Fleiri fólk ferðast við Maersk Air

Eisini Maersk Air hevur merkt ta øktu ferðingina um flogvøllin í Vágum í fjør, sigur felagið í tíðindaskrivi

 

Næstan 10.000 fólk fleiri ferðaðust við Maersk Air í fjør um flogvøllin í Vágum, enn felagið flutti í fyrraárið. Samlaða talið í 2000 var 55.942 ferðafólk í móti 46.521 í 1999.

Rutustjórin hjá Maersk Air, Keld Moesgaard Christensen, sigur í tíðindaskrivinum, at felagið sjálvandi fegnast um framgongdina og samstundis ásannar, at tað var rætt at innføra tilboðsprísirnar, sum felagið fór undir seinasta vár.

Hann sigur samstundis, at ætlan felagisins er framvegis at koma við nýhugsanum á økinum.

Tilboðsferðir av sama slagi sum í fjør fara eisini í ár at vera at fáa frá Maersk Air, og tær verða, eins og seinasta ár, lagdar uttan fyri háárstíðina.

Eisini verður sagt í tíðindaskrivinum frá Maersk Air, at rutan millum Billund og Vágar framvegis fer at verða flogin. Eisini komandi vetur 2001/2002.

Maersk Air vil fegið styrkja bondini til Føroyar, sigur felagið. Maersk Air hevur havt fleiri føroyingar í starvi, og teir hava roynst væl. Ætlanin er í framtíðini at fáa enn fleiri føroyingar í starv hjá felagnum.

Keld Moesgaard Christensen, rutustjóri sigur:

»Maersk Air hevur í fleiri ár havt dugnaligar føroyingar í starvi hjá felagnum, og vit ætla í framtíðini at økja talið av føroyingum, bæði umborð á flogførunum eins og í øðrum størvum hjá fyritøkuni.«