Noreg: 16 fólk í respiratori við koronu

118 fólk liggja á sjúkrahúsi við koronu. 29 sjúklingar eru á intensivari deild, harav 16 liggja í respiratori. Talið av smittaðum seinasta samdøgur var 657.

 

 

Í Noregi hava tey nú um midnáttarleitið kunngjørt talið av koronu-tilburðum í landinum seinasta samdøgnið, og talið er 657.

 

Hetta er 258 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan. Tað merkir, at smittutølini í Noregi eru veksandi.

 

Seinastu sjey dagarnar hava í miðal 447 fólk fingið staðfest koronu hvønn dagin - og í vikuni fyri var miðaltalið fyri hvønn dagin 421.

 

Í dag lógu 118 sjúklingar á sjúkrahúsi í Noregi við koronu, og tað er 17 fleiri enn dagin fyri.

 

Av teimum 118, liggja 29 sjúklingar á intensivari deild, harav 16 liggja í respiratori. Tað er ein minni á intensiv og ein minni í respiratori enn dagin fyri.

 

Í Noregi eru 893 fólk deyð við koronu, síðan farsóttin tók seg upp í landinum í mars mánaði í 2020.

 

58,1 prosent av teimum deyðu eru 80 ár og eldri. Í aldursbólkinum 50 ár og yngri eru tilsamans 22 fólk deyð.