752 nýggir tilburðir við koronu í Danmark

Smittutølini í Danmark seinasta samdøgrið eru - í prosentum av kannaðum - tey hægstu síðan miðskeiðis í august.

 

Seinasta samdøgrið hava 752 fólk í Danmark fingið at vita, at tey eru fongd við koronu-smittu. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Statens Serum Institut.

 

Sunnudagin vórðu 591 fólk staðfest smittað. Teir fýra dagarnar frammanundan hava smittutølini í Danmark ligið millum 700 og 800 um samdøgrið.

 

22 fólk eru innløgd á sjúkrahús í Danmark við koronu seinasta samdøgrið, soleiðis at samlaða talið av innløgdum nú er 121.

 

Hetta er tó bert ein sjúklingur fleiri enn dagin fyri. Trý eru deyð, og onnur eru útskrivað. Tølini siga tó ikki, um tey deyðu lógu á sjúkrahúsi.

 

Teir 752 nýggju smittutilburðirnir seinasta samdøgrið eru funnir í 44.855 koronu-royndum.

 

Tað merkir, at talið av positivum í prosentum av kannaðum seinasta samdøgur var 1,68. Hetta er hægsta tal av positivum síðan hin 12. august í ár, tá talið av positivum í kanningunum var 1,90.

 

Í Danmark verður sagt, at tað kann gerast neyðugt at lata skúlar aftur, um stór smittuspjaðingin verður millum skúlaungdóm. Hetta kann ganga út yvir møguleikarnar hjá foreldrum at arbeiða, eitt nú sum lærarar, tí tey kunnu noyðast heim at ansa børnunum. 

 

- Síðan farsóttin tók seg upp, eru tilsamans 2688 fólk í Danmark deyð við koronu, siga tøl hjá Statens Serum Institut.