Følsk rættleiðing í Dimmalætting

Í Dimmalætting hósdagin verður á síðu 7 prentað viðmerking frá Rógva Thomsen við yvirskriftini »Rætting og treytaleys umbering til Hergeir Nielsen«.

Greinin er ein sera álvarssom ákæra móti Sosialinum, har tað m. a. verður sagt, citat:


»Tað, sum Sosialurin vísti móti Hergeiri Nielsen var skaðafrøði og skaðavirksemi av ringasta slag og verður harðliga átalað, avvíst og samstundis verður ein treytaleys umbering veitt Hergeiri Nielsen fyri mín leiklut, ið var ein samrøða við Sosialin, sum eg á ongan hátt kann kennast við hvørki í innihaldi, uppseting ella prenti.«


Undirritaði skal gera vart við, at umrødda bræv varð eisini sent Sosialinum. Men tá eingin undirskrift fylgdi við, eiheldur bústaður hjá innsendaranum, gjørdu vit - sum vit eisini meta okkum eiga - av at ringja til Rógva Thomsen, sum lá á sjúkrahúsi á Tvøroyri.

Frá honum fingu vit at vita, at hann hevði ikki skrivað hetta brævið. Hann segði seg heldur ikki kennast við innihaldið í tí. Hann bað okkum um ikki at seta brævið í blaðið, og hesum eftirlíkaðu vit honum sjálvandi í.

Eisini segði hann, at hann fór at ringja til Dimmalætting fyri at tryggja sær, at brævið ikki fór í tað blaðið heldur.

Upplýsast kann, at bjálvin, brævið er sent í, er stemplaður í Havn, helst mánadagin 7. februar.

Blaðið metir hetta málið so mikið álvarsligt, at seinasta orð er ikki sagt frá okkara síðu.


Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri