Fleiri eru deyð og særd í álopi við boga og píli í Noreg

MYNDIR FRÁ RITZAU ÚR KONGSBERG: Norsku miðlarnir Vg og NRK skriva, at fleiri eru deyð í álopið í Kongsberg í kvøld. Løgreglan við ikki vátta talið av deyðum.

 

Fleiri sjúkrabilar ryktu út í Kongsberg í Noreg í kvøld, eftir at eina »álvarsama hending«, sum løgreglan lýsti málið. - Foto: Joakim Fjeldli/Ritzau Scanpix

Eitt størri løgregluátak er seint í kvøld framvegis í norska býnum Kongsberg, har ein maður eftir øllum at døma hevur skotið fleiri fólk við boga og píli.

– Eg kann vátta, at fleiri eru deyð og særd, sigur Øyvind Aas, sum er løgreglustjóri í Sør-Øst politidistrikt, á tíðindafundi í kvøld klokkan 21.

Sambært blaðnum VG eru fýra deyð í álopinum í Kongsberg í Noreg. Tað upplýsa keldur fyri blaðnum. Tað er tó ikki váttað av løgregluni.

Somu boð komu frá sjónvarpinum NRK, sum skilir, at fýra eru deyð. Tíðindastovan AFP endurgevur ónevndar keldur nær kanningararbeiðinum fyri, at fimm eru deyð.

Løgreglan vil ikki upplýsa, hvussu mong offur talan er um. Myndugleikarnir arbeiða seint í kvøld enn við at geva avvarðandi boð, sigur Øyvind Aas, sambært VG á tíðindafundi klokkan 21. 

Løgreglan fer nú at meta um, hvørt talan er um um eina yvirgangsatsókn.

– Vit hava allar møguleikar opnar, eisini at talan er um eitt yvirgangsálop, leggur hann dent á.

Illtonkti maðurin er í varðhaldi hjá løgregluni. Hann situr í kvøld í arrestini í Drammen.

 

##med2##

 

– Tað hevur verið ein samanbrestur millum løgregluna og illgerðarmannin, sum rýmdi frá løgregluni, sigur Øyvind Aas.

Hann leggur afturat, at einki løgreglufólk hevur fingið skaða.

Illtonkti maðurin varð handtikin av løgregluni klokkan 17:47 okkara tíð, upplýsir løgregluovastin, sum ikki vil siga meira um handtikna mannin.

Tað er enn ógreitt, um hann hevur samband við ein bólk ella ein felagsskap.

Fyrsta fráboðanin til løgregluna kom klokkan 17:13. Tá ringdu fleiri um, at ein persónur gekk runt í býnum og skeyt fólk við boga og píli.

– Maðurin, sum hevur framt illgerðina, er handtikin av løgregluni. Leitað verður í løtuni ikki eftir fleiri fólkum. Frá teimum upplýsingum, vit nú hava, er tað ein persónur, sum hevur framt illgerðirnar einsamallur, upplýsti Øyvind Aas á tíðindafundi klokkan 19:30.

Álopið hevði við sær eitt umfatandi løgregluátak.

 

##med3##

Løgreglan metti seg klokkan 19:30 at hava tamarhald á støðuni, men enn enn á staðnum við nógvum løgreglufólki og hevur sperrað av ein stóran part av Kongsbergi.

– Tað eru nógv gerningsstøð. Hesin persónurin hevur flutt seg í einum stórum øki, har hann hevur gjørt illgerðirnar, greiðir Øyvind Aas frá.

Hann vil í løtuni ikki upplýsa smálutir fyri ikki at órógva kanningararbeiðið.

Fleiri av teimum særdu eru flutt á sjúkrahús í Kongsberg, ein býur við umleið 28.000 íbúgvum.

Sjúkrahúsið í grannabýnum Drammen er sett í hægstu tilbúgving, skrivar tíðindastovan NTB. Eisini í Oslo er universitetssjúkrahúsið til reiðar at taka ímóti særdum, men enn hava tey ikki fingið boð um, at nakar sjúklingur er á veg.

Ein løgreglutyrla var á flogi yvir býnum. Lokalblaðið Laagendalsposten hevur mynd av eini sjúkratyrlu, sum var lend í eini lund í Kongsbergi.

Sambært blaðnum var bumbubólkurin hjá løgregluni eisini til staðar.

Stórir partar av miðbýnum eru stongdir.

 

##med4##

Eftir álopið í Kongsberg er gjørt av, at løgreglan fyribils skal verða vápnað, upplýsir norsk løgreglan. Tað eru løgreglufólk í Noreg annars vanliga ikki.

Talan er um eitt eyka tilbúgvingartiltak.

– Løgreglan hevur enn ongar ítøkiligar ábendingar um, at broyting er í hóttanarsignum í landinum, verður sagt.

Fregnartænastan PST er kunnað.

Kongsberg kommuna hevur eina krepputilbúgving klára til íbúgvarnar.

Kongsberg er í landssynningspartinjm av Noreg um 80 kilometrar í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum Oslo.

 

/ritzau/NTB

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

Fleiri sjúkrabilar ryktu út í Kongsberg í Noreg í kvøld, eftir at eina »álvarsama hending«, sum løgreglan lýsti málið. - Foto: Joakim Fjeldli/Ritzau Scanpix

Ein pílur boraður inn í ein timburvekk, eftir at ein maður í dag hevur skotið við boga og píli eftir fólki ymsastaðni í Kongsbergi. - Foto: Håkon Mosvold Larsen/Ritzau Scanpix