respiratori enn dagin fyri. Í Noregi eru 893 fólk deyð við koronu, síðan farsóttin tók seg upp í landinum í mars mánaði í 2020. 58,1 prosent av teimum deyðu eru 80 ár og eldri. Í aldursbólkinum 50 ár og yngri [...] merkir, at smittutølini í Noregi eru veksandi. Seinastu sjey dagarnar hava í miðal 447 fólk fingið staðfest koronu hvønn dagin - og í vikuni fyri var miðaltalið fyri hvønn dagin 421. Í dag lógu 118 sjúklingar [...] sjúkrahúsi í Noregi við koronu, og tað er 17 fleiri enn dagin fyri. Av teimum 118, liggja 29 sjúklingar á intensivari deild, harav 16 liggja í respiratori. Tað er ein minni á intensiv og ein minni í respiratori
at talið av positivum í prosentum av kannaðum seinasta samdøgur var 1,68. Hetta er hægsta tal av positivum síðan hin 12. august í ár, tá talið av positivum í kanningunum var 1,90. Í Danmark verður sagt, [...] fýra dagarnar frammanundan hava smittutølini í Danmark ligið millum 700 og 800 um samdøgrið. 22 fólk eru innløgd á sjúkrahús í Danmark við koronu seinasta samdøgrið, soleiðis at samlaða talið av innløgdum [...] fleiri enn dagin fyri. Trý eru deyð, og onnur eru útskrivað. Tølini siga tó ikki, um tey deyðu lógu á sjúkrahúsi. Teir 752 nýggju smittutilburðirnir seinasta samdøgrið eru funnir í 44.855 koronu-royndum. Tað
tíverri vátta, at fimm fólk eru deyð og tvey hava fingið skaða í álopinum, segði økisleiðarin hjá norsku løgregluni, Øyvind Aas, á tíðindafundi klokkan 23 norska tíð í gjárkvøldið. Í nátt sigur norska løgreglan [...] persón í 30-árunum, sum býr í Kongsberg í Noregi, har álopið varð framt. Løgreglan sigur seg avdúka ríkisborgaraskapin hjá viðkomandi, sum er handtikin og skuldsettur, tí so nógvar søgur ganga í sosialu [...] kunnu knýtast til illgerðina. Tað var klokkan 18.13 í kvøld, at løgreglan í Kongsberg fekk fyrstu fráboðaninar um, at ein vápnaður maður ferðaðist runt í býnum og skeyt eftir fólki við boga og píli. Umleið
Øyvind Aas, sum er løgreglustjóri í Sør-Øst politidistrikt, á tíðindafundi í kvøld klokkan 21. Sambært blaðnum VG eru fýra deyð í álopinum í Kongsberg í Noreg. Tað upplýsa keldur fyri blaðnum. Tað er tó ikki [...] talan er um eitt yvirgangsálop, leggur hann dent á. Illtonkti maðurin er í varðhaldi hjá løgregluni. Hann situr í kvøld í arrestini í Drammen. ##med2## – Tað hevur verið ein samanbrestur millum løgregluna [...] særdu eru flutt á sjúkrahús í Kongsberg, ein býur við umleið 28.000 íbúgvum. Sjúkrahúsið í grannabýnum Drammen er sett í hægstu tilbúgving, skrivar tíðindastovan NTB. Eisini í Oslo er universitetssjúkrahúsið
prosentum. Hetta skrivar Hagstovan í dag. Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin síðsta árið kemur av [...] eini nettoflyting á 551 og einum burðaravlopi á 303. Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið. – Tað kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni [...] minni síðsta árið enn undanfarna tíðarskeið, sigur Hagstovan. Myndin hjá Hagstovuni her vísir gongdina í fólkatalinum: ##med2##
kann vera deyðilig. Bakterian kann koma í ymiskar matvørur og eitt nú í skerpikjøt, um reinførið ikki er í lagi, tá flett verður. Sjúkan kann føra til lammilsir, og í ringasta føri kunnu andingarmusklarnir [...] lógarverk um tað, sum kemur á marknaðin í Føroyum úr seyði. Tískil er heldur ikki so lætt hjá fólki at gjøgnumskoða, hvat er í lagi, og hvat møguliga ikki er í lagi. Hon vísir á, at tey á Heilsufrøðiligu [...] sláturrúm er skipað soleiðis, at livandi seyðurin kemur inn í einum enda, og krovið fer síðan út aftur í hinum endanum. - Hetta gevur eitt skilagott rensl í arbeiðnum, tí á henda hátt kann sleppast undan krossdálking
heystinum í fjør, staðfestir svenska, Aftonbladet. - Í viku 34 til 37 í fjør vórðu 5.811 fólk í Svøríki smittað, sjúkrahúsini tóku ímóti 31 nýggjum sjúklingum á intensivari deild, og 54 fólk doyðu í hesum [...] savnast. Men, hetta hóvar ikki øllum - og als ikki yvirlæknanum og professaranum í smittandi sjúkum á Universitetinum í Uppsala, Björn Olsen. Tvífalt so nógv deyðsføll, tríggjar ferðir so nógvir sjúklingar [...] við covid-19. Aftonbladet vísir á, at somu vikur í ár eru tølini munandi størri: 28.179 eru smittað, 128 eru løgd inn á intensiva deild, og 107 eru deyð, sambært hagtølum hjá svenska Fólkaheilsustovninum
Í morgun hevur verið ein skottilburður á einum lærdum háskúla í russiska býnum Perm. Sambært kanningarfólki eru átta fólk deyð, meðan fleiri eru særd. Tað skrivar tíðindastovan Reuters. Russiska tíðindastovan [...] afturhildin og kunning um hann verður savnað í løtuni, sigur Svetlana Petrenko, talsfólk, sambært Tass. Petrenko stendur á odda fyri kanningarnevnd, sum kannar brotsgerðir í landinum. Hon leggur afturat, at il
Í hesum døgum er ein stórur partur av miðbýnum í Havn avbyrgdur fyri ferðslu. Tað er í sambandi við arbeiðið at leggja fjarhitarør, at ein partur av miðbýnum er avbyrgdur. Tað merkir, at vegurin í Steinatúni [...] trupulleiki hjá teimum, sum arbeiða í brekkuni, at bilførarar akta ikki skeltini, men halda á niðan ígjøgnum brekkuna sum um at einki var í vegin. Tí fór løgreglan á staðið í gjár, og upp á eina løtu vórðu [...] brekkuna í Jóannesar Paturssonargøtu, ella brekkuna við gomlu Køkubúðina. Har eru skelti sett upp at leiða ferðsluna oman eftir Tróndargøtu – men tað eru tað nógvir bilførarar, sum ikki akta. Í øllum førum
Tvey fólk eru higartil deyð av koronu í Føroyum. Í Danmark eru umleið 2.600 deyð, í Noregi góð 800, í Svøríki 14.700 og í øllum heiminum eru 4,5 millónir fólk nú deyð av koronu. - Vit eru sloppin ógvuliga [...] Kanningar benda á, at í miðal doyggja 0,4% av teimum, ið verða smittað við koronu. - Høvdu vit als einki gjørt fyri at forða smittuni, høvdu kanska 400 fólk í Føroyum verið deyð bara av koronu. Harumframt [...] onnur kundu liva frítt og fáa koronu. Men tað hevði ikki riggað, tí í næstan øllum familjum er onkur, sum er í vandabólki, og vit kunnu ikki í endaleysa tíð halda okkum burtur frá hvørjum øðrum. Sjálvt um vit