurin í [...] hon heldur, at málið framvegis er ov illa lýst, og at Jørgen Niclasen ikki hevur greitt løgtinginum frá, um talan veruliga er um bestu og bíligastu loysnina. Men 17 tingmenn hildu altso, at málið er búgvið [...] Eftir at vinnunevndin hevði skrivað tvey álit, og løgtingið hevði havt enn eina drúgva viðgerð av málinum, eydnaðist tað týsdagin einum meiriluta at samtykkja uppskotið um tyrlutænastuna, sum so nógv
tveimum førðum at fáa landslæknan at taka sær av málinum um gengranskingina hjá Ulrike Steuerwald, men hann vildi einki hava við málið at gera. Vísindasiðsemisnevndin kendi seg tí noydda at lata løgregluni [...] greiðir í skrivinum frá, at nevndin steðgaði kanningunum hjá Ulrike Steuerwald, tí nevndin helt ikki, at hon hevði neyðugu loyvini. Ulrike Steuerwald greiddi í blaðnum í gjár frá, at hon helt alt verða í lagi [...] granskingina. ? Nevndin ivaðist í, hvør var rætti myndugleikin til at taka sær av málinum ? fútin ella landslæknin ? og kom til ta niðurstøðu, at landslæknin skuldi hava málið, greiður Høgni Djurhuus frá í skrivinum
tíðindaskrivinum, at felagið sjálvandi fegnast um framgongdina og samstundis ásannar, at tað var rætt at innføra tilboðsprísirnar, sum felagið fór undir seinasta vár. Hann sigur samstundis, at ætlan felagisins [...] felagisins er framvegis at koma við nýhugsanum á økinum. Tilboðsferðir av sama slagi sum í fjør fara eisini í ár at vera at fáa frá Maersk Air, og tær verða, eins og seinasta ár, lagdar uttan fyri háárstíðina [...] háárstíðina. Eisini verður sagt í tíðindaskrivinum frá Maersk Air, at rutan millum Billund og Vágar framvegis fer at verða flogin. Eisini komandi vetur 2001/2002. Maersk Air vil fegið styrkja bondini til Føroyar
váttan um, at vit eru eitt sokallað fólkarættarligt subjekt. Tað kann diskuterast. Men eg dugi ikki at síggja, at tað hevur nakran relevans. Man kann ikki krevja av danska forsætisráðharranum, at hann skal [...] íkomin, eftir at samráðingarnar í Keypmannahavn slitnaðu í farnu viku vísir Halgir W. Poulsen til úttalilsi síni í útvarpinum um sama mundið, tá hann m.a. førdi fram, at tað var heilt burturvið at spyrja nakran [...] sigur advokaturin, sum heldur fyri, at avtalan føroyingar og danir hava gjørt um undirgrundina kann bara takast aftur við eini kontrakollvelting ? Um vit fara at kríggjast móti Danmark, og teir taka Føroyar
við, at teir høvdu eitt maskinbrek, sum gjørdi, at teir ikki kundu halda fram at sigla. Teir vóru í holt við at draga línuna, tá teir gjørdust varugir við feilin og so var bara eitt at gera ? at leggja [...] eftir at teir høvdu gjørt fast, var kósin sett á Havnina, har skipini bæði vóru um hálvgun níggju tíðina fríggjakvøldið. Tað var eitt brek í umstýringini sum gjørdi, at Venus ikki kundi halda fram at sigla [...] eingin, sum dugir at siga, nær Venus aftur fer til fiskiskap. Eykaluturin, sum teir skulu brúka, er ikki til taks í Føroyum og er tað heldur ikki í Noregi. Tí ber í løtuni ikki til at siga nakað um, nær
einum øðrum landi. Hann heldur eisini, at tað illa ber til hjá myndugleikum í Danmark at hava beinleiðis uppgávur at røkja í Føroyum. Jan Petersen roknar ikki við, at viðgerðin av sáttmálauppskotinum hjá [...] sjálvstøðugar Føroyar og Danmark fer tað at hava trupulleikar við sær, heldur hann. Millum annað vísur Jan Petersen á, at tað er ivasamt, hvussu tað skal bera til, at dómsvaldið hjá einum landi skal virka [...] stjórnin er sinnað at gera ein fólkarættarligan sáttmála við Føroyar, men tað verður ikki ein frælsur felagsskapur, soleiðis sum landsstýrið hevur lagt upp til. Hetta visti Útvarpið at siga í tíðindasendingini
vit honum sjálvandi í. Eisini segði hann, at hann fór at ringja til Dimmalætting fyri at tryggja sær, at brævið ikki fór í tað blaðið heldur. Upplýsast kann, at bjálvin, brævið er sent í, er stemplaður [...] sjúkrahúsi á Tvøroyri. Frá honum fingu vit at vita, at hann hevði ikki skrivað hetta brævið. Hann segði seg heldur ikki kennast við innihaldið í tí. Hann bað okkum um ikki at seta brævið í blaðið, og hesum eftirlíkaðu [...] gera vart við, at umrødda bræv varð eisini sent Sosialinum. Men tá eingin undirskrift fylgdi við, eiheldur bústaður hjá innsendaranum, gjørdu vit - sum vit eisini meta okkum eiga - av at ringja til Rógva