Tað ljóðar eisini heilt løgið, at tað skal bera til at senda fólki eina risastóra rokning, tí prísurin á einari heilt aðrari og fullkomuliga óviðkomandi vøru er farin upp.
Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum hevur skotið upp, at ein óheft kanning verður gjørd av fjarhitanum ? og ikki minst fjarhitaprísinum.
Tað má eisini vera tað minsta, eitt alment felag sum Fjarhitafelagið kann taka undir við, tí ein óheft kanning av viðurskiftunum er tað einasta, ið kann geva greiðu á, hvussu fjarhitaviðurskiftini hanga saman og eiga at hanga saman.
At oljuprísurin, sum jú í grundini einki hevur við fjarhitan at gera, skal verða nýttur sum prísútrokningargrundarlag, ljóðar ið hvussu er ikki skilagott.
Og serliga ikki, tá úrslitið av hesum er, at fjarhitabrúkararnir í Tórshavnar kommunu síðstu tríggjar mánaðirnar í ár og tríggjar teir fyrstu næsta ár skulu gjalda fleiri túsund krónur, tí ein óviðkomandi prísur er farin upp.
Fyri at fáa loyst hetta gamla stríðsmál, eigur ein óheft kanning at verða sett í verk sum skjótast.
Hetta eigur at verða gjørt, so partarnir ikki skulu hava fyri neyðini at standa so langt frá hvørjum øðrum, samstundis sum allur ivi um prís og fjarhita sum heild verður ruddaður burtur.
Heðin Mortensen
býráðslimur
sambandsvalevni til Tórshavnar býráð