Um eitt lið skal fylgja við í oddastríðnum er sjálvandi neyðugt, at stig verða fingin til høldar, og hetta ásannaði Alexandur Johansen eisini, tá vit eftir dystin spurdu hann um týdningin av sigrinum sunnudagin.
- Týdningin av sigrinum. Tað veit eg ikki rættiliga. Vit fingu sjálvandi tvey stig, og tað ræður jú um at hava nógv stig, tá kappingin er liðug.
- Annars var tað sjálvandi týdningarmikið hjá okkum at vinna, eftir at vit taptu seinasta vikuskiftið, men hóast hetta, so eri eg ikki nøgdur um spælið hjá okkum.
- Fyri áskoðararnar var hetta kanska ikki ein av teimum bestu dystunum. Partvíst tí tað altíð er keðiligt við mansverjing, men hetta var so neyðugt hjá okkum hesu ferð, segði lítli leikarin við stóru hondbóltsevnunum.
Um vónirnar framyvir helt hann, at tær mundu vera hampuliga góðar.
- Nú mugu vit bara vóna, at venjarin skjótt aftur verður tøkur. Eg haldi, at hann ætlar at royna at spæla mikudadgin, tá vit hava dyst móti KÍF, men eg eri tó ivasamur, um hann er klárur til ta tíð.
- Í aðrar mátar ræður bara um hjá okkum at fáa so nógv stig sum gjørligt, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, segði altso Alexandur Johansen at enda.