Oddfríður leggur lag á

Næstu fýra mánaðirnar verður skeið fyri rithøvundar á Háskúlanum í Havn, og tað verður Oddfríður Marni Rasmussen, sum fer at leggja teimum skrivandi lag á

 

Í kvøld, mikukvøldið, verður fyrsta skriviskeiðið á Háskúlanum í Havn, kallað LivaSkriva, sum Háskúlin fyrr hevur skipað fyri. Oddfríður Marni, sum herfyri vann bókmentavirðisløn M.A. Jakobsens, hevur eisini fyrr roynt at skipa fyri slíkum skeiðum í Føroyum.

Oddfríður Marni sigur, at dentur fer at verða lagdur á stuttsøgur og stuttprosa á skeiðnum, har skeiðluttakararnir skulu læra at býta tekstir upp í tær ymisku bókmentagreinirnar.

Annar høvuðstátturin á skeiðnum verður, at skeiðluttakararnir skulu læra, hvussu rithøvundurin skapar ein persón í eini stuttsøgu, og síðani skulu teir skriva eina stuttsøgu um henda persónin, sum teir sjálvir skapa.

Næmingarnir skulu eisini skriva sjálvir, so at teir fáa eitt sindur av venjing, og síðani skulu skeiðluttakararnir meta um arbeiðið hjá hinum á liðnum. Soleiðis fáa næmingarnir sítt egna verk undir luppin, og tað kann vera læruríkt.

Oddfríður Marni sigur, at hann fer at brúka tekstir bæði hjá kendum rithøvundum og hjá næmingunum sjálvum í undirvísingini. Hann fer at greina hesar hesar tekstir og søgur saman við næmingunum.

Skeiðið verður tríggjar tímar hvørt mikukvøld fram til 16. mai. Hetta er long tíð, men Oddfríður heldur ikki, at tað er ov langt tíðarskeið, men at næmingarnir fáa meira burturúr, tá tað er skipað soleiðis.