Fólkavøksturin heldur fram

1. september búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,6 prosent

Hetta er ein størri vøkstur enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkatalið vaks við 731 fólkum ella 1,4 prosentum. Hetta skrivar Hagstovan í dag.

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).

 

Vøksturin síðsta árið kemur av eini nettoflyting á 551 og einum burðaravlopi á 303.

 

Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið.

 

– Tað kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni síðsta árið enn undanfarna tíðarskeið, sigur Hagstovan.

 

Myndin hjá Hagstovuni her vísir gongdina í fólkatalinum:

 

##med2##