- Vit hava avdúkað ríkisborgaraskapin, tí so nógvar søgur ganga um møguligar brotsmenn, sum ikki kunnu knýtast til hendingina, sigur løgreglan. Mynd: Håkon Mosvold Larsen/Ritzau Scanpix

Danskur ríkisborgari framdi álopið í Kongsberg

Norska løgreglan hevur handtikið ein danskan ríkisborgara fyri álopið við boga og píli í norska býnum Kongsberg í kvøld. Álopið hevur kostað fimm fólkum lívið.

 

- Vit hava avdúkað ríkisborgaraskapin, tí so nógvar søgur ganga um møguligar brotsmenn, sum ikki kunnu knýtast til hendingina, sigur løgreglan. Mynd: Håkon Mosvold Larsen/Ritzau Scanpix

- Vit mugu tíverri vátta, at fimm fólk eru deyð og tvey hava fingið skaða í álopinum, segði økisleiðarin hjá norsku løgregluni, Øyvind Aas, á tíðindafundi klokkan 23 norska tíð í gjárkvøldið.

 

Í nátt sigur norska løgreglan, at maðurin, sum hevur skotið og dripið fimm fólk og hevur meiðslað tvey onnur, harav annar persónurin er eitt løgreglufólk, er danskur ríkisborgari. 

 

Talan er um ein persón í 30-árunum, sum býr í Kongsberg í Noregi, har álopið varð framt.  

 

Løgreglan sigur seg avdúka ríkisborgaraskapin hjá viðkomandi, sum er handtikin og skuldsettur, tí so nógvar søgur ganga í sosialu miðlunum um møguligar brotsmenn, sum ikki kunnu knýtast til illgerðina.

 

Tað var klokkan 18.13 í kvøld, at løgreglan í Kongsberg fekk fyrstu fráboðaninar um, at ein vápnaður maður ferðaðist runt í býnum og skeyt eftir fólki við boga og píli. 

 

Umleið hálvan tíma seinni - ella klokkan 18.47 - varð maðurin handtikin. Løgreglan sigur, at maðurin ferðaðist yvir stór øki í býnum, og eina løtu høvdu tey ikki tamarhald á, hvar maðurin var.

 

- Undir handtøkuni skeyt løgreglan ávaringarskot, og eftir handtøkuna varð maðurin fluttur í arrestina á løgreglustøðini í Drammen, skrivar VG frá norsku løgregluni í nátt. 

 

Heimasíðan leggur aftrat, at umframt tey deyðu, eru tvey fólk innløgd á intensiva deild, men sambært løgregluni eru tey ikki i lívsvanda.

 

Hin eini, sum er raktur av brotsmanninum, er ein løgreglumaður, sum í sínari frítíð var staddur á leiðini, har maðurin skeyt við boga og píli. 

 

Sambært norsku løgregluni hevur danski ríkisborgarin, sum nú er handtikin og skuldsettur fyri álopið, verið einsamallur um brotsgerðina.

 

- Enn er ov tíðliga at siga nakað um motivið aftan fyri álopið, men tað er náttúrligt at kanna, um talan er um eina yvirgangsatsókn, sigur økisleiðarin hjá løgregluni, Øyvind Aas, við VG.

 

Løgreglan upplýsir, at skuldsetti hevur fingið verja, sum er advokaturin, Fredrik Neumann, men tá VG spurdi hann um viðmerkingar til hendingina í Kongsberg, vildi hann ikki úttala seg um málið.

 

 

 

 

 

- Vit hava avdúkað ríkisborgaraskapin, tí so nógvar søgur ganga um møguligar brotsmenn, sum ikki kunnu knýtast til hendingina, sigur løgreglan. Mynd: Håkon Mosvold Larsen/Ritzau Scanpix