Tvífalt so nógv deyðsføll, tríggjar ferðir so nógvir sjúklingar á intensivari deild - og fýra ferðir so nógv fólk, sum fáa staðfest koronu. Kortini letur Svøríki nú uppaftur.

Yvirlækni og professari í Svøríki er stúrin

- Tølini siga okkum, at farsóttin er ikki av. Tað er ógvuliga óheppið, at avmarkingar verða tiknar av nú, sigur svenskur yvirlækni og professari sum er stúrin.

Tvífalt so nógv deyðsføll, tríggjar ferðir so nógvir sjúklingar á intensivari deild - og fýra ferðir so nógv fólk, sum fáa staðfest koronu. Kortini letur Svøríki nú uppaftur.

 

 

Mikudagin 29. septembert setir Svøríki úr gildi avmarkingar, sum hava verið galdandi á matstovum og øðrum støðum, har fólk savnast.

 

Men, hetta hóvar ikki øllum - og als ikki yvirlæknanum og professaranum í smittandi sjúkum á Universitetinum í Uppsala, Björn Olsen.

 

Tvífalt so nógv deyðsføll, tríggjar ferðir so nógvir sjúklingar á intensivari deild - og fýra ferðir so nógv fólk, sum fáa staðfest koronu.

 

Tað er munurin á heystinum nú - og so heystinum í fjør, staðfestir svenska, Aftonbladet.

 

- Í viku 34 til 37 í fjør vórðu 5.811 fólk í Svøríki smittað, sjúkrahúsini tóku ímóti 31 nýggjum sjúklingum á intensivari deild, og 54 fólk doyðu í hesum tíðarskeiði við covid-19.

 

Aftonbladet vísir á, at somu vikur í ár eru tølini munandi størri: 28.179 eru smittað, 128 eru løgd inn á intensiva deild, og 107 eru deyð, sambært hagtølum hjá svenska Fólkaheilsustovninum.

 

- Tølini siga okkum, at farsóttin aftur ger um seg. Tað er ógvuliga óheppið, at avmarkingar verða tiknar av, tí tað "signalerar", at tað ringasta er av. Men, soleiðis er veruleikin ikki, sigur yvirlæknin og professarin við svensku ávísina.

 

Björn Olsen vísir á, at 25 prosent av svenska fólkinum eru ikki koppsett, og tí roknar hann við, at ein upplating nú fer at merkja, at talið av smittaðum og talið av deyðum helst fer at veksa í Svøríki, nú latið verður uppaftur.

 

 

 

Tvífalt so nógv deyðsføll, tríggjar ferðir so nógvir sjúklingar á intensivari deild - og fýra ferðir so nógv fólk, sum fáa staðfest koronu. Kortini letur Svøríki nú uppaftur.