Undirgrund
Jan Müller
? Vit eiga hvønn oljudropa, sum kemur upp úr undirgrundini sigur advokaturin, sum heldur fyri, at avtalan føroyingar og danir hava gjørt um undirgrundina kann bara takast aftur við eini kontrakollvelting ? Um vit fara at kríggjast móti Danmark, og teir taka Føroyar við hermegi, so kunnu teir gera, hvat teir vilja leggur hann eitt sindur speirekandi aftrat.
Uppá fyrispurning hvørja viðmerking hann hevur til ta støðu, sum er íkomin, eftir at samráðingarnar í Keypmannahavn slitnaðu í farnu viku vísir Halgir W. Poulsen til úttalilsi síni í útvarpinum um sama mundið, tá hann m.a. førdi fram, at tað var heilt burturvið at spyrja nakran ella sáa iva um, antin føroyingar eru ein tjóð ella ikki.
? Anfinn og Høgni vilja hava eina váttan um, at vit eru eitt sokallað fólkarættarligt subjekt. Tað kann diskuterast. Men eg dugi ikki at síggja, at tað hevur nakran relevans. Man kann ikki krevja av danska forsætisráðharranum, at hann skal geva erklering uppá tað. Tað mátti verið nóg mikið fyri hesar menninar, at teir hava fingið eina váttan frá donsku stjórnini og danska fólkatinginum um, at hesi vilja samráðast við okkum um loysing og vilja vit loysing, so fáa vit tað. Hvat meira hava teir brúk fyri spyr Halgir W. Poulsen!










